týsdagur 22. juli 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. juli 2008 67
Nær hevði tú seinast
timburmenn?
– Seinast, tá Triton var inni, drakk eg tveir
matrósar undir borðið, og fór heim við tí
triðja. Nei, so galið var tað ikki, men til
silvurbrúdleypið hjá Ann og Sámal hevði
eg timburmenn dagin eftir, men eg minnist
ikki hví.
Hvat gert tú fyri at bøta um tínar timbur
menn?
– Ehm... Faktiskt er tað besta bara at liggja
í seingini og rópa hini um hjálp. Ein jolly
er eisini altíð góð, og hon behøvist ikki
eingongd at vera køld. Og matrestir, sum
man hevði heim við um náttina, er heldur
ikki at foragta.
Er tað tað vert at hava timburmenn?
– Tað kemur an uppá. Í støðuni er tað
absolutt ikki tað vert, men undarligt
nokk skal man bara hava eina viku til at
sannføra seg um, at man skal í býin aftur.
Fert tú at hava timburmenn eftir ólavsøku?
– Tað er tað. Hvussu er tað man sigur?
Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á
kvøldið gistir ...
Á Roskilde festivalinum, sum
var fyrst í juli mánaði, høvdu
tey eitt sokallað sjúkrahús
fyri fólk við timburmonnum.
Hetta er eitt telt, ið er sett
upp til tey, ið treingja til at
pleyga sínar timburmenn,
sum rættiliga ofta koma
fyri á festivalum. Inni á
sjúkrahúsinum var skýmligt og
svalligt. Fólk kundu fáa kalt vatn, ella javna við eini kaldari øl, njóta kvirruna ella
hoyra avslappanda tónleik í hoyra mikrofonum. Hóast nógv vóru innløgd á Roskilde
Festivalinum skilst, at eitt líknandi sjúkrahús ikki verður á ársins ólavsøku – sjálvt
um tað kanska hevði komið væl við hjá mongum.
Timburmenn (FO)
Macons (FR)
Hangover (UK)
Kopperslagare (SW)
Katzenjammer (DE)
Bakrus (NO)
Tá timburmenninir
banka uppá
Tað ræður um at fyri
byrgja timburmonnunum,
tí eingin undurviðgerð
finst móti herviligu sjúk
uni, sum fer at herja hjá
mongum føroyingi eftir
ólavsøkuna
Onkur rópar tað fullisjúka. Tað er helst
ikki av leið, tí undir øllum umstøðum
eru tað fleiri føroyingar, sum so ella
so vilja rópa seg sjúkar, tá tjóðarhátíð
okkara er av. Timburmenninir fara í
øllum førum til verka tá, men hvat er
tað, teir gera, hví fáa vit ilt í høvdið,
og hvat kunnu vit gera fyri at sleppa
undan teimum? Best er at ásanna
orðafellið, sum sigur, at betur fyrivarin
enn eftirsnarin. Tí vilt tú sleppa undan
handverkarum í høvdinum, tá høgtíðin
er av, skalt tú arbeiða fyri tí, áðrenn teir
trína innar.
Bestu ráðini eru sjálvandi at lata vera
við at drekka alkohol. Tað er tó lættari
sagt enn gjørt hjá nógvum.
Tískil vilja vit her á síðuni fortelja
tykkum, hvat timburmenn er fyri nakað,
og hvussu teir skulu fyribyrgjast og
viðgerast.
Tað er ikki ein einføld orsøk til, at tú
fært timburmenn. Vætumangul, eitran,
lágt blóðsukur, ov nógvur roykur, ov lítið
av svøvni eru nakrar av avleiðingunum,
tá ov nógv er komið innanborða. Enn er
eingin undurviðgerð ment og framleidd,
og tískil er lyklaorðið fyribyrging.
____________________________
Tekstur: Rólant Waag Dam
Sjúkrahús fyri
timburmenn
Elsa Maria
Magnussar
dóttir Olsen:
Soleiðis fyribyrgir tú timburmonnunum:
• Drekk ov mikið av vatn. Bæði meðan tú ballast, og eisini áðrenn tú fert til songar.
Soleiðis sleppur tú undan ringasta vætutørvinum.
• Drekk ljóst alkohol. Myrkir drykkir sum reyðvín og cognac geva fleiri timburmenn,
enn ljósir drykkir sum hvítvín, gin ella vodka.
• Et. Alkohol fer skjótari út í blóðið, um tú hevur tóman maga. Tískil er gott at hava
etið, áðrenn proppurin verður skrúvaður av fløskuni.
• Halt teg til eitt slag. Mong vilja vera við, at tú fært fleiri timburmenn av at drekka
fleiri ymisk sløg. Dámar tær øl, so halt teg til tað. Tað sama er galdandi fyri onnur
sløg.
• Drekk minni. Konufólk eiga ikki at drekka eins nógv og menninir. Av biologiskum
orsøkum tola kvinnur ikki líka nógv av sum menn. Hinvegin eru tað eisini fleiri mann
fólk, sum bara áttu at drukkið minni, enn tey gera.
• Spýggj. Ólekkurt, men effektivt. Við at spýggja fært tú tómt magan fyri alkohol.
Umráðandi er tó, at drekka vatn aftaná.
Nær hevði tú seinast
timburmenn?
– Uha, tað minnist
eg ikki heilt. Tað er í øllum førum
langt síðani, tí eg eri ikki ein slíkur
timburmaður. Lat okkum siga eitt ár.
Tað er so eitt skot. Ella bíða nú, tað er
kanska heldur tveir mánaðir síðani,
men timburmenn valdast, veitst tú.
Hvat gert tú fyri at bøta um tínar
timburmenn?
– Eg drekki. Vatn, væl at merkja.
Ólukksáliga nógv vatn, og eisini eitt
sindur av cola. Ikki sprutt, tí eg eri
ikki typan, sum javni dagin eftir.
Er tað tað vert at hava timburmenn?
– Tá eg havi timburmenn havi eg
tað nokkso nógv sum konufólkini,
ið standa til at eiga. Tað er ræðuligt
meðan tað stendur uppá, men so
skjótt, tær hava átt, vilja tær hava eitt
barn afturat. Nakað tað sama er tað,
tá eg havi timburmenn.
Fert tú at hava timburmenn eftir
ólavsøku?
– Eg veit ikki tú. Tað valdast um eg fái
loyvi. Nei, eg ímyndi mær ikki, at tað
verður so. Eg eri ov gamal til at ganga
í ørviti og mala, men eina kenning vil
eg ikki avvísa.
Jens Marni
Hansen:
Gunn Weihe Reinert:
Nær hevði tú sein
ast timburmenn?
– Tad er nokk pr
vikuskifti, sjálvt
um teir ikki eru so
ringir altíð.
Hvat gert tú fyri at
bøta um tínar timburmenn?
– Eg sumpi. Tað skal man heldur
ikki soleiðis kimsa at. Annars ger
chilisuppa altíð undurverk fyri
meg
Er tað tað vert at hava timburmenn?
– Mnjaa. Teir skulu bara ikki
bestemma, hvat eg geri ella ikki.
Fert tú at hava timburmenn eftir
ólavsøku?
– So leingi, teir bíða til eftir
ólavsøkuna, so skal eg ikki klaga.
For nógv.
2008