Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 139 - 22. juli 2008 P/F Atlantic Pelagic Faroe skal selja alla fram­leiðsluna hjá nýggju Norðborg, sum­ krem­ur úr Kili í heyst Fiskivinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Um nakrar fáar mánaðir kemur nýggja Norðborg, sum klaksvíkingar lata byggja í Kili. Men talan er ikki bara um eitt nýtt skip, men um eina nýggja og nýskapandi verkætlan í før­ oysku fiskivinnuni. Tí Norðborg er ikki bara eitt skip til uppisjóvarfiski­ skap, men ein flótandi verk­ smiðja. Skipið skal frysta allan svartkjaftin og alla lodnuna, sildin verður skor­ in, og slógvið verður brúkt til lýsi og fiskamjøl, sum eisini verður framleitt umborð. Roknað verður við, at skipið fer at virka millum 20.000 og 23.000 tons av lidnari vøru um árið. Egið sølufelag Ein flótandi verksmiðja við fjølbroyttari framleiðslu set­ ir onnur krøv enn eitt van­ ligt uppisjóvarskip, og tí hava eigararnir valt at stov­ na eitt nýtt sølufelag, sum í fyrsta lagi skal átaka sær at selja vøruna hjá nýggja skipinum. Tað eru feløgini, sum eiga Norðborg og Christian í Grótinum, sum hava stovn­ að nýggja sølufelagið P/F Atlantic Pelagic Faroe sam­ an við smápartafeløgunum Sp/f 5163 og Sp/f PHS­ invest í Syðrugøtu og nors­ ka felagnum Atlantic Pelag­ ic AS. Norska felagið er dóttirfelag hjá stóru norsku fiskivinnufyritøkuni Auste­ voll, og tveir av nevndarlim­ unum í nýggja felagnum eru norðmenn. Partapeningurin er 500.000 krónur. Náttúrligt samstarv Tað er ikki av tilvild, at stig­ takararnir hava valt at samstarva við júst Austevoll. Hetta felagið átti upprunaliga í Christian í Grótinum, men hóast felagið bleiv keypt út seinni, hevur samstarvið hildið fram, sigur Pól Huus Sólstein, sum er stjóri í P/F Atlantic Pelagic Faroe. Sjálvur hevur Pól Huus Sólstein drúgvar royndir sum sølumaður í pelagisku vinnuni, har hann hevur arbeitt hjá Havsbrún og íslendska felagnum HP Grandi, og hann dylur heldur ikki fyri, at tað nýggja felagið vil fegið bjóða sær til at selja vørur fyri aðrar. ­Sjálvandi er tað eitt av málunum, sigur hann. Austevoll framleiðir og selir millum 40.000 og 50.000 tons av norskum uppisjóvarvørum um árið. Harafturat er felagið sera virkið í Hetlandi við einari framleiðslu, sum liggur millum 70.000 og 80.000 tons um árið. Pelagiska drotningin fær nýtt sølufelag Nýggja Norðborg - Queen of the Seas Supply Service í Leirvík hevur langtíð­ arleigað tvey av sín­ um­ skipum­ út, langt áðrenn tey eru liðug Oljuvinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tað stendur ikki á hjá Supp­ ly Service í Leirvík at útve­ ga sínum veitingarskipum sáttmálar. Felagið hevur trý skip í gerð, og hóast einki teirra verður liðugt fyrr enn næsta ár, eru tvey av teimum trimum skipunum longu langtíðarútleigað. Seinast hevur felagið í Leirvík gjørt ein trý ára leigusáttmála við Revus Energy og Det Norske Olje­ selskap, sum sambært sátt­ málanum leiga Eldborg í trý ár frá 1. apríl næsta ár. Frammanundan hevur Supp­ ly Service gjørt avtalu um annað av hinum skipunum, og í tí førinum er talan um fimm ára leigusáttmála. Í báðum førum er talan um arbeiði í norskum øki. Jens Meinhard Rasmus­ sen, stjóri í Supply Services, sigur, at tað hevur ikki verið so lætt at fáa leigusáttmálar um veitingarskip, og tað er heldur ikki vanligt, at eitt felag hevur leigað tvey av trimum skipum út, áðrenn tey eru liðug á skipasmiðju­ ni. ­Vit hava kanska verið hepnir, men vit hava eisini fyrireikað okkum væl og hava havt tað rætta fólkið at arbeiða við hesum, sigur Jens Meinhard Rasmussen við Sosialin. Í rættari tíð Gongst sum ætlað, fær Supply Services tað fyrsta skipið í januar næsta ár, og hini bæði koma so í juli og august. Jens Meinhard Rasmus­ sen sigur, at ein orsøk til, at tað hevur gingið so væl at leiga skipini út, er, at tey eru millum tey mest nútím­ ans á marknaðinum. Hann kann samstundis fegnast um, at teir bíløgdu skipini í rættari tíð. Í dag er sáttmála­ prísurin oman fyri 300 milliónir krónur, men føroyska felagið fær síni skip fyri einar 225 milliónir krónur. Stórur áhugi fyri føroyskum veit- ingarskipum Jens Meinhard Rasmussen er stjóri í Supply Service Nógv fólk á útferð við Johannu vestanfyri leygardagin Leygardagin skipaði Kunningarstovan í Vági fyri útferð við sluppini Johannu TG 326 – ferðin gekk vesturum Suðuroynna. Av Kunningarstovuni í Vági siga tey, at túrurin leygardagin var valeydnaður. Veðrið var gott og útselt var til túrin. Ferðafólkini vóru úr Foroyum, Danmark, Týsklandi og Fraklandi, har vóru baði born og vaksin. Túrurin byrjaði í Vágs Havn kl. 10, leiðin gekk út eftir Vágsfirði, suður til Akraberg, vesturum Akrabergstanga, framvið Sumba, vestur undir Beinisvorð og fuglabjorgini har og norður undir Vágseiðið. Har varð steðgað eina lotu og tvey segl vóru sett. Fólk fingu heita kjotsúpan og flutes afturvið, tað kom val við, tí hogattin gjordi at kalt var at sigla. Síðan gekk leiðin heimaftur sama veg, tó ikki so nar landið sum áður. Samanumtikið var túrurin ein frálík náttúru uppliving baði fyri foroyingar og útlendingar, tí umhvorvið vestan fyri Suðuroynna er sera hugtakandi og vakurt, tað skal upplivast, skrivar www.sudurras.com