Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Sosialurin 22. juli 2008 2008 Tað verða ikki lista­ verk, sum mynda ólav­ søkuframsýningina í ár. Í staðin fáa áskoðararnir ein forkunnugan møguleika at kaga yvir økslina hjá 27 listafólkum og síggja skitsurnar, sum kanska, kanska ikki gjørdust listaverk seinni Ein vitjan á ólavsøkuframsýningini í ár verður sum at ganga inn í ein skitsublokk, væntar Kirsten Justesen, listakvinna og kurator, sum hevur fingið hugskotið at sýna fram kladdur, royndir og uppkast hjá út við 30 føroyskum listafólkum. Spurd, hvussu nógv verk, vit kunnu vænta at síggja, er Kirsten Justesen skjót at svara – Onki. Hugskotið er nettupp ikki at vísa liðug verk, men heldur skitsir, sum blivu ella kanska einaferð blíva lidnar. Orkan í tí ólidna Kirsten Justesen minnir á, at ein málningur á vegginum bara er tindurin á ísfjallinum av tí arbeiði, sum er lagt í verkið. – Eg vil sleppa at síggja orkuna, frustratiónirnar, stríðið og passiónina, sum liggja aftanfyri. Lidnu verkini kunnu listasøvnini taka sær av, hanga upp og seta í bás, sum teimum lystir, sigur hon. Tá Listafelag Føroya bað Kirsten Justesen skipa ólavsøkuframsýningina í ár, var tað fyri at fáa eitt fremmant eyga á føroyska list. – Trupulleikin er bara, at fremmand eygu ofta longu hava sett føroyska list í bás – í øllum førum í Danmark, har fólk flest longu hava eina heilt avísa fatan av, hvat føroysk list er, sigur Kirsten Justesen, sum tí setti sær fyri heldur at kanna fjaldu orkuna og drívmegina, sum skapar føroysku listina. Fekk lykil til arbeiðsrúmini Hóast talan er um skitsur, sum lista­ fólkini ongantíð hava ætlað skuldu sýnast fram, hevur Kirsten Justesen ikki havt trupulleikar við at fáa tey at lata tær av hondum. – Als ikki. Tey listafólkini, sum ikki vóru heima, søgdu mær enntá hvar lykilin til arbeiðsrúmið var, og bóðu meg bara fara sjálva at leita. Men eg kann sjálvandi ikki vera vís í, at tey ikki høvdu goymt onkra skitsu væl og virðiliga, sum eg ikki slapp at síggja, sigur forvitna listakvinnan. Tað trýr hon hinvegin ikki, at lista­ fólkini hava gjørt. Kirsten Justesen greiðir frá, at tá tú biður listafólk um slíkt út frá einum fakligum áhuga, er tað nakað annað, enn um tú bara kemur at sneyta. – Endaliga úrvalið er úrslit av faklig­ um prátum, sum eg vóni, at listafólkini hava havt líka stóra gleði av, sum eg. Í øllum førum stuttleikaðu vit okkum óført, flennir Kirsten Justesen. Persónligar skattakistur Fleiri enn 500 skitsur vera við á fram­ sýningini. Ein stórur partur eru skitsur til málningar, men eisini útkast til bygningar, storyboards til videofilmar og hálvlidnir leirlutir verða at síggja. Nógvar av skitsunum eru til sølu, men ikki allar. – Fyri fleiri av listafólkunum er hetta jú teirra skattakistur, sum tey ongantíð fara at lata frá sær. Eisini eru onkrar heilt fantastiskar skitsubøkur við, sum listafólkið eisini hevur brúkt sum eitt slag av dagbók, og slíkt selur man ikki, sigur Kirsten Justesen. Fyri ikki at avdúka dagbóksnotirnar hevur Kirsten Justesen latið bøkurnar upp á ávísum síðum og síðani lagt tær í glasskáp. Sjálv heldur hon, at júst dagbókslíknandi skitsubøkurnar geva eina hugtakandi mynd av, at skitsur í grundini altíð eru søgur um eitt listaverk. Tá ólavsøkuframsýningin letur upp 28. juli er høvi at hoyra tvey av listafólkunum sjálvi siga søgur um síni listaverk. ____________________________ Tekstur: Anna V. Ellingsgaard Onki listaverk á ólav­ søkuframsýningini – Eg vil sleppa at síggja stríðið, passiónina og orkuna, sum liggja aftanfyri listaverkini, sigur Kirsten Justesen, kurator og listakvinna, sum hevur fingið hugskotið at sýna fram skitsur hjá føroyskum listafólkum á ólavsøkuframsýningini í ár (Mynd: Polfoto) Nina Alberg Arge Marmar (Marianna Mørkøre, Maria Arnell) Marianna Bjørkheim Sigrun Gunnarsdóttir Barbara í Gongini