Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 139 - 22. juli 2008 Stutt Sagt Málið steðgað Portugisiska løgreglan fekk í gjár boð um at steðga kanningunum í sambandi við tilburðin, tá Madeleine McCann hvarv úr einari íbúð í portugis­ iska frítíðarstaðnum Praia de Luz tann 3. mai í fjør. Tað var Fernando Jose Pinto Montero, løgmála­ ráðharri, sum gav løgregl­ uni tey endaligu boðini. Hann gjørdi samstundis greitt, at portugisisku myndugleikarnir hava slept øllum skuldsetingum ímóti foreldrunum hjá Madeleine McCann, Kate og Gerry McCann, og bretanum Robert Murat, sum hevur verið settur í samband við málið. For­ eldrini hjá teirri horvnu gentuni hava fyrr sagt, at tey fara at halda fram við sínum kanningum fyri at fáa loyst gátuna. Mótmæltu Sarkozy Fleiri hundrað fólk komu í gjár saman í írska høvuðs­ staðnum Dublin at mót­ mæla, at franski forsetin, Nicolas Sarkozy, var kom­ in hagar. Frakland hevur í løtuni formansskapin í ES, og nógvir írar tulka vitjan­ ina hjá franska forsetanum sum eina roynd at leggja trýst á írar fyri at fáa teir at goðtaka Lissabon­sáttmál­ an, sum írar vrakaðu á fólkaatkvøðu herfyri. Tá Sarkozy kom til stjórnar­ húsini at tosa við Brian Cow­en, forsætisráðharra, róptu mótmælisfólk „Nei er nei“. Sjálvur hevur Sark­ ozy sagt, at hann ætlar sær ikki at ávirka írar, men at hann ætlar sær at lurta eftir teimum. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Vit mugu skilja, at støðan er álvarssom, og at tað hevur skund at senda hermenn til Afghanistan (Barrack Obama) útlond Anders Eklund bað í gjár um umbering fyri, at hann myrdi Englu Høglund og Pernille Hellgren Í gjár byrjaði rættarmálið ímóti Anders Eklund, sum hevur viðgingið, at hann neyðtók og myrdi ta 10 ára gomlu Englu Høglund fyrr í ár, og at hann myrdi ta 31 ára gomlu Pernille Hellgren fyri átta árum síðani. Ákæruvaldið vildi vera við, at hann neyðtók Per­ nille Hellgren, áðrenn hann myrdi hana, men tað hevur Anders Eklund avsannað. Til í gjár. Eftir at ákærin hevði avhoyrt hann í næstan ein tíma, kláraði Anders Eklund ikki meiri. ­ Tað er rætt, at eg neyðtók hana. Men eg ætlaði ikki, at hon skuldi doyggja, og eg biði um umbering fyri tað, segði tann 42 ára gamli last­ bilførarin og vendi sær ímóti mammu Pernille Hellgren. Blaðið Expressen skrivar, at Anders Eklund hevur skrivað einari vinkonu eitt bræv, meðan hann hevur sit­ ið í varðhaldinum. Í brævin­ um skrivar hann millum annað, at hann iðrar seg um illgerðir sínar. Verji hansara heldur uppá, at tann ákærdi er sinnissjúkur. Drápsmaðurin hjá Englu bað um umbering Í 10 ár hevur fyrrver­ andi bosniaserbiski leiðarin Radovan Karadzic fjalt seg, men nú er hann tik­ in. Ætlandi verður hann latin krígs­ brotsmannadóm­ stólinum í Haag og ákærdur fyri fólka­ morð Tíðindini um, at Radovan Karadzic er tikin, fingu góða móttøku: ­ Hetta er ein stórur fyri­ munur fyri Serbia, nú landið ætlar at fáa limaskap í ES, segði kommiserurin Olli Rehn, sum stendur fyri samráðingunum við lond, sum vilja sleppa upp í sam­ veldið. ­ Tað er gleðiligt, at hann er tikin, og eg vænti, at hann verður sendur til Haag, so hann kann verða revsaður fyri sínar illgerðir, segði norski uttanríkisráð­ harrin, Jonas Gahr Støre, tá hann frætti um handtøkuna í Beograd. Serbiska stjórnin váttaði í gjárkvøldið, at trygdartæn­ astan hevði tikið Karadzic. Tað er eitt sindur ógreitt, nær og hvar hann varð tikin, men sambært verja sínum bleiv hann tikin longu fríggjakvøldið. Radovan Karadzic var leiðari fyri teimum bosnisku serbunum undir borgara­ krígnum í Bosnia frá 1992 til 1995, og síðani 1998 hev­ ur hann fjalt seg. Krígsbrots­ mannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia hevur ákært hann fyri fólkamorð og onnur krígsbrotsverk. Eitt nú er hann ákærdur fyri at hava havt ábyrgdina av hersetingini av Sarajevo, sum kostaði 12.000 manna­ lív, og hann er eisini ákærd­ ur fyri at hava havt ábyrgd­ ina av hópmorðinum í Sre­ brenica, har 8.000 menn og dreingir vórðu myrdir. Stóran týdning Serbia hevur verið undir stórum trýsti frá ES, sum hevur kravt, at myndugleik­ arnir skuldu handtaka Rado­ van Karadzic og bosniaser­ biska generalin Ratko Mladic. Í Haag var eisini stór frøi, tá tað frættist, at Karadzic var tikin. ­ Eg fekk boð frá mínum starvsfeløgum í Beograd um, at Karadzic var tikin. Vegna dómstólin skal eg ynskja serbisku myndug­ leikunum tillukku við ein­ um væl eydnaðum átaki, segði Serge Brammertz, sum er høvuðsákæri í krígs brotsmannadómstólinum fyri gamla Jugoslavia. Hann legði afturat, at handtøkan hevur stóran týdning fyri tey, sum liðu undir illgerð­ unum hjá Karadzic: ­ Men handtøkan hevur eisini stóran týdning fyri altjóða rættvísið, tí hetta vís­ ir, at eingin kann fjala seg so væl, at lógarinnar armur ikki kann røkka honum. Øll, sum flýggja og fjala seg, verða funnin, segði Serge Brammertz við AP­ tíðindastovuna. Radovan Karadzic tikin Radovan Karadzic Anders Eklund í rættinum í Stockholm Mynd: Expressen Nicolas Sarkozy, forseti Mynd: Polfoto Kate og Gerry McCann Mynd: AP