Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

72 Sosialurin 22. juli 2008 2008 Útisetin: Árni úr Konoy, Odense Ólavsøkan er kappróðurin Fert tú á ólavsøku? – Eg eri á vitjan heima á klettunum fleiri ferðir um árið. Fyri stuttum var eg í Føroyum til ein rundan føðingardag, so eg fari ikki heim á ólavsøku í ár. Kundi hent seg, at eg fari til ólavsøkuhaldið á Bryggjuni í Keypmannahavn, men tað fer tíðin at vísa, sigur Árni úr Konoy, lesandi. Hann sigur, at fyri seg er ein ólavsøka ikki ein rættilig ólavsøka uttan so, at tú fært kappróðurin við. Hann er altíð sera spennandi, og tað sosiala hevur stóran týdning. Her er eitt samanhald, ið ikki kennir sín líka. Og so heldur hann tað vera sera sjarmerandi at vála í Havnar gøtum og tosa við vinir og kenningar. – Mær dámar sera væl at búgva í Danmark, havi funnið mær danska gentu, tí er mangt, sum bendir á, at eg í framtíðini ikki verið so títtur í Føroyum, sigur Árni úr Konoy at enda. ___________________________ Tekstur: Símun úr Konoy Sjávt um Árni úr Konoy, lesandi í Odense, ikki kemur heim á ólavsøku, fer hann at tryggja sær, at hann fær kappróðurin við. - Uttan kappróðurin er ongin ólavsøka, sigur Árni úr Konoy avgjørdur