týsdagur 22. juli 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. juli 2008 11
2008
Løturnar við smákyktunum
í sjóneykuni eru hennara
lukkuligastu. – Tá kitlar
tað í mær at lata listarliga
hugflogið sleppa at
flúgva har tað vil, sigur
listakvinnan og einasti
vísundateknari í Føroyum,
Astrid Andreasen
Eitt óumhugsað suff, – og evarska
lítla kyktið undir sjóneykuni rýkur av
hundanum til.
– Áh, nei, ikki aftur nú, mutlar Astrid
Andreasen, vísundateknari, sum nú má
byrja tekningina heilt av nýggjum.
– Tað eru slíkar løtur, eg ynski hesi
smákyktini, har piparið grør, sigur hon,
men tekur í sama andadrátti orðini í seg
aftur.
– Nei, faktiskt eru hesu kyktini so
fantastisk, at eg fái ikki eyguni av
teimum. Hugsa tær: eitt tveir millimetur
lítið kykt, við ørmum, klóm, eygum og
øllum, og sum kann lukta seg fram til
ein maka langt burturi. Man skuldi trúð,
tað var lygn, sigur hon og sær veruliga
ovfarin út.
Sermerkti eginleikin at undrast
yvir alt lýsir av andlitinum hjá Astrid
Andreasen og er týðiliga hennara
størsta drívmegi bæði sum vísunda
teknari fyri Náttúrugripasavnið og
sum listakvinna. Eitt næstan barnsligt
forvitni, sum hevur ført listakvinnuna út
á løgnastu røkur í skapandi heiminum.
Einsamøll og lukkulig
Á eini av hesum rókunum situr Astrid
Andreasen rættiliga einsamøll, sum
einasti útbúni vísundateknari í Føroyum.
Pinnastill situr hon har og hyggur niður í
sjóneykuna, meðan blýanturin flytur seg
millimetur fyri millimetur, og hon sjálv
fer aftaná – inn í ein annan heim
– Tá eri eg næstan tað lukkuligasta,
eg kann blíva. Tað er sum at meditera.
Man tað vera soleiðis, tey religiøsu
hava tað? Nei, sjálvandi ger tað meg
eisini lukkuliga at vita, at børnini hava
tað gott, men tað er nakað annað.
Forrestin hevur tað neyvan verið ser
liga stuttligt hjá teimun at hava eina
mammu, sum situr og gløðir niður í
eina sjóneyku og mutlar: »Gud nái tey,
um tey órógva nú«, sigur vísundaliga
listakvinnan sjálvrannsakandi.
Spurd, hvar tað listarliga kemur inn
í hesar tekningarnar av smákyktum og
løgnum fiskum, sær Astrid Andreasen
knappliga eitt sindur móð út.
– Ja, tað er hatta evindaliga kjakið
um, hvar markið millum list og lista
handverk gongur. Eg veit ikki. Men eg
veit, at eg hevði ikki kunnað teknað
hesar verurnar, um eg ikki eisini
hevði eina listarliga útbúgving. Øll
kunnu tekna umhvarvið av einum
fiski. Spurningurin er, hvussu tú fært
hann livandi. Har mást tú vita, hvat
litir og rúmd kunnu gera, sigur Astrid
Andreasen og avdúkar eitt loyndarmál.
– Eg orki ikki fyri at tekna skøtur.
Ímynda tær – hon liggur bara har, ein
hvít skøta, fløt sum eitt bretti og skal
flytast yvir á eitt líka flatt og hvítt
papír. Hvussu í verðini fært tú lív í eitt
sovorðið? Einaferð var uppgávan enntá,
at flata skøtan skuldi hava eitt glimt
í eyganum, og tað fær hon also ikki
bara við at flyta strikuna ein millimetur,
vissar listakvinnan um.
Tragikomiskt listastríð
Tað troyttar eftirhondini Astrid Andrea
sen at hoyra, at listahandverkarar
bara endurtaka, meðan listafólk skapa
veruliga list.
– Er tað ikki líka nógv endutøka, tá
ein listamálari stendur og málar sama
motiv umaftur og umaftur ár eftir ár?
Eg royni, um ikki annað, allatíðina at
finna uppá okkurt nýtt, leypa út, har
eg ongantíð havi verið fyrr og síggja,
hvat hendir. Vísundaligar tekningar
av djórum seta sjálvandi mørk fyri,
hvussu høgt tú kanst lata hugflogið
flúgva. Men at sita við teimum ger
meg forvitna, og fær tað at kribla í
mær at sleppa forvitninum á flog sum
listakvinna, sigur Astrid Andreasen.
Hon hevur tosað seg heita. Dylur
ikki yvir, at stríðið millum føroysk
listafólk eftir hennara tykki er vorðið
tragikomiskt.
Tað ringasta er kanska, at ung,
eldhugað listafólk nú knappliga eisini
mugu fyrihalda seg til, hvønn ’bólk’ av
listafólkum, tey halda seg hoyra til.
Hetta stríðið drenar orku úr føroysku
listini, meðan vit hava mest brúk fyri
at stimbra hana. Og so fyllir klandrið
eftirhondini so nógv í kjakinum um list,
at tað er flovisligt. So nógv pláss hevur
tað also ikki uppiborið, tí í síðsta enda
er hetta eitt maktstríð, sigur Astrid
Andreasen avgjørd.
Íblástur krevur hart arbeiði
Og meðan hon letur hini um at
klandrast, arbeiðir Astrid Andraesen
hugagóð víðari við eini av sínum yndis
rávørum føroyskari ull, og øllum
teimum søgunum, ullin fortelur um
gerandisdagin og lívið hjá føroyskum
kvinnum.
Eitt av kendastu verkunum hjá Astrid
Andreasen er upphangið »Babyboom«,
ið er sett saman av nógvum, smáum,
gjøgnummynstraðum troyggjum. Í ein
um øðrum verki síggja vit eina føroyska
troyggju við einum langum hala av
skóleistum hangandi niðurúr.
– Eg vil fegin fortelja søgur um,
hvussu nógv arbeiði føroyskar kvinnur
fyrr í tíðini løgdu í øll hesi bundu
pløggini. Onkustaðni vita vit tað væl,
men við at flyta pløggini inn í eitt annað
høpi, síggja vit kanska virði í teimum
av nýggjum og við øðrum eygum, sigur
Astrid Andreasen.
Í løtuni liggur annars ein 365 metrar
langt band, sum hon hevur bundið, á
einum listasavni í Finlandi. Tá hon fekk
stundir til tað, kundi Astrid Andreasen
binda ein metur um dagin. Sostatt tók
hetta verkið og arbeiðið eitt ár at gera.
– Kanska bandið kann vera eitt dømi
um, at list eisini er hart arbeiði. Og
tað er íblástur forrestin eisini. Um ung
listafólk billa sær inn, at tey kunnu seta
seg niður og bíða eftir, at íblásturin
kemur dettandi av himli, so koma tey
at bíða leingi. Íblástur kemur, meðan
tú arbeiðir, so tað er bara um at bróta
upp ermar og koma í gongd, sigur Astrid
Andreasen avgjørd.
Sangirnir hjá pápa
Ovurstóri fressurin, Aquarius, leypur
brádliga upp í fangið á Astrid Andrea
sen, sum gevur honum ein muss.
– Er hann ikki flottur?, spyr hon og
greiðir frá, at Aquarius er av heimsins
størsta kettuslag og fer at viga umleið
10 kilo, tá hann er vaksin.
– Eg elski djór. Øll djór. Ongin djór
eru ljót, og tey hava øll sína persónlig
heit – eisini flata skøtan, sum eg
var eitt sindur órein við í áðni, sigur
listakvinnan.
Fressurin leypir yvir á borðið, har
ommudótturin hjá Astrid situr og leggur
lit á tekningar, sum omman hevur
teknað frammanundan.
– Hatta er farligt – at tekna fyri
børnini, eg veit tað væl. Tey blíva alt
ov sjálvkritisk, tí tey halda, at tínar
tekningar altíð eru tær penastu. Í dag
var eitt undantak, tí vit fingu gestir, ikki
so, Anna Bjørk?, sigur Astrid Andreasen
við ommudóttrina, sum situr púra burtur
í tekningini.
Júst sum omman sat, tá hon var lítil
og teknaði tekningar til sangirnar, sum
pápin, Andreas Andreasen, týddi úr
ymsum málum.
– Heima hjá okkum tókust øll við
okkurt kreativt. Ikki minst mamma, sum
altíð var á tremur av hugskotum og
ótrúliga fitt í hondunum. Og so sjálvandi
beiggi mín, Petur, sum í mínum eygum
dugdi best at tekna í allari verðini. So
tað lá líkasum í luftini, at eg sjálv eisini
fór í gongd. Frá fyrstu løtu elskaði eg
at tekna, og gavst ongantíð aftur, sigur
60 ára gamla listakvinnan, sum í løtuni
hevur sína fyrstu støku framsýning í
Føroyum, ið er at síggja í Snarskivuni.
____________________________
Tekstur: Anna V. Ellingsgaard
Mynd: Jens Kristian Vang
Lukkuliga listakvinnan
við smákyktunum
Mær dámar best at gera sovorðið, sum er
vakurt, tí tað er so nógv ljótt til í verðini,
sigur Astrid Andreasen, listakvinna og
vísundateknari