Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Sosialurin 22. juli 2008 2008 Ólavsøkufríggj vara kanska ikki til jóla, men óvanliga nógv av teimum hava rættiliga ítøkiligar avleiðingar. Tí presis níggju mánaðir aftan á ólavsøku, er talið á nýføddum føroyingum tað hægsta á árinum, vísa nýggjar útrokningar, sum Hagstovan hevur gjørt fyri Sosialin. Heitar nætur Víst kann jólagávuhýrurin fáa fólk at avrika nógv, men tað er lítið afturímóti tí, sum tey fáa á skaftið romantisku ólavsøkudagarnar. Úrslitið av heitu ólavsøkunæturnum vísir seg longu, tá vit hyggja eftir, hvørjum mánaðum flest børn eru fødd í. Tá skjýtur apríl mánaði, ið er níggjundi mánaðurin eftir ólavsøku, seg tætt upp undir liðina á september, har børnini, sum vórðu gjørd á jólum, síggja dagsins ljós. Men sum tann gløggi frøðingurin á Hagstovuni greiddi okkum frá: tað eru jú ikki líka nógvir dagar í hvøjrum mánað. Tí vísa rættastu tølini seg bert, um vit býta árið upp í vikur. Og hygga síggj! Her leggur vikan fra 21. til 28. apríl seg klárt á odda sum tann vikan í árinum, har allarflest børn í Føroyum verða fødd – presis nýggju mánaðir eftir ólavsøku. Í støtinum Hóast hann ikki hevur sæð tey fyrr, koma tølini ikki óvart á fólkalívsfrøð­ ingin Jóan Paula Joensen. Eftir hansara tykki er tað nevniliga rættiliga logiskt, at nógvar kvinnur verða uppá vegin á ólavsøku. – Lagið er jú gott, sinnið lætt og fólk eru meir í støtinum og kanska ikki so kritisk, sum annars. Tað sigst jú eisini, at fært tú ikki sjeik ella dámu á ólavsøku, so stendur illa til, sigur fólkalívsfrøðingurin. Hann minnir tó á, at ógvusliga lopið í burðartalinum síðst í apríl ikki bara skal síggjast sum tekin um, at teymarnir vóru í so leysir á ólavsøku. – Serliga nógv fólk giftast um hesa tíðina. Bæði tí tey vilja hava eitt summarbrúdleyp, men eisini tí nógvir útisetar eru heima. Tað ger uttan iva eisini sítt til, at tey á føðideildini fáa meir at gera níggju mánaðir seinni, sigur Jóan Pauli Joensen, sum hevur skrivað doktararitgerð um Brúdleyp og brúdleypssiðir í Føroyum. Fyribyrgir innannøring Sjálvt um siðurin at giftast um hesa tíðina er lutfallsliga nýggjur, skuldi tað ikki undrað Jóan Paula Joensen, um burðartølini í gomlum døgum eisini vístu eitt lop síðst í apríl mánaða. – Øll slík høvi – ólavsøka, grinda­ dansur, bygdastevnur og annað, høvdu ta funktión, at ung fólk skuldu finna ein maka uttanfyri bøgarðarnar í eini roynd at fyribyrgja ov nógvari innannøring. Gjøgnum allar tíðir hava smærri sam­ feløg skipað tiltøk, sum nettupp hava hasa funktónina, og í Føroyum hevur tað ikki verið øðrvísi, sigur fólkalívs­ frøðingurin. Í so máta sær tað út til, at eisini mentan og lívfrøði ganga upp í eina hægri eind á ólavsøku. Frá lívfrøðini vita vit nevniliga, at kvinnur instinktivt leita upp tey sterkastu genini og eru sinnaðar at fara rættiliga langt fyri at finna tey – snøgt sagt fyri at tryggja komandi ættarliðnum betri møguleika at yvirliva og nøra seg víðari. Jólafrokostar væl við Nógv bendir á, at beint eftir ólavsøku halda fólk seg hava gjørt sína skyldu í so máta. Áftaná hugnaligu veitsludagarnar hendir nevniliga tann samsvarandi ógvusligasta linkingin í burðartalinum, sum síðani verður liggjandi í eini rættiliga svinnari legu restina av summarinum. Men so kemur lív í aftur. Kvøldini eru vorðin myrk, jólafrokostarnir eru hugnaligir og ofta eisini vátir, vita vit jú, og ikki óvæntað hækkar kurvan á burðarmyndini samsvarandi. Og tá jólini eru í hondum eru fólk eftir øllum at døma av álvara aftur ”í støtinum”, sum fólkalívsfrøðingurin tók til. Men hóast tindurin á talvuni níggju mánaðir eftir jólaaftan ikki er at forsmáa, er framvegis onki, sum slær tær heitu næturnar á ólavsøku ... ____________________________ Tekstur: Anna V. Ellingsgaard Baby-boom um 9 mánaðir Flest børn í Føroyum verða fødd júst níggju mánaðir eftir ólavsøku. – Lagið er jú gott, sinnið lætt og fólk eru meir í støtinum og kanska ikki so kritisk á ólavsøku, sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, til nýggu útrokningarnar frá Hagstovuni Kelda: Hagstova Føroya