týsdagur 22. juli 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38 Sosialurin 22. juli 2008
2008
Hóast hon er Jehova Vitni,
verða tað ikki gospel
løg vit fara at hoyra frá
ársins songrødd, Onnu
Nygaard. – Mín trúgv og
mín tónleikur eru hvør sítt.
Men skuldi eg valt, valdi
eg trúnna, sigur 16 ára
gamla songkvinnan
Fyri einum ári síðani hevði hon ongantíð
trúð tær, um tú segði við hana, at hon
fór at standa á palli á Summar Fest
ivalinum í ár sum ársins songrødd. Og
í grundini var tað heilt av tilvild, at 16
ára gamla Anna Nygaard av Glyvrum
yvirhøvur var við í kappingini.
Í dag er hon ikki í iva. Dreymurin er
at gerast songkvinna á høgum støði og
kunna liva av tónleikinum. Hon setir
tó eina treyt – at hennara trúgv sum
Jehova vitni sleppur at fylgja henni inn í
tónleikaheimin.
Kom við uppá avboð
Fleiri eggjaðu annars Onnu Nygaard
til at tekna seg til kappingina um
Ársins Songrødd fyrr í ár. Men unga
glyvragentan smæddist og tordi illa
at halda seg framat. 1.apríl fekk hon
tó boð um at hon var við í kappingini.
Tá hon fann út av, at hetta bert var
ein aprílsøga, gjørdist hon eitt sindur
vónbrotin. Hetta skuldi tó ikki verða
seinasta orðið, tí Anna Nyggard hevði
fingið blóð upp á tonna. Og hóast
freistin at tekna seg til kappingin var
úti, eydnaðist tað henni at sleppa við,
eftir at onkur hevði givið avboð.
Restina av søguni kenna vit. Frálíka
framførslan hjá Onnu Nygaard av sangi
num “Valerie” hjá Amy Winehouse í
innleiðandi umfarinum tók øll á bóli.
Hon kom beint í finaluna, og har
sang hon sangin “Baby I Love You”
hjá Arethu Franklin. Henda sang hon
so mikið sannførandi, at hon gjørdist
greiður vinnari av kappingini. Við í
vinninginum var millum annað, at
hon sleppur at framføra á Summar
Festivalinum fríggjadagin 8.august.
Foreldrini hjálpa
Sangur er ein nýggjur partur av lívinum
hjá Onnu Nygaard. Men samstundis
eru eisini onnur virði, ið hava rættiliga
stóran týdning fyri hana – ikki minst
trúgvin. Hon er Jehova Vitni, og hon
ynskir at fylgja síni trúgv fult út. Spurd,
um ikki tað eru nakrar konfliktir millum
tað, at hon nú er trínur inn á tónleika
leiðina og lívið annars sum Jehova
Vitni, svarar hon, at í høvuðsheitum er
tað ikki.
– Eg leggi stóran dent á at halda
trúnna og tónleikin sundurbýtt í størst
møguligan mun. Tey bæði hava sum
so einki við hvørt annað at gera. Tað
einasta, ið eg og foreldur míni hugsa
um, har okkara trúgv kanska spælir inn,
er í sambandi við hvørjum umhvørvi,
eg framføri í. Vit ynskja, at har, sum eg
syngi, koma fólk, tí tey eru áhugaði í
tónleikinum og ikki bara fyri at ballast.
Vit ynskja bara, at tað er eitt sunt
umhvørvi, sum eg syngi og ferðist í,
sigur Anna Nygaard avgjørd.
Foreldrini stuðla henni fult út í sangi
num, og halda tað vera stuttligt, at
hon nú hevur fingið henda møguleikan.
Tað, at tey eru Jehova Vitni er ikki
nøkur forðing fyri, at Anna Nygaard
livir henda dreymin út. Foreldrini
ráðgeva henni og hjálpa henni við
teimum tilboðum, ið koma inn. Á tann
hátt kunnu tey í samráð velja og vraka
millum tey tilboð, hon fær.
Tá Anna Nygaard verður spurd, hvat
hon hevði valt, um hon noyddist at velja
millum tónleikin og trúnna, er hon als
ikki í iva.
So hevði eg sjálvandi valt trúnna.
Mín trúgv er ein týðandi partur av mær,
og hana taki eg fram um alt. Tað er ein
lívsstílur, ið eg havi valt, og hann ætli
eg mær ikki at broyta. Men eg eri eisini
rættiliga sannførd um, at eg ongantíð
verði noydd at taka eina slíka avgerð.
So leingi, eg ikki komi út í nakað óføri,
og haldi meg til tað, ið er sømiligt innan
trúarinnar karmar, verða ongar konfliktir
millum trúnna og tónleikin. Og soleiðs
skal tað gjarna verða, sigur Anna
Nygaard.
Trúgvin ávirkar ikki
sangirnar
Hóast trúgvin er ein týðandi partur
av hennara lívi, merkir hetta ikki teir
sangir, Anna Nygaard velur at syngja.
Til kappingina Ársins Songrødd sang
hon sangir eftir Amy Winehouse og
Arethu Franklin, og yvirhøvur er úrvalið
sera breitt. Hon syngur soul, R&B,
motown og jazz, umframt nógv annað,
og í høvuðsheitum eru tað sangir, ið fólk
kennast við, hóast aðrir eisini eru við.
Sigast má, at Anna Nygaard er sera
sjáldsom á tann hátt, at hon ikki syngur
gospel, hóast hon opinlýst er trúgvandi.
At leggja dent á at syngja gospel
og lovsangir eyðkennir annars ofta
tónleikarar úr øðrum samkomum, men
hetta hevur Anna Nygaard ikki hugsað
stórvegis um.
Hennara trúgv er ongin forðing fyri, at hon kann fylgja dreyminum um at gerast songkvinna. - Eg og foreldur míni ynskja bara, et eg syngi og ferðist í einum sunnum umhvørvi, sigur
ársins songrødd, Anna Nygaard, ið er Jehova vitni
Har Jehova Vitni og jazz