týsdagur 22. juli 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 Sosialurin 22. juli 2008
2008
Á ólavsøku verður aftur
bókasøla í Hjalmar
Jacobsens Bókahandli
í miðbýnum í Havn,
sum læt aftur herfyri.
Hesaferð er tað nýggja
havnarbókin hjá Birgari
Johannessen, sum verður
til keyps har
Í staðin fyri at selja nógvar ymiskar
bøkur verða tað nógv eintøk av somu
bók í hølunum, har Hjalmar Jacobsens
Bókahandil hevur hildið til í mong ár.
Einasta bókin sum verður seld har
á ólavsøku er nevniliga bókin “Havnin
– fólk og yrki 1940-1969” hjá Birgari
Johannessen. Talan er um annað bind
og framhald av bókini “Havnin – fólk
og yrki 1900-1939”, sum kom út í fjør
og gjørdist metseljari.
Birgar Johannesen sigur, at hann
er sera fegin um hendan møguleikan,
hann hevur fingið, at kunna bjóða
bókina fram til alt Føroya fólk á
ólavsøku, tá eisini nógvir útsetar eru
heima.
Nýggja bókin er eins væl móttikin
og tann fyrra, sum kom í fjør og bleiv
prentað í 5.000 eintøkum. Nýggja
bókin rakar ein enn størri lesaraskara
við tað at bæði tey eldru og tey
tilkomnu minnast hetta tíðarskeiði. Ikki
minst tey tiltiknu 60-ini sum var ein
tann størsta broytingartíðin í 20. øld.
Bøkurnar hjá Birgari Johannesen
eru nakað heilt serligt, sum havnar-
borgarar kunnu vera stoltir av. Spurn-
ingurin er, um tað í heila tikið finnst
nakað so nágreiniligt savn yvir nakran
annan bý í heiminum.
Grípur inn í alla mentanina
Birgar Johannesen hevur sett søguna
um høvuðsstaðin í system. Bókin
grípur inn í alla mentanina hjá býnum
og er sera umfatandi. Vit kunnu til
dømis nevna konfirmantar, kirkjur og
samkomur, nógvar ymiskar stovnar,
handlar, alt slag av flutningi, skúla-
verkið, heilsuverkið, ítróttar- og frítíðar-
feløg, eins og tónleik og undirhald.
Justinus Leivsson Eidesgaard skrivar
millum annað í forðorðunum til nýggju
bókina, at tað er bara telefonbókin,
sum hevur fleiri nøvn enn hendan
Birgar við bókasølu á ól
Við bókunum um Havnina hevur Birgar Johannesen sett søguna um høvuðsstaðin í system