týsdagur 22. juli 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 139 - 22. juli 2008
- G! MINI livdi upp
til sítt endamál, og
vit varðveittu skinnið
á nøsini, hóast vit
høvdu væl færri
áhoyrarar enn nakar
hevði roknað við.
Hetta sigur Jón Tyril
um G! Mini, sum var
um vikuskiftið
G! Mini
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Hóast veðrið og fleiri aðrir
faktorar ávirkaðu áhoyrara
talið til G! Mini somikið
nógv, at teir bara fingu
helvtina av teimum áskoð
arum, roknað var við, klár
aði G! Mini at liva upp til
sítt endamál. Tað sigur Jón
Tyril í dag sum rættleiðing
til grein í Sosialinum í gjár,
har sagt var at tiltakið var
ein fíggjarlig fiasko.
»Endamálið er at savnast
við góðum tónleiki sum
snúningsása og hava tað
stuttligt og hugnaligt
gestir, tónleikarar og fyri
reikarar saman, og so vóna
vit at tað gongur so væl, at
vit samstundis savna krút,
kreftir, íblástur og pening
til at fáa reist G! Festival
aftur á føtur«.
Soleiðis
ljóðar
enda
málsorðingin við G! Mini
festivalinum, og hetta sigur
Jón Tyril, at tey megnaðu til
fulnar, hóast veðrið og aðrir
faktorar ikki vóru til vildar.
Eingin inntøkuveitsla
Hóast allir tónleikararnir
valdu at spæla ókeypis,
eisini teir útlendsku, fór
talan ongantíð at vera um
nakra inntøkuveitslu.
Tað einasta hetta merkir,
er at vit megna at halda
útreiðslunum niðri. Vit klár
aðu í ár at skipa fyri einum
góðum festivali fyri umleið
ein tíggjundapart av tí, sum
G! festivalurin kostaði trý
tey seinastu árini. Men sam
stundis varð eisini lagt út
við at royna at fáa 2000
áhoyrarar til tiltakið, í mun
til 5000 ella 6000 áhoyrarar
hini árini. Tískil minkaði
inntøkukarmurin
eisini
munandi. Hartil hoyrir eis
ini, at vit bert sluppu av við
umleið helvtina av teimum
bilettum, vit upprunaliga
settu okkum fyri at selja,
staðfestir Jón Tyril.
Útreiðslurnar til festivalin
í ár vóru umleið hálva milli
ón, og tað er á leið tað
sama,
sum
inntøkurnar
blivu til, tá alt kom til
stykkis.
Um so var, at veðrið og
aðrir faktorar høvdu verið
við, so høvdu vit helst
savnað millum hálva og
eina millión í ein grunn ella
partafelag til næsta ár, alt
eftir hvør loysn hevði verið
vald. Hetta var nakað, sum
hevði gingið, um so var, at
alt gekk heilt væl, til dømis
um veðrið var við okkum,
greiður Jón Tyril frá.
Mangir løkir smáir
Hóast útreiðslurnar til G!
Mini vóru lítlar, vóru tær
bert lítlar í mun til undan
farin ár. Men har vóru nógv
ar útreiðslur hóast alt. Tón
leikurin var ókeypis, men
tað var útgerð og fyrireiking
ikki.
Umleið
ein
hálv
millión varð brúkt til at
gjalda fyri at kunna skapa
nøktandi karmar um til
takið. Hesin peningurin
varð nýttur til ljóð, ljós, pall
og frakt av palli, uppseting
og smíðan, vaktarfólk, mat
og drekka til tónleikararnar
og ymiskt annað. Harum
framt arbeiddu millum 5 og
10 fólk í vikur framman
undan við at fyrireika festi
valin, og tey hava sjálvandi
fingið løn fyri arbeiðið.
Her eru ongar ógvusligar
útreiðslur, men tilsamans
geva allar hesar smærri
útreiðslurnar eina samlaða
útreiðslu á umleið hálva
millión, og tað var áleið tað
sama sum vit fingu inn.
Tískil mól tiltakið akkurát
runt, og tað haldi eg prógvar
nakað positivt um, at tað
ber til at skipa fyri festivali,
staðfestir Jón Tyril, fyri
reikari av G! og G! Mini at
enda.
Jón Tyril: Ikki fíggjarlig fiasko
– Vit kláraðu at skipa fyri einum festivali fyri ein tíggjundapart av tí, sum G! Festivalurin kostaði seinastu trý árini, sigur Jón Tyril, fyriskipari og stjóri
Triði hvør hevur livrabruna
Í Grønlandi halda læknarnir eitt vakið eyga við fólkinum í bygdini
Itilleq, sum er tætt við Sisimiut, tí kanningar hava víst, at næstan
ein triðingur av fólkinum í bygdini hava livrabruna. Ove Rosing
Olsen, økislækni, vísir í hesum sambandi á, at í grannabygdini
Sivdlek. hava bara trý prosent av bygdarfólkinum livrabruna.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at livrabruni ger um seg í Itilleq, tí tað
hevur verið soleiðis líka síðani í áttati og nítiárunum, sigur KNR.
Eldur kom í bátin
Ein 43 ára gamal dani noyddist at leypa í
havið, tá eldur kom í bát hansara úti fyri
Rødvig nærhendis Stevns um vikuskiftið.
Tað var so heppið, at sonur hansara var
tætt við í einum øðrum báti, og hann tók
pápan upp. Løgreglan sigur, at tann 43
ára gamli maðurin hevði júst lýst bátin til
sølu, og at hann skuldi bara ein seinasta túr
at vissa seg um, at báturin var í lagi. Tað
bleiv tann seinasti túrurin, tí báturin kolaðist
upp, sigur danska kringvarpið. Tilburðurin er ein vanlukka fyri eigaran, tí báturin var ikki tryggjaður.
Báturin rak inn á land her við Stevns og kolaðist upp
(Mynd: DR)