Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 49

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. juli 2008 49 2008 smalast er, og høvdu menninir aftan fyri Sjóvinnubankan ikki sloppið at oyðilagt niðara part av Gongini, so var hugnin enn meira fullkomin. Gongin byrjar við Bringsnagøtu. Fyrstu húsini á høgru hond, tá vit fara omaneftir eru Dandastova, har tvey húski búðu. Síðani koma: Baianstova, Nýggjastova, Nólsoyarstova, Funningstova (fyrr hjá Niels Ulrikki), hjá Bókbindaranum, Húsini í Køk, sum eru horvin og gamla Kristnastova Taka vit so vinstru síðu av Gongini úr Bringsnagøtu, so er Áarstova horvin, har teir báðir Hans Andreas og Janus Djurhuus vórðu føddir. Hon stóð beint yvir av norðrara endanum av Café Natúr. Síðani koma samanbygdu Knútsstova og Vertshúsið og síðani Fútastova. Eftir hesi komu tey átta húsini, sum hvurvu við Sjóvinnubankanum, tá hann varð bygdur fyrst í tríatiárunum. Tey vóru Ísaksstova, Við Stein, Dávastova, Í Dali, Hjá Petur í Gong, Áspustova, Willumstova og Villustova. Næsta húsið er Müllershús – gamla Tingstovan, og síðani kom Kristnastova, sum tey seinni kallaðu hjá Vellajus. Har sum Evensens pakkhús stendur, stóð Mortanstova. Í hesi lítlu gøtu vóru sostatt 24 hús - nógv smá gamaní, men eisini fleiri stór. Hvussu nógv fólk hava búð í gøtuni, er ilt at meta um, men óivað langt oman fyri 100. Í dag búgva fólk í trimum av hesum nevndu húsum. Tilsamans eru vit fýra vaksin fólk og tvey børn. ___________________________ Tekstur: Eirikur Lindenskov Myndir: Jens Kristian Vang Navnaskeltini, sum Tórshavnar býráð hevur sett upp út á Reyni, hava gjørt sítt til, at fólk í dag kenna og brúka gomlu húsanøvnini Gongin, sum hon sá út, áðrenn og aftaná, at átta gomul hús hvurvu, tá Sjóvinnubankin bygdi í gøtuni