týsdagur 22. juli 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. juli 2008 39
2008
– Eg havi ikki valt at syngja gospel,
og eg havi heldur ikki valt at lata vera.
Mær dámar bara væl góðan tónleik,
og at syngja góðan tónleik, sigur unga
songkvinnan.
Fingið fleiri møguleikar
Síðani hon vann kappingina um at
gerast Ársins Songrødd, hevur Anna
Nygaard sungið og framført ymsa
staðni. Á Eystanstevnu framførdi
hon saman við bólki á Torginum, og
seinni sama kvøld sang hon á Bedura í
Runavík. Viku seinni, samstundis sum
Fjarðastevnan var í Vestamanna, sang
hon á Víkcafé í Klaksvík, har nógv fólk
vóru og lurtaðu.
– Higartil havi eg fyri tað mesta
sungið við playback, eins og í kapp
ingini um Ársins Songrødd. Tí verður
tað sera spenanndi at syngja á Summar
Festivalinum, tí har komi eg at hava
frálíkar tónleikarar aftanfyri meg. Tað
ljóðar heilt sikkurt betur, tá tú hevur
veruligar tónleikarar afturat tær, heldur
Anna Nygaard
Hóast telefonin ikki ringir í heilum,
fær unga songkvinnan nógvar fyrispurn
ingar um at framføra, og hon merkir, at
heitið sum Ársins Songrødd hevur givið
henni fleiri møguleikar. Og lítið er at
ivast í, at møguleikarnir verða enn fleiri
eftir Summar Festivalin.
Fylgir dreyminum
Hvat framtíðini viðvíkur, er Anna Ny
gaard ikki heilt vís í, hvat hon skal. Í
løtuni gongur hon í studentaskúla, og
har ætlar hon at gerast liðug, áðrenn
hon fer víðari. Tó hevur hon ein dreym
um at gerast sangarinna á høgum støði
og kunna liva av tónleikinum. Og nú
hon hevur vunnið Ársins Songrødd, og
hevur spennandi uppgávuna á Summar
Festivalinum fyri framman, ætlar hon at
vita, hvussu langt hetta ber.
Eg ætli at vita, hvussu langt eg kann
koma við tónleikinum. Beint nú fokuseri
eg bara uppá konsertina á Summar
Festivalinum, og so fái eg at síggja
aftaná tað, hvat víðari fer at henda,
sigur fryntliga glyvragentan, Anna
Nygaard, at enda.
____________________________
Tekstur: Rógvi Nybo
Myndir: Jensk Kristian Vang
zur møtast