Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. juli 2008 91 2008 Sjálvskaptir djevlar H øvuðsstaðurin dusar sær í tjóðarhátíð, og hæddar­ punktini eru ymisk, alt eftir hvør tú ert, og hvar á lívsleiðin,i tú ferðast. Absolutta hæddarpunktið hjá einum forelskaðum drongi er bara at fáa eitt glimt av gentuni, sum hann er skotin í, og sum hann kanska enn ikki hevur snakkað við. Hjá øðrum er tað ítróttur, andaligar stevnur, drykkjuveitslur og vanlig samvera oman og niðan eftir Áarvegnum. E g eri giftur við eini kvinnu, sum er rættiliga bundin av, at mann skal ella mann má. Vit eru ólavsøkufólk, skilt á tann hátt, at vit flýggja ikki úr høvuðsstaðnum og seta okkum til háborðs á bygd fyri at sleppa undan at fáa fólk á ólavsøku. Og tað er øgiliga nógv, sum vit mugu til á ólavsøku. Ólavsøkan er ein spurningur um prioritering, vit skulu vera heima, og vit skulu vera úti, og vit kunnu ikki vera í fleiri støðum í senn. Ó lavsøkusetanin er nakað, sum vit skulu til uttan nakra diskussión. Kona mín er havnafólk, og hon hevur verið til yvir 40 ólavsøkusetanir, og hon troyttast ikki av teimum. Eg eri bygdarmaður og var hálvvaksin, áðrenn eg fyrstu ferð var á ólavsøku. Tá var tað heilt óhugsandi, at fara til eina ólavsøkusetan. Og skrúðgongan úr Havnar kirkju ólavsøkudag var heilt útilokað. Hormonini rasaðu í kroppinum, og eg hevði annað at hyggja at, enn pyntaðum politikarum og prestum. Havnarkonan í mínum lívi vendi eyguni aftur móti ólavsøkusetanini, sum nakað, sum mann bara átti at vera til, uttan at seta spurningar av nøkrum slag. Havnarfólk fara til ólavsøkusetanina, og er tú giftir við eini havnarkonu, so fylgir tú við og so einki meira. N ú havi eg verið til nógvar ólavsøkusetanir og heilt erligt, innast av hjarta, so daga kritiskir spurningar fram. Hvat geri eg niðri á Vaglinum ár eftir ár, kleimdur millum fólk, í føroyskum klæðum við strømmum vesti, sum ger mína tilvitan um búkin sterkari enn nakrantíð? Hvat geri eg her, hugsi eg, meðan eg royni ikki at kroysta nakran fremmandan, og flógvi og søti roykurin av nýsleptum rossalorti frá forsøgdum rossum setir upp í næsagluggarnar. Hvat geri eg á Ólavsøkusetanini fyri tjúgundu ferð. Tað eru bara nakrar heilt fáar røður, sum eg minnist, hinar eru allar farnar í gloymibókina. Krøvini til ólavsøkurøðurnar eru ov veik. Tú hoyrir ikki vanliga røður, sum flyta, røður sum brenna seg fastar í minnið á fólki. Eg gerist eitt sindur argur eina løtu, nú meðan eg skrivi. Eg havi staðið alt ov nógv á ólavsøku og lurta eftir sjálvfylgiligheitum, tvungin, tí mann má til ólavsøkusetanina. Kanska eg hevði gjørt nógv størri nyttu av at verið nærverandi í útjaðaranum av mannamúgvuni, verið nærverandi í løtuni her og nú og tosað við onkran, sum hevði hug at tosa við meg. Her standi eg í tjóðarbúnanum fittur og nýrakaður við síðuna av konuni í búnanum til ólavsøkusetan, tí tað má mann bara. T að, sum gevur meining tað eina árið, nýtist ikki at geva meining tað næsta. Ein tann ríkasta løtan, eg havi havt á ólavsøku, var sangurin ólavsøkumorgun fyri mongum árum síðan, tá íð sviaføroyingurin Heri Eysturlíð stjórnaði í heitari vaknandi sól. Løtan næm so hvølt við mítt hjarta, at tárini runnu, og í slíkari hjartanemandi løtu gjørdust øll kring meg vøkur og deilig og beinleiðis fitt. Í hesum ljósinum líktist skrúð­ gongan av politikarum og prestum einum flokki av barnagarðsbørnum, sum gingu túr í býnum, leidd av sólini úr erva. O g eg hevði einki úti á politikkarunum hesa løtuna. Teir eru ikki annað enn ein spegilsmynd av fólkinum. Onki uttanfyri meg er annað enn ein spegilsmynd av støðuni inni í mær sjálvum nakrantíð. Havi eg tað gott við meg sjálvan, so eru politikarar meinaleysir, er disharmoni inni í mær sjálvum, so gerast teir smáir djevlar, við øllum teimum hugsandi feilum, sum eitt normalt menniskja hevur. Tí sanni eg orðini hjá Meistaranum, at tú kann ikki elska næstan meira enn sjálvan teg. Elski eg ikki meg sjálvan, hvussu kann eg tá elska næstan? Fái eg ilt av politikkarunum, um eg síggi teir í skrúð­ gongu í ár, so er okkurt galið við mær og mær eina. Tað hjálpti at skriva hesar reglur. Tit kunnu vera vís í, at síggja tit meg á ólavsøku í ár, so verður tað bara tí, at eg havi hug til tað. Góða ólavsøku Klumma Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard Mynd: Bárður Eklund »Havi eg tað gott við meg sjálvan, so eru politikarar meinaleysir. Er disharmoni inni í mær sjálvum, so gerast teir smáir djevlar, við øllum teimum hugsandi feilum, sum eitt normalt menniskja hevur« Jústinus Leivsson Eidesgaard Hugsar tú um frælsi og smidleika − við MasterCard hevur tú møguleikan. Kortið til húskið og fyritøkuna.