týsdagur 22. juli 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. juli 2008 65
2008
… eina góða ólavsøku
Søguligur filmur
frumsýndur
í Miðlahúsinum
Størsta, søguliga filmsverkætlanin, sum
nakrantíð er gjørd í Føroyum, verður
frumsýnd í Miðlahúsinum á ólavsøku
Øll hava vit hoyrt nøvn sum Jóannes Patursson og Andreas
Samuelsen, men bara fáu okkara hava sæð teir á lívi. Nú fáa
øll møguleikan at síggja teir, ikki á lívi, men livandi. Teir báðir
eru bara tveir av monnunum, sum eru á filmsupptøkum, ið
eru savnaðar og settar saman í teirri stóru verkætlanini, sum
Substanz Nordisk Film í Danmark hevur framleitt.
Uni Leitisstein Hansen, sum hevur staðið fyri at savna tær
gomlu filmsupptøkurnar og at samskipa verkætlanina sum
heild, sigur, at verkætlanin hevur fingið sera góða móttøku
millum fólk. Nú tey gomlu filmstólini eru farin í søguna fyri
langari tíð síðani, vóru fleiri farin at ivast í, hvat tey skuldu
gera við tær gomlu rullurnar, og tey vóru tí fegin um, at
upptøkurnar hóast alt kundu brúkast til okkurt gott.
Tað hevur ikki staðið á at fáa fatur á gomlum filmum, og
tilsamans fingu fyriskipararnir umleið 500 filmsupptøkur.
Tann elsta er frá einari kongavitjan í havn í 1907, men tann
mest áhugaverda er kanska ein filmur, sum ein oyndfirðingur,
sum búði niðri, tók á einari vitjan í Føroyum í 1930-árunum.
Uni Leitisstein Hansen sigur, at hetta er ein sera áhugaverd
upptøka, sum gevur eina góða lýsing av føroyska sam-
felagnum, sum tað tá var.
Eik-Grunnurin hevur fíggjað verkætlanina. Per Højgaard,
kunningarleiðari hjá Eik-samtakinum, sigur, at grunnurin er
fegin um at vera við til at varðveita tann føroyska filmsarvin.
Sjálvur hevur hann sæð filmin og sigur, at fólk hava veruliga
nakað at gleða seg til, nú filmurin verður sýndur.
Filmurin »Føroyskar søgur« verður sýndur fyrstu ferð í
Miðlahúsinum sunnudagin 27. juli klokkan 15.
Spennandi filmsfyrivísan í
Miðlahúsinum á ólavsøku
Ólavsøkugestirnir sleppa
eisini at síggja snotuliga og
forkunnuga arbeiðsplássið í
Miðlahúsinum, har fólkini gera
tilfar til Blað, Portal og Rás.