týsdagur 22. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
64 Sosialurin 22. juli 2008
2008
SKRÁIN • SKRÁIN • SKRÁIN • SKRÁIN • SKRÁIN • SKRÁIN
Vit ynskja tær …
www.foroya.fo
Miðlahúsið/
Miðlagarðurin
Fríggjadagin 25. juli
Kl. 15-20
Framsýning við Óla P
tekningum
Tónleikur, kend føroysk
nøvn
Miðlahúsið/
Miðlagarðurin
Leygardagin 26. juli
Kl. 15-20
Framsýning við Óla P
tekningum
Tónleikur, kend føroysk
nøvn
Miðlahúsið/
Miðlagarðurin
Sunnudagin 27. juli
Kl. 15-20
Filmur. Forpremiera:
»Føroyskar Søgur«
Framsýning við Óla P
tekningum
Tónleikur, kend føroysk
nøvn
Miðlahúsið/
Miðlagarðurin
Ólavsøkuaftan 28. juli
Kl. 14-22
Filmur. Forpremiera:
»Føroyskar Søgur«
Framsýning við Óla P
tekningum
Tónleikur, kend føroysk
nøvn
Miðlahúsið/
Miðlagarðurin
Ólavsøkudag 29. juli
Kl. 14-22
Filmur. Forpremiera:
»Føroyskar Søgur«
Framsýning við Óla P
tekningum
Tónleikur, kend føroysk
nøvn
Opið hús í Miðlahúsinum
Eins og tey tvey undanfarnu árini,
verður Miðlahúsið í Vágsbotni opið
allar ólavsøkudagarnar, líka frá fríggja
degnum 25. juli til ólavsøkudag 29.
juli. Og aftur í ár er stór og fjølbroytt
skrá. Sum vanligur siður hevur verið
øll tey seinastu næstan 20 árini, fyrst
í Smiðjuni í Lítluvík og seinastu tvey
árini í Miðlahúsinum, so verður stór
framsýning við øllum tekningunum hjá
Óla P, sum hava staðið í Sosialinum
seinasta árið.
Aftrat hesum fer Miðlahúsið aftur
í ár at bjóða til filmsfyrisýning. Tað
eru filmsbrot úr ”Føroyskar søgur”,
sum fara at verða vístar sunnudagin
og síðani báðar ólavsøkudagarnar.
Hetta verður ein forpremiera av tí sera
áhugaverda og forvitnisliga films
projekti, sum felagið Substanz við
stuðuli frá Eik banka hevur tikið stig
til. Savnaðir eru gamlir filmar tiknir í
Føroyum seinastu nærum 100 árini.
Hesi eru sett saman til filmar við talu
og teksti, sum møguleiki verður at ogna
sær á DVD seinni í heyst. Tá verður
frumsýning í Norðurlandahúsinum av
øllum tí samlaða verkinum.
Í Miðlahúsinum á ólavsøku verður
tó møguleiki at fáa ein forsmakk uppá
hetta verk og verða brot víst alla tíðina,
meðan Miðlahúsið er opið.
Triði mentanarligi parturin av ólav
søkuskránni hjá Miðlahúsinum er
tónleikur. Fleiri konsertir fara at verða
ólavsøkudagarnar, og á skránni eru
millum onnur. Stanley Samuelsen og
Lena og Niclas. Eisini onnur kend nøvn
verða at hoyra.
Ólavsøkudagarnar verður so eisini
høvi hjá teimum mongu vitjandi ólav
søkugestunum at síggja hetta størsta,
mest fjølbroytta og spennandi miðla
arbeiðsplássið í landinum.
(Stuðlar til tiltøkini í Miðlahúsinum á
ólavsøku eru Føroya Banki, Atlantic
Airways, Hvonn og Føroya Bjór)
Framsýningin við tekningum hjá Óla P er vorðin fastur táttur í Miðlahúsinum á ólavsøku
Konsertir eru eisini ein
týðandi táttur í tiltøkunum í
Miðlahúsinum á ólavsøku