týsdagur 22. juli 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 Sosialurin 22. juli 2008
2008
Meðan ólavsøkukaba
rettin seinastu árini
hevur verið dominerað
av mannfólki, halda
kvinnurnar seg framat
í ár. – Vit vera bæði
fúlar, provokerandi og
stuttligar, siga tær sjey
kabarettdamurnar, sum
leggja seinastu hond
á Ólavsøkukabarettina
2008 í hesum døgum
Tær høvdu frætt, at eingin ætlaði sær
at skipa fyri ólavsøkukabarettini í ár.
– Í fyrstuni skemtaðu vit við, at vit
kundu bara gera kabarettina sjálvar.
Men meira vit tosaðu um tað, betri
hugskot hildu vit tað vera, og til
endans komu vit fram til at gera eina
reina kvinnukabarett, siga tær seks
kabarettdamurnar: Tjóðhild Patursson,
Durita Dahl Andreassen, Marita Svartá,
Mariann Hansen, Barbara Hentze
í Stórustovu, Lisa í Dali og Rakul
Thomsen.
Allar eru samdar um, at tær kenna
eitt ávíst trýst. Á ólavsøku rinda fólk
pengar fyri at sleppa at flenna. Men
tær vistu um hetta trýstið, áðrenn tær
átóku sær at hava kabarettina.
– Tíbetur hava vit ongantíð havt
hasa kensluna í senn. Um ein av okkum
hevur hug at bakka út, so eru hinar
skjótar at fáa hana á betri tankar. Og
nú eru vit komnar somikið langt, at
vit eru sannførdar um, at hetta verður
skidegott, siga tær.
Kenna seg aftur
Hóast eingin teirra hevur verið við í
kabarettini áður, so hava tær royndir
innan sjónleik. Tær hava allar verið
virknir ungdómsleikarar, umframt at
nakrar teirra hava sitið í FUR. Eisini
eru tær báðar Marita Svartá og
Mariann Hansen júst afturkomnar av
leiklistaskúla uttanlands.
Spurdar, hvussu man fyrireikar eina
kabarett, vísa tær á, at tær høvdu ein
stóran brainstorm, har tær tosaðu
um alt tað, sum var farið fram síðani
seinastu ólavsøku, bæði tað stuttliga
og tað álvarsama. Eisini hugdu tær
í bløðini, fyri at finna útav, júst hvat
tað í grundini var, sum hendi í ávísum
málum.
– Fólk skulu kenna søgurnar aftur.
Tí taka vit mál upp, sum hava havt
ein breiðan áhuga, og sum hava verið
nógv frammi. Tað ber ikki til at fara í
smálutir, tí so verða tað ov nógv, sum
ikki ána, hvat tað snýr seg um. Men vit
taka eisini gerandisstøður upp. Støður,
sum ikki vísa til nakað ávíst mál og ikki
eru tíðaraktuellar, men har fólk kortini
kenna seg aftur, siga tær.
Festligt og fúlt
Tær halda, at man helst fer at leggja
merki til, at tað í ár eru sjey konufólk,
sum hava gjørt kabarettina.
– Tað er upplagt hjá okkum at koyra
eitt sindur uppá, at vit bert eru konu
fólk. Í tíðindaskrivinum, sum vit sendu
út, skrivaðu vit eisini, at vit fara at
hyggja at feminismuni og flenna eitt
sindur at henni. Men vit fara ikki bert
at spæla kvinnuligar leiklutir, siga
tær flennandi, og vísa á, at tær helst
noyðast at klippa nøkrum parúkkum, so
tær eisini kunnu verða menn.
Býttar viðmerkingar
Ein afturvendandi viðmeking til tær
hevur verið, at um tað bara eru konufólk
við, so verður kabarettin helst ikki so
fúl. Onkur hevur enntá hildið, at so
verður kabarettin ikki so stuttlig, og at
skemtið ikki kann verða líka intelligent,
sum tá mannfólkini høvdu hana. Tær
hava eisini upplivað, at fólk hálvavegna
vænta, at tær fara at gera sær fyri
skommum.
– Ja, vit kundu næstan havt eina
eyka kabarett um allar tær tápuligu
viðmerkingarnar, sum vit hava fingið,
siga tær flennandi. Tær leggja afturat,
at sjálvandi kunnu konufólk eisini
vera fúl og skemta við tí, sum er undir
beltistaðnum. Men tær royna at blanda
tilfarið væl, so tað ikki bert verður tað
fúla, sum sleppur framat.
Kortini vilja tær ikki ordiliga svara, tá
tær verða spurdar, hvat vit kunnu vænta
okkum av ársins kabarett.
– Sumt tilfar er upplagt og má við;
til dømis hevur løgtingsval verið. Men
vit hava eisini nógvar sangir, tí vit hava
funnið útav, at vit duga ordiliga væl at
yrkja, siga tær, og skoyta uppí, at eingin
skal kenna seg heilt tryggan.
Onnur eygu á
Tær sjey ungu kvinnurnar hava eisini
leitað sær hjálp uttanífrá til kabarett
ina. Tí, sum tær siga:
– Tá man arbeiðir so tætt saman,
verður skemtið ofta innforstaðið. Vit
sjey halda tað vera ordiliga stuttligt,
men hini skilja tað ikki.
Tí hava tær fingið Súsannu Tórgarð at
hyggja eftir tilfarinum, og tað er meiri
enn so komið fyri, at hon hevur vrakað
okkurt, tí hon ikki helt tað vera stuttligt.
– Eftir hennara ráðum, hava vit tí
broytt okkurt so hvørt. Tí tað er betri
at fáa onnur eygu at hyggja tilfarið
ígjøgnum, áðrenn ólavsøkan er komin,
vísa tær flennandi á.
Tær halda tað eisini vera eina
fyrimun, at tær eru sjey, tí tær stuðla
hvørji aðrari so væl. Og dirvið bilar ikki
hjá hesum sjey ungu kvinnunum.
– Hetta verður ein góð kabarett. Og
vit fara at prógva, at vit ikki standa
aftanfyri nøkur mannfólk, tá tað kemur
til skemt – óansæð um tað er fúlt ella
ikki. Vit ætla eisini at hava ein boðskap
– og eru ikki bangnar fyri at provokera!
____________________________
Tekstur: Eydna Skaale
7 stjørnað ólavsøkukabaret
Leikararnir á ársins kabarett eru
standandi f.v.: Marita Svartá,
Rakul Thomsen, Lisa í Dali og
Barbara Hentze í Stórustovu.
Sitandi f.v.: Tjóðhild Patursson,
Durita Dahl Andreassen og
Mariann Hansen
Mynd: Sunva Eysturoy Lassen
Tær sjey vænta, at tað
helst fer at merkjast, at tað
í ár einans verða konufólk
við í kabarettini. Men
tær ætla ikki at standa
aftanfyri mannfólkini
Mynd: Álvur Haraldsen