týsdagur 22. juli 2008síða 54
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54 Sosialurin 22. juli 2008
2008
rumsterilsi kom burtur úr. Tað kom bæði
í Ekstrablaðið og í svensk bløð, at »en
fuld færing« hevði avvápnað donsku
sjóverjuna í Norðuratlantshavi. Og tað
varð eisini grinið at tí á næsta Nato
fundinum sigst, sigur Ingi Mohr.
– Vit vóru 12 í viðgerð í Íslandi og
av teimum liva átta edrúir í dag, hinir
eru deyðir. Skjótt kom hugskotið, at
tann hjálp, eg hevði fingið í Íslandi,
eisini mátti koma føroyingum til góðar.
Eini hús vóru til sølu á Velbastað
fyri eina millión og Regin Olsen í
Sjóvinnubankanum var so positivt
innstillaður, at tað eydnaðist okkum
at læna til húsini og 350.000 krónur
at byrja viðgerð. Heimið læt upp í
desember 1986.
– Eg havi starvast á Heilbrigdið í 21
ár, og tað er ongin ivi um, at hetta er
ríkasta arbeiði reint menniskjansliga
fyri meg í lívinum. Tað er einki so væl
signað fyri meg, sum at vera saman við
edrúum alkoholikarum, sigur hann.
Tilvitskan um hóttandi sjúkuna, hann
dregist við nú, vitjar aftur Inga og
hann reisir seg knappur upp og leggur
fløguna við sangum hjá »Pedir hjá
Pola«, Petur Háberg, á ljóðanleggið. Og
nú fyllist stovan við brúsandi sangi og
stillum orgultónum, og vit lurta í tøgn
eftir sanginum »Eg elski tær grøðandi
hendur«.
– Tøl kunnu verða tolin, og tað hava
umleið 4000 føroyingar verið í viðgerð
á Heilbrigdið. Eg havi fylgt gjølla við
og ført hagtøl, og eg veit, at í hvussu
er 1600 av hesum liva edrúir í dag.
Um vit siga, at eini tíggju fólk standa
hvørjum einstøkum av hesum 1600
nær, so eru tað út við helvtin av øllum
føroyingum, sum hava fingið gagn av
rúsdrekkaviðgerðini á Heilbrigdi, og tað
er slett ikki ein so galin kensla, nú farið
er at halla undan á lívsleiðini, sigur Ingi
Mohr.
Ingi er djóravinur burturav. Tann
yvirstóru brúnsvarti amerikanski bul
doggurin Maja kemur inn í stovuna og
heilsar upp á húsharran og undirritaða,
áðrenn hann leggur seg á eitt teppi,
fullkomiliga eitt við hesa løtuna.
Hvíti puddilin Pjusk er eitt sindur
meira varin, snoddar varisliga mínar
buksubrøkur, sum allarhelst anga av
Siv og Loka, sum eru okkara hundar
heima. Seyðahundurin Viggo kemur
eisini inn í stovuna. Hann er blindur
og 17 ára gamal og hvílir fullkomiliga í
sær sjálvum. Hann heilsar eymliga upp
á Inga, og teirra eygu møtast, sum teir
hjartavinir teir eru, síðan kemur hann
yvir til mín og gongur yvir móti tí eina
av teimum trimum flygelbeinunum,
sum bera flygelið í stovuni »Kundi verið
áhugavert at lyft beinið«, hugsar hann,
kemur síðan í tankar um, hvar hann
er, umbestemmar seg og leggur seg í
løtuna.
Tøgnin er lekjandi
– Eg elski tøgnina í dag. Hatta orða
takið, at tungur er tigandi róður passar
slett ikki. Gud talar til mín gjøgnum
tøgnina. Hann talar mest til mín
gjøgnum náttúruna, gjøgnum vøksturin,
gjøgnum tutlið í ánni. Og hann er nær
hjá mær her á trøðni, sum eg keypti
frá abba fyri 100.000 krónur í 1967. Eg
havi havt ótrúliga stóra gleði av hesum
blettinum í Havnini, sigur Ingi, tá ið vit
heilsa farvæl næstu tíggju minuttirnar.
– Og tað er tøgnin, sum dregur meg
suður á Skarvanes, har eg eisini havi
hús, skoytir hann uppí.
Inni á sofaborðinum stendur blanka
kaffikannan, og fatið við bollunum hjá
Annu er hálvtómt. Oman á bollunum
liggur leskiligt tilreitt føroyskt smør,
góður ostur og reyð piparfrukt. Ingi
hevur ikki etið nakað serligt, meðan
við hava prátað og málningaportrettini
á veggjunum hyggja mungandi eftir
bollunum. Ingi er listaelskari og hvør
veggur er prýddur við virðismiklum
málningum, sum bert eru kám kopi av
veruliga lívinum uttanfyri í náttúruni.
____________________________
Tekstur: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Myndir: Mureldur/Sunva Eysturoy Lassen
Í stovuni hjá Inga hava túsundtals alkoholikar sitið ristandi og skelvandi, áðrenn teir eru farnir í viðgerð. Heimið hjá Inga hevur verið opið
fyri mongum, sum hava livað á botni í samfelagnum