týsdagur 22. juli 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. juli 2008 21
2008
Finn stimatroyggjuna fram, hoppa í tínar yndis buksir og pifta
tað heila upp við nýggju leðurhandskunum. Um tú heldur vilt
sleppa at vísa diskretu tatoveringina á øklinum, skiftir tú bara
buksurnar út við lærstutta niðurdeilin.
Um tú torir at geva hugflognum luft
undir veingirnar, eru møguleikarnir við
føroysku klæðunum óendaligir. Og hvør
veit – kanska tað er júst hetta, ið skal
til, fyri at fáa ungu genturnar at brúka
klæðini oftari?
Stimatroyggjan, vit brúka í dag, er mynstrað
í tveimum litum, ið hóskar til skjúrtið,
men var áður einslitt í myrkabláum. Hesar
troyggjurnar síggjast sjáldan longur.
Troyggjur og skjúrt í trimum litum og mynstrut
brist var eisini vanligt fyrr.
Lat teg í tína nýggju skjúrtiblusu, finn mammusa fótsíða
skjúrt úr skápinum, bind eitt breitt gullbelti um miðjuna
og lat hendurnar glíða niður í einar lekrar, reyðar
silkihandskar. Smoygg so elegantu stilettirnar á føturnar,
tak møttilin á ryggin, og tí kanst fara á ólavsøku í føroyskum
klæðum uttan at líkjast øllum hinum.
Tey føroysku klæðini, vit kenna í dag, vóru ikki av álvara brúk, fyrr enn
annar verðaldarbardagi var av. Tað var sjáldan, at ungar gentir áttu
føroyskan tjóðbúna áðrenn kríggið. Føroysku klæðini vóru upprunaliga
ein arbeiðsbúni, men gjørdist fín aftaná 60 árini.
Í dag er møttilin ofta fótasíður,
men gekk ikki niður um
miðjuna fyrr.
Bundnaturriklæðið til tey føroysku
klæðini varð bara brúkt til
arbeiðsklæðir fyrr, men eisini tey eru
vorðin modernað, og eru nú ofta at
síggja í ymsum samansetingum.
Vanligt var, at fólk lótu seg í myrk, føroysk klæðir,
tá ið tey gjørdust gomul, meðan bláu klæðini vóru
syrgibúni. Í dag er heilt vanligt at síggja ungar gentur
ganga í bæði bláum og grønum tjóðarbúna.
Bæði konufólk og mannfólk kunnu vera í morreyðum
klæðum í dag, men morreyði liturin var upprunaliga
bert til mannfólk.
➘