Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 139 - 22. juli 2008 17 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur – Jákup og Tróndur eru báðir uppaldir í B36. Og tí fegnast vit sjálvandi um, at teir nú aftur verða at síggja í svarta og hvíta búnanum Kristjan á Neystabø, formaður í B36 Seinasta dagin, sum flytingarvindeygað var opið, vóru tað ser­ liga havnarfeløgini B36 og HB, sum framdu broytingar i leik­arahópinum. Ik­k­i minst vak­ti tað ans, at Ják­up á Borg nú aftur sk­al spæla við barn­ dómsfelagnum eftir góð fýra ár hjá teimum reyðu og svørtu FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Flytingarvindeygað hjá før­ oysku fótbóltsfeløgunum læt aftur á midnátt í gjárkvøldið. Væntast kundi, at nøkur leik­ araskifti skuldu avgreiðast í seinastu løtu, men serliga vóru tað B36 og HB, sum framdu stórar og heldur óvæntaðar broytingar. Jákup vendir heim Tað vakti serligan ans, at Ják­ up á Borg nú aftur skal spæla við B36. Við hesum fær elsta árstalsfelagið í landinum aftur spælaran, sum um ald­ arskiftið skeyt seg í øll B36­ hjørtu. Landsliðsleikarin hev­ ur seinastu fýra árini roynst væl hjá grannunum í HB. Og sigursvanda felagið verður tískil tveir profilar fyri uttan, tá farið verður undir seinnu kappingarhálvu av ársins útgavu av Formuladeildini. Tað er longu greitt, at Christi­ an Høgni Jacobsen flytur til næstbestu donsku deildina og AB. Rókur av Fløtum Jespersen og Johan Ejvind Mouritsen, sum hava slitið sínar barndómsskógvar í fel­ agnum, verða nú aftur í reyð­ um og svørtum. Yngru leikar­ arnir skulu lyfta HB í seinastu dystunum, og nú møguleikin fyri at vinna gull er lítil, eru fyrireikingarnar til komandi árið so smátt byrjaðar. Eisini Tróndur Vatnhamar og Svend F. Jacobsen skiftu eisini aftur í barndómsfel­ øgini – ávíkavist B36 og HB. Skifta til grannarnar Tað bilar ikki hjá yngru leik­ arunum, sum hava torført at sleppa framat, at skifta felag. Soleiðis kunngjørdi heima­ síðan hjá B68 í gjár, at ung­ lingarnir Jann Martin Mort­ ensen og Pól Jóhannus Justin­ ussen skulu royna seg á Toftum komandi mánaðirnar. Hesir báðir hava havt trupult við at vinna seg framat besta liðnum hjá Runavíkingum, og leita tískil út til Toftir, har útlit eru fyri meiri spælitíð. Á Toftum verður Dánjal Pauli Højgaard, sum hevur spælt framherji hjá ÍF, eisini. Ikki líka nógv Flytingarnar stutt undan evstamark vóru ikki líka nógvar í ár, samanborið við farna kappingarár. Í fjør var tað serliga AB, ið mest sum kollvendi hópinum. Nú vóru tað hini høvuðsstaða­ feløgini, sum framdu stóru broytingarnar. Øll liðini, burtursæð frá Víkingi, hava fingið til­ gongd í summarsteðginum. Spurningurin er nú, hvussu broytingarnar fara at merka feløgini, sum øll hava sítt at stríðast fyri. Havnarfeløgini framdu broytingarnar B36: Tilgongd: Sam Malson, Plymouth Súni Olsen, Viborg Johan V. Gunnarsson, Køge Jákup á Borg, HB Tróndur Vatnhamar, HB Frágongd: Károly Potemkin, NSÍ Tamás Nagy, leysgivin Svenn F. Jacobsen, HB B68: Tilgongd: Brian Andresen, Glostrup IF Dánjal Hansen, NSÍ Ove Magnussen, ÍF Føroyar Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Jann Martin Mortensen, NSÍ Dánjal Pauli Højgaard, ÍF Frágongd: Jacob Bymar, leysgivin B71: Tilgongd: Patrick Sunday Okoro, B71 Frágongd: Eingin EB/Streymur: Tilgongd: Peter Foldgast, AGF Anders Post Jacobsen, Holstebro Frágongd: Bárður Johannesen, HB HB: Tilgongd: Christian Mouritsen, Manchester City Rókur av Fløtum Jespersen, FC Amager Svenn F. Jacobsen, B36 Johan Ejvind Mouritsen, TB Vagnur Mohr Mortensen, ÍF Føroyar Bárður Johannesen, EB/Streymur Frágongd: Christian Høgni Jacobsen, AB (DK) Tróndur Vatnhamar, B36 Thomas Hans Rubeksen, AB Emil Nolsøe Leifsson, KÍ Jákup á Borg, B36 KÍ: Tilgongd: Emil Nolsøe Leifsson, HB Joe Zewe, Pittsburgh Riverhounds Frágongd: Anderson Perreira, PSMS Medan ÍF: Tilgongd: Helgi L. Petersen, Fram Andy Olsen, NSÍ Vincent Jacobsen, Danmark Frágongd: Dánjal Pauli Højgaard, B68 NSÍ: Tilgongd: Károly Potemkin, B36 Jónas Þór Næs, Køge Frágongd: Andy Olsen, ÍF Jonhard Frederiksberg, Skála Pól Jóhannus Justinussen, B68 Jann Martin Mortensen, B68 Skála: Tilgongd: Jonhard Frederiksberg, NSÍ Frágongd: Eingin Víkingur: Tilgongd: Eingin Frágongd: Eingin FAKTA Rókur av Fløtum Jespersen er aftur í HB eftir útlegd í FC Amager. Hin leikarin á myndini, Fróði Benjaminsen, er somuleiðis í HB nú. Hann er dømi um, at tað ikki longur er óhugsandi, at skifta millum høvuðsstaðarfeløgini. Hetta staðfestu Jákup á Borg, Tróndur Vatnhamar og Svenn F. Nolsøe eisini í gjárkvøldið – enn einaferð