týsdagur 22. juli 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bæði útlendskir og føroyskir DJ’arir
fara á ólavsøku at leggja plátur á til
Undirbeat-tiltak, sum verður á grøna
grasinum millum kanónirnar á Skansa-
num.
– Vit hava fingið endaligu loyvini frá
løgregluni, og tað eru vit sera fegin
um. Skansin liggur passaliga langt frá
miðøkinum, so fólk, sum ikki dáma
hetta, sleppa frá at ilskast um ófriðin,
sigur Sunneva Háberg Eysturstein, ið
var við til at stovna felagið Undirbeat,
ið er karmur og miðdepil fyri tey, sum
hava áhuga fyri elektroniskum tónleiki í
Føroyum.
Útlendingar vitja
Undirbeat er sprottið úr elektronisku
tónleikaframførsluni á Ground Zero, ið
var partur av skránni av G!-festivalinum
í fjør. Tiltakið fekk góða undirtøku.
So góða, at fólk, eftir festivalin,
ynsktu, at tað regluliga bleiv skipað
fyri tílíkum tiltøkum. Úrslitið varð, at
felagið Undirbeat varð stovnað, og
skjótt fekst hølið í Cippo til vega, og
í fleiri umførum hevur eydnast at fylt
diskotekið í Havn.
Cippo hevur í seinastuni verið undir
umbygging, og felagið hevur leitað eftir
nýggjum og kanska meira hóskandi
hølum. Í fyrstu syftu verður tað Skansin,
sum skal leggja gras til tiltakið.
Hetta verður neyvan seinasta tiltakið
av hesum slag?
– Nei, als ikki. Vónandi hilnast væl,
so vit fáa blóð á tonnina. Ætlanin er í
øllum førum, at hetta verður byrjanin
til nógv meira elektroniskan tónleik í
Føroyum, staðfestir Sunneva Háberg
Eysturstein.
Skráin á ólavsøku verður fjølbroytt.
Fyriskiparin sigur, at fremstu DJ’arnir
her á landi framføra, meðan onkur
útlendsk nøvn eisini vitja. Sunneva
Háberg Eysturstein kann tó ikki seta
nøvn á.
– Men eg kann vissa um, at úrvalið
verður tað besta. Vónandi verður veðrið
gott, so vit kunnu samla eina rúgvu
av fólki. Sjálv havi eg verið til tílíkt í
útlandinum, og fólk taka sera væl ímóti
tí, sigur hon.
Breiður áhugi
Í kjalarvørrinum á væleydnaðu Undir-
beat-tiltøkunum hevur elektroniskur
tónleikur í Føroyum tikið dik á seg. Ein
rúgva av fólki samlast til larmandi,
pumpandi og ferðmikla tónleikin. Harum-
framt hevur ein DJ-mentan, við nøvnum
sum eitt nú DJ Knýtil, JamesJames og
Steso, vundið upp á seg.
Men hvørji fólk leita sær á Undirbeat?
– Sjálvandi, so eru tað fyrst og fremst
tey, sum dáma hetta slagið av tónleiki.
Men so eru tað eisini tey, sum eru glað
fyri at dansa. Tað er ikki soleiðis, at
bara ávis fólk koma. Fleiri eru fyri at
hugna sær og hava tað stuttligt, sigur
Sunneva Háberg Eysturstein, sum slær
fast, at eingin hyggur skeivt at teimum,
sum vanliga ikki eru til Undirbeat.
____________________________
Tekstur: Uni Holm JohanneseMyndir:
Astrid Mohr/Ditte M. Joensen
Flippa út millum
kanónirnar
Fyri fyrstu ferð verður skipað fyri einum
Undirbeat-tiltaki á ólavsøku, har fólk
sleppa at flippa út til elektroniskan tónleik
á grøna grasinum millum kanónirnar á
Skansanum
2008
82 Sosialurin 22. juli 2008