Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 48

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Sosialurin 22. juli 2008 2008 Tað var Johan C. Poulsen, Føroya fyrsti blikkinsláari, í Havn, sum í 1867 teknaði eitt kort av Havnini við øllum húsanøvnunum. Havnin var ikki stór í 1867, kanska túsund fólk, og húsatalið á kortinum hjá blikkinsláaranum er nakað oman fyri 300. Havnin í gamlari tíð lá í einum trunka millum Tinganes og Húsagarð. Elstu býlingarnir vóru tí »úti í Havn« – tað er úti á Reyni, har kirkjan stóð, og »heima í Havn«, sum var niðri í Gongini, har tað enn sum áður lívir avbera væl móti vesturættunum. Hetta við húsanøvnum er jú einki eindømi í Havn, tí húsanøvn hava vit allastaðni. Mong eru eisini eftirnøvnini, sum eru tikin upp eftir húsanøvnum, og mong húsanøvn ganga aftur í ymsum bygdum. Men tað eru ongastaðni so nógv húsanøvn, sum í Havn, og tað er onga staðni í Føroyum, har vit hava so nógv gomul hús savnað á einum stað, sum í gomlu Havnini. Kortið hjá blikkinsláaranum Eitt slíkt kort, sum tað hjá blikkin­ sláaranum, er sjálvandi við til at varð­ veita nøvnini – í øllum førum soleiðis, sum tey vóru júst tá, ið hann teknaði kortið fyri 141 árum síðani. Einaferð í áttatiárunum fór Tórs­ havnar Býráð undir at seta navnaskelti á húsini í gomlu Havnini. Hetta var sera gott, serliga hjá okkum yngru, ella hjá okkum, sum ikki eru vaksin upp við hesum nøvnum. Eg havi havt mína gongd í gomlu Havnini seinastu næstan 20 árini, og fyri meg er tað púra nátúrligt at kalla húsini við gomlu húsanøvnunum, takkað verið hesum skeltum, sum kommunan setti upp, tí annars hevði eg ikki kent nøvnini. Men vandi er í allari vælferð. Tí tað vísti seg, at tá býráðið í Havn setti hesi skelti upp, so samsvaraðu tey ikki altíð við navnið, sum fólkini í húsinum brúktu, og fólk í ættini hava brúkt í fleiri ættarlið. Okkurt dømi var, har fólk gjørdu vart við hetta, og bóðu um at fáa hetta broytt, men tað bar ikki til. Tað var sum samtykt við lóg, at húsanøvnini vóru tey, sum blikkinsláarin skrivaði í 1867. Hetta er sjálvandi ikki rætti fram­ ferðarháttur, tí tað hevur altíð verið vanligt, at húski flyta og at húsanøvnini flyta við. Hetta er ikki bara galdandi í gomlu Havnini, men fleiri dømi eru, har húsanøvn eisini eru flutt longur niðan í býin í nýggjaru býlingarnar. Slíkum eiga vit sjálvandi at geva ans og virða tað sum ein nátúrligan part av býarsøguni. Býurin er livandi, og tí fara broytingar fram alla tíðína. Søgan um Baianstovu Mínir forfedrar koma úr Baianstovu, sum í dag stendur í Gongini, samanbygd við Kamarið. Hesi húsini itu Guttastova, men skiftu navn, tá tippoldurabbi mín keypti tey í 1877. Søgan er annars tann, at Baianstova stóð niðri á ósanum, niðan fyri har, sum Café Nátúr nú er. Eldri fólk minnast grøna pakkhúsið hjá Carl á Lag, sum varð bygt á grundina. Í 1877 selir oldurabbi mín, Poul Jacobsen, húsini til handilsvirkið Jørgen Bech & Sønner ­ ella rættari, teir gera eitt gerðarbýti, har handilin hjá teimum fær Bainastovu niðri á ósanum, meðan oldurabbi fær Guttastovu í Gongini. Tá oldurabbin selur húsini, hevur familjan búð har í fýra ættarlið. Tá munna verða liðin eini 130 ár síðani at langabbi hansara fekk húsini frá einum týskum ferðamanni úr Bayern. Langabbin fylgdi týskaranum runt í Føroyum, og afturfyri fekk hann húsini, tá »bayarin« fór av landinum, og hagani kom navnið »Baianstova«. Nú gamla Baianstova varð seld, flutti húskið niðan í Gongina, og Jørgen Bech & Sønner taka gomlu Baianstovu niður og byggja nýtt og størri pakkhús á staðnum. Hetta húsið hevur høga grótlagaða grund og hægri reising. Mangan síggja vit myndir av hesum pakkhúsi, har sagt verður, at hetta er Bainastova. Men tað er ikki rætt, tí hetta húsið hevur ongantíð verið kallað Baianstova. Ein ábending um, at so er, er at staðið, har pakkhúsið stóð, varð kallað á Baiagrund – uttan iva tí, at húsini vórðu tikin niður, og tí at navnið flutti niðan í Gongina. Gamla høvuðsgøtan í Havn Tá vit nevna Gongina, so er tað eitt sindur løgið at ímynda sær, at hetta var høvuðsgøtan í Havn. Ikki er gøtan meira enn ein favn til breiddar, har Húsanøvn í Havn Gamli føroyski siðurin at hava húsanøvn er ein skattur, sum vit eiga at varða um. Í Havn eru vit so heppin at eiga eina heilan býling av gomlum húsum, har nógv av húsanøvnunum eru varðveidd Ongastaðni eru so nógv gomul føroysk húsnaøvn varðveidd, sum í gomlu Havnini