Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

94 Sosialurin 22. juli 2008 2008 Hóast festivalar og krøv um broytingar troka seg á, ber borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen ongan ótta fyri, at ólav­ søkan er við at detta niður­ ímillum øll hini tilboðini. – Ólavsøkan er jú so nógv meir enn bara pylsur og ísur, staðfestir borgarstjórin Alsamt fleiri festivalar og tiltøk av ymiskum slagi taka seg upp ár um ár. G-festivalurin og Summar Festivalurin hava í fleiri ár ligið ávikavist vikuskiftið áðrenn og aftaná Ólavsøkuna. Og seinast, vit hoyrdu, ætlar Eystanstevnan av álvara at taka kappingina upp við ólavsøkuna. Men mongu tilboðini fáa ikki borgar- stjóran í Havn, Heðin Mortensen, at stúra fyri, at ólavsøkan er við at verða ota út á síðulinjuna. – Ólavsøkan hevur nakað til allar føroyingar, ung sum gomul, og í ár fara vit at gera serliga nógv burturúr. Ólavsøkan byrjar longu hósdag 24.juli, og síðani koma nógv og fjølbroytt tiltøk at koyra alla tíðina. Føroyingar fara neyvan at lata ólavsøkuna detta niðurímillum, tí her er okkurt fyri øll. Kappróðurin, setanin, felagssangurin, skrúðgongan og alt hitt eru so sterkar traditiónir, at eg haldi ikki, at nakar festivalur ella nøkur útlendsk traditión klárar at ota tað burtur. Ólavsøkan er jú nógv meira enn bara pylsur og ísur, minnir Heðin Mortensen á. Borðreiðir við føroyskari matmentan Spurdur, hvat hann hevði víst teimum, um hann fekk útlendskar gestir á ólavsøku, er borgarstjórin skjótur at tríva í mongu traditiónirnar, ið eru knýttar at tjóðarhátíðini. – Eg hevði fyrst og fremst víst teimum tað serføroyska. Ítrótturin og serliga kappróðurin innihalda serstakar traditiónir, ið kunnu vera áhugaverdar. Sjálva setanina hevði eg eisini víst teimum, føroyska dansin og ikki minst listaframsýningarnar. Føroyska listin vísir altíð okkurt ser- merkt. Her á ráðhúsinum bjóða vit inn hvørja ólavsøku, og her hanga eisini vakrir málningar. Harafturat kemur so sjálvandi stóra sangløtan, ið ikki kann samanberast við nakað annað, staðfestir Heðin Mortensen. Umframt hetta, hevði borgarstjórin fegin viljað bjóðað útlendsku gestunum eitt sindur av føroyskari matmentan. - Eftir kappróðurin plaga eg og konan at borðreiða við føroyskum mati, ið eg sjálvur havi verið við til at hagreitt. Hetta er ein traditión, sum eg gangi høgt uppí, avdúkar borgarstjórin. Bæði borgarstjóri og borgari Ólavsøkan er oftast sera hektisk fyri borgarstjóran. Vikuna undan ólavsøku er nógv, ið skal fáast frá hondini, og sum borgarstjóri hevur hann eisini nógvar skyldur at røkja. – Men tá eg gangi á havnagøtum, eri eg meira eg sjálvur. Eg royni at geva mær tíð at práta við fólk og at vitja tey ymisku tiltøkini. At eg eri ein almennur persónur á ólavsøku merkir kortini ikki, at eg ikki kann taka av eini øl ella einum snapsi. Sjálvandi fari eg ikki at drekka meg fullan ella ganga sjónliga ávirkaður, tí sum borgarstjóri liggur ein ávís ábyrgd á mær, og fólk vænta nakað av mær. Tí royni eg eisini at halda ein almennan stíl. Men eg gevi mær altíð stundir til at práta við fólk og royni at vera vinarligur. Tað er altíð gott at koma í samband við borgaran, soleiðis at hann følir, at býráðið er ein opin stovnur, sigur Heðin Mortensen.. Tann góða røðan Ein av afturvendandi uppgávunum hjá borgarstjóranum er at halda røðu í ymsum sambandi. Tvær ferðir áður hevur hann hildið setanarrøðuna á ólavsøku – ein røða, sum eftir hansara tykki eigur at vera nútímans og allíkavæl lýsa traditiónirnar. – Setanarrøðan eigur at hava ein boðskap til allar føroyingar. Vit eiga at verja tey gomlu virðini og havnarsøguna og ikki broyta, bara fyri at broyta. Men tað, ið ein slík røða serliga eigur at innihalda, er boðskapin um at standa saman. Vit føroyingar duga alt ov illa at standa saman, og hesin boðskapur kann ikki verða endurtikin nóg ofta. Á ólavsøku vísa føroyingar stóran vilja at standa saman, men hesin viljin verður í ov lítlan mun endurspeglaður í gerandisdegnum, heldur Heðin Mortensen. ____________________________ Tekstur: Rógvi Nybo Mynd: Álvur Haraldsen Meir enn pylsur og ísur – Á ólavsøku dámar Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, væl at borðreiða við føroyskum mati, hann sjálvur hevur hagreitt