Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. juli 2008 77 2008 ólavsøkudag kl. 13.00. Tá ið samgongan varð skipað, segði Jóannes Eidesgaard, at samgongan, sum hevur so tepran meiriluta, sum tað ber til at hava – 17 av 33 tingmonnum – ætlar at fremja grundleggjandi reform­ ar í føroyska samfelagnum. Tað eru hesi orðini, og tað, sum stendur í sam­ gonguskjalinum, sum tað má roknast við, at samgongan og løgmaður nú fara at leggja upp til. Fýra ára valskeið gongur skjótt, og royndirnar siga, at tað, sum ikki verður loyst úr lagdi tíðliga í skeiðnum, verður torført at fremja, tá ið tað stundar til val. Okkum nýtist ikki at leita so langt aftur fyri at finna dømi um hetta. Harvið má roknast við, at løgmans­ røðan hesa ferð verður nógv meiri framlítandi, enn hon var fyri einum ári síðani, tá ið løgmaður – av góðum grundum – hugdi aftur á skeiðið og tók saman um. Samgonguskjalið, sum nú skal gerast til veruleika, verður í stuttu útgávuni orðað soleiðis: • Sosialir reformar skulu tryggja teimum við størsta tørvinum javn­ bjóðis møguleikar fyri einum virknum lívi • Vinnupolitikkurin skal skapa ný­ menning og vøkstur og taka burtur forðingar hjá vinnu, feløgum og einstaklingum fyri altjóða samstarvi • Búskaparligar langtíðarætlanir skulu skapa burðardyggan vøkstur og sum frá líður gera føroyska búskapin óheftan • Miðvísar íløgur verða gjørdar í út­ búgving, mentan og gransking • Stjórnarskipanin skal verða samtykt og mál verða skipað undir føroyskt ræði • Heilsupolitisk átøk skulu tryggja fólkaheilsuna • Orku­ og umhvørvispolitikkurin verður á altjóða samhaldsføstum støði • Átøk til økismenning og broytingar í kommunubygnaði skulu geva øllum økjum í landinum møguleika at mennast í rímiligari javnvág Til tess at tryggja støðugleika verða hesar meginreglur fylgdar í politiska starvinum: • Tjóðarsemjur verða gjørdar tvørtur um floksmørk um stórar samfelagsligar broytingar. • Avvarandi partar verða bodnir at verða við, tá ið stórar broytingar og samtyktir verða viðgjørdar • Rættartrygd og opinleiki skulu galda í allari fyrisiting • Tá ið stórar samfelagsíløgur verða gjørdar, skulu tær hava greiða rað­ festing og fígging á langtíðarætlan, ið røkkur í minsta lagi 10 ár fram. Høvuðsvinnan Serligt fokus hevur seinastu tíðina verið á fiskivinnuni, sum er í tungum sjógvi. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og løgmaður hava sent tað, sum tykist vera meiri enn summarballónir, við boðum um, at fiskivinnan skal sjálv laga seg til broyttu fyritreytirnar, sum eru minni fiskarí, lægri fiskaprísir og hægri oljuprísir og kostnaðarstøði annars. Í endaorðaskiftinum undan summar­ frítíðini hjá løgtinginum helt løgmaður, at politiska skipanin átti at umhugsað at sett ein bólk ella eina nevnd við tí setningi at fylgja gongdini í kreppuhóttu fiskivinnuni, tí tað var langt frá fyrst í juni og til á ólavsøku, og tað kundi hugsast, at fyritreytirnar hjá fiskivinnuni fóru at verða nógv broyttar, tá ið tingið kom saman aftur.Kanska so nógv at tað í hesum tíðarskeiðnum var neyðugt at taka politisk stig. Eingin bólkur varð settur, og nú kemur tingið saman aftur. Sjónarmiðini um útmeldingarnar hjá løgmanni og fiskimálaráðharra fevna frá, at tað er sterkur politiskur boðskapur at geva vinnuni og fíggingar­ stovnunum møguleika til sjálvi at finna út av tí og til, at tað er óðamannaverk ikki at hjálpa høvuðsvinnuni. Og at tað er neyðugt at økja um frælsið at virka umborð og at selja uttanlands, um nøkur meining skal vera í at geva vinnuni sjálvari loyvi at laga seg til broyttu umstøðurnar. Takið tykist ógvuliga stórt, áhugamál­ ini eru mong, og tað kann so skjótt koma politiskur bruni í. Semja er um, at veiði­ og framleiðslu­ orkan eru ov stór, og at betri stovnsrøkt og færri eindir høvdu givið størri avkast til samfelagið. Tað kemur eitt nú fram í álitinum, sum nevndin við ­ í tráð við samgonguskjalið – umboðum fyri vinnuna lat úr hondum herfyri. Men tað er ikki semja um – heldur ikki í samgonguni – hvussu farast skal fram, og hvat tað eru fyri fyrilit, sum tað fyrst og fremst skal leggjast upp fyri. Fyrsta ábendingin um politiska viljan og dirvið fæst, tá ið lógin um fiskidagar skal viðgerast beinanvegin eftir ólavsøku. Royndirnar siga, at tað skal ógvuliga breiður politiskur ryggur til at gera djúpar broytingar á júst hesum økinum. Í umleggingini av alivinnuni, sum fyri fáum árum síðani var í djúpari kreppu, høvdu peningastovnarnir stóran leiklut. Stjórar fyri peningastovnar hava seinastu vikurnar luftað, at hetta eisini er ein møguleiki í sambandi við sanering og umlegging av fiskivinnuni. Bæði í hesum spurninginum og eisini í øðrum hava ábendingar verið í orðaskiftinum í vár og í summar um, at tað eru møguleikar fyri tí, sum í samgonguskjalinum verður nevnt tjóðarsemjur tvørtur um floksmørk. Sjálv­ stýrisflokkurin og Sambandsflokkurin hava signalerað, at teir eru við upp á fiskarípolitikk, sum skjótt minkar um kapasitetin, og sum samstundis vísir atlit fyri, at útlátið av vandamiklum gassum verður minkað. Tað er møguleiki fyri, at løgmaður og landsstýrið koma í støðu, har tað verður breið semja í tinginum, men har tað ikki verður semja í samgonguni. Tað verður vorðið sum avbjóðing at takla! Sambært visión 2015 skulu 90 prosent av føroyskum ungdómum hava tikið eina miðnámsútbúgving í 2015. Undanfarna samgonga tók stór stig á hesi leiðini, og henda samgongan hevur tikið tráðin upp og á onkrum økjum spent uppaftur meiri fyri. Spurningurin er, hvussu fatur skal fáast á so stórum parti av ungdómsárgangunum. Í løtuni eru vinnutilboðini góð, og tað vísir seg at halda einum parti av teimum ungu aftur í at útbúgva seg – í fyrstu atløgu í hvussu so er. Tað vil siga, at talan er um tvíeggjað svørð! Samgonguskjalið sigur, at einskilj­ ingar verða framdar, um mett verður, at tær eru til gagns fyri samfelagið og vinnubygnaðin. Fyritreytirnar eru nógv broyttar síðani seinatsu ólavsøku: ABC er útskift við CHE, og fíggjarligu vánirnar hjá vinnuni eru nógv broyttar. Eftir sangin hjá ólavsøkukórinum við nýggjum sangstjóra verður farið undir eitt nýtt politiskt ár, har eisini er lagt upp til nýggjar tónar Framhald á næstu síðu