týsdagur 22. juli 2008síða 52
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52 Sosialurin 22. juli 2008
2008
Síðan Heilbrigdið læt upp í desember
1986 hava 4000 føroyingar verið í
viðgerð. Av hesum eru 1600 fyri vist
edrúir í dag. Ingi Mohr er sjálvt navnið
aftanfyri hendan stovn.
Vit skrúva tíðina knappliga sjeytjan
ár aftur 25 dagar eftir ólavsøku.
Greinahøvundurin ferðaðist tá á botni í
samfelagnum og vaknaði eftir drúgvan
rús upp aftur á Heilbrigdið á Velbastað.
Her lá hann saman við nógvum øðrum
alkoholikarum, sum spakuliga vóru á
veg upp á turt eftir tjóðarhátíðina. Fret-
og sveittaroykurin hekk ramur í luftini
og menn vóru tigandi.
Einasta røddin, sum veruliga hoyrdist,
var klára røddin á Inga Mohr, sum er
leiðari á stovninum. Hann prátaði við
teir ymisku sjúklingarnar, hevði glimt í
eyganum, troystaði og uggaði, kelaði
ikki fyri nøkrum, tosaði beinleiðis,
kallaði ein spaka fyri ein spaka, fýrdi
onkra sjofla av, tosaði um Gud og
fanan, alt í einum.
Og nú eru vit frammi við friggjadagin
4. juli í ár, tjóðardag amerikumanna, og
vit hava sett 66 ára gamla Inga Mohr
stevnu í Rúsuni í Havn til myndatøku.
Hetta er rættuliga súmbolskt, tí
sjúklingarnir, hann hevur havt við
at gera seinastu mongu árini, hava
rættiliga tætt og professionelt tilknýti
til Rúsuna. Teir eru millum tey tíggju
prosentini av teimum, ið drekka, sum
ikki tola rúsdrekka og sum frálíður
menna alkoholismu, ein sjúka, sum er
eins invaliderandi sum aðrar herviligar
sjúkur.
Ingi er broyttur seinastu 17 árini.
Tað eru vit øll. Hann er ein almennur
persónur, og tíðindi í høvuðsstaðnum
seinastu mánaðarnir hava gingið um,
at Ingi er álvarsliga sjúkur, og hevur
fingið eitt slag av scelerosu, sum verður
kallað ALS, – ein sera ágangandi sjúka
við vánaligum útlitum.
– Illgrunin er gjørdur til skammar í
fyrstu atløgu. Eg havi júst verið niðri til
kanningar og dómurin hjá læknunum er,
at ikki er talan um ALS. Várharra er enn
einaferð komin mær til hjálpar. Fyrst
lekti hann meg fyri alkoholismu við at
læra meg at liva edrúur ein dag í senn
fyri mongum árum síðani, og nú hevur
hann aftur verið við mína lið. Nógv er
biðið fyri mær seinastu mánaðirnar
og sjálvur havi eg verið nógv í bøn,
og tað hevur hjálpt, sigur Ingi Mohr,
sum er týðliga skelkaður av, at hann
hann hevur verið skerdur seinastu
mánaðirnar. Hann endurgevur Jeremia
og Dávid og ferðabrøvini hjá Paulusi
javnan teir fyrstu minuttirnar vit páta.
Hann tosar sakta og er eitt sindur linur.
Sjúkan, sum Ingi er sannførdur um, at
hann er grøddur fyri, setir seg fyrst í
munnin. Vøddarnir, sum stýra tunguni
eru linari enn teir eiga at vera. Og
hetta er fullkomiliga í andsøgn við tann
orðafima Inga.
– Men eg havi eisini brúkt so nógv
kjaft í lívinum, at talan er helst um
yviranstrengisli, tí er muðurin so linur.
Eg havi fingið at vita, at eg skal hvíla
meg nógv, og fyri fyrstu ferð í lívinum
kann eg dovnast við góðari samvitsku,
sigur Ingi Mohr.
– Eg eri munandi meira eyðmjúkur
í dag. Allar samkomur hava biðið fyri
mær, og eg eri eisini vorðin salvaður.
Eg eri vorðin munandi meira andaliga
sinnaður, nú hóttafall hevur verið á. Tú
setir ikki prís á eina brandstøð fyrr enn
eldur er í, sigur hann.
Ingi býr á trøðni hjá abba sínum við
Sundsvegin. Her hevur hann bygt síðan
hann flutti niðan í 1974. Eitt hús fyri og
annað eftir. Her er talan um ein heilan
býling. Seinasta húsið stendur í hálvum
gekki. Hann hyggur eitt sindur harmur
at tí.
– Forbannað nógv fyri. Byggimyndug-
Givið 1600
føroyingum
lívið aftur
Um ein mann, sum 25 ára gamal fyrstu ferð smakkaði
dropan, og sum gjørdist alkoholikari við brestin og ár
seinni í eini viðgerð í Íslandi lærdi at liva við alkoholismuni
edrúur og sum síðan fór í hernað móti alkoholismuni hja
túsundtals landsmonnum, snýr hendan søgan seg um
Samrøðan gekk fyri seg í hugnaligum stovuni hjá Inga Mohr við Sundsvegin. Málningin aftan fyri seg, samanber Ingi Mohr við sítt lív, sum
hevur verið ein boksikamur