Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 53

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 22. juli 2008 53 2008 leikarnir eru ikki til at tosa við. Fyri einaferð skyld havi eg søkt um byggi­ loyvi, og nú vilja teir ikki geva mær tað. Eg skuldi ongantíð havt søkt, letir í honum. Nú er glimtið aftur í eyganum, og tú hómar tann garvaða kommunalpolitikaran, sum í áratíggju myndaði kommunalpolitikk í Havnini saman við Petur í Gong og øðrum protestantum á uttanflokkalistanum. Edrúiligheits-ikon – Eg slapp ongantíð ordliga av við tostan. Mær dámar alvorliga væl at drekka, men eg kann ikki, tí eg eri alkoholikari. Aftaná eitt tørn í 1985 sendi onkur – helst til stuttleikar – tveir íslendingar niðan til mín, sum vóru í Føroyum og reklameraðu fyri eini nýggjari viðgerð móti rúsdrekka­ misnýtslu, Minnesotaviðgerðin. Hesi vælmeintu fólk hildu nokk, at eg trongdi til tað. – Í stovuni, her sum tú situr nú, sótu teir báðir íslendingarnir Guðny Steffanson og Skúli Thoraldsen. Teir prátaðu óført um alkoholismu, og tað var, eins og teir sendu pílar eftir mær. Eg kendi alt aftur, sum teir tosaðu um. Hetta var 10. mars. 12. mars ella Grækarismessudag, meðan tjøldrini flugu til Føroyar, fleyg eg til Íslands at læra at drekka,– helt eg tá. Eg visti tá einki um, at skuldi eg verða edrúur sum alkoholikari, so skuldi eg halda meg frá tí fyrsta glasinum hvønn dag restina av lívinum. Um eg hevði vitað hetta tá, so hevði eg neppa farið í viðgerð, fyrr enn eg var komin heilt á botn og sá ongan annan útveg, so væl mær dámdi at drekka, sigur Ingi Mohr, sum nú aftur er tann gamli stríðsmaðurin. Hann situr undir tí seinasta málninginum, Ingálvur av Reyni, sáli, málaði, og málningurin avmyndar stríð og er avbjóðandi eins og listamaðurin, denn mótmælismaður ella protestantur, sum hann sjálvur segði seg vera. – Hesin málningur avmyndar mítt lív, sum hevur verið ein boksikampur, so langt aftur, eg kann minnast. Tað hevur bara ligið til mín at stríðst. Ein buldribassi – Í tí umhvørvinum, eg vaks upp í, var einki brennivín. Eg var 25 ár, áðrenn eg fyrstu ferð var fullur, og eg gjørdist alkoholikari beinanvegin. Eg misti totalt tamarhaldið á lívinum, tá ið eg drakk. Eg havi ein høgan stakk av politimálum, har eg havi brotið lógina við kenning, og eg veit ikki, hvussu ofta eg havi verið í fullubrummu, sigur Ingi og lítir aftur á. Eg vil hoyra hann við egnum orðum greiða frá hini tiltiknu hendingini, tá ið hann avvápnaði donsku sjóverjuna undir Føroyum. – Tað var eitt veddimál millum meg og Niels Simonsen á Sandi. Hann smíðaði her í Havn. Vit høvdu verið í biograf, Anna og eg. Eg fór oman á Bursatanga og har lá »Maagen«. Hetta var í 1974. Eg sníkti meg umborð, har var ongin at síggja og byrsurnar hjá teimum stóðu pent upp á pláss. Eg tók tær niður og tveitti tær í havið og smoygdi mær í land. Hetta bleiv sjálvandi uppdagað, og eitt øgiligt 4000 føroyingar hava verið í viðgerð á Heilbrigdið, sum Ingi Mohr tók stig til og hevur verið leiðari á síðan byrjan. Av hesum eru 1600 fyri vist edrúir í dag. Hetta hevur verið serliga meiningsfult, sigur Ingi Mohr Framhald á næstu síðu