Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-22, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Sosialurin 22. juli 2008 2008 V it vóru einir seks mans, sum fóru á fleyg hendan ólav­ søkuaftan. Flestu okkara fóru fyri at hugna okkum, og fleiri okkara høvdu stungið eina pisu innan­ vert jakkan, umframt óunveru­ liga transistorradioið, tí ikki bar til at fara nakrastaðni uttan at hoyra, hvussu tað gekst Nólsoyinginum. Væl komnir suður í Dalar settu vit okkum niður at bíða undir stóra steininum. Veðrið var gott, so tað gjørdi einki, um vit bíðaðu eina løtu. »Er nakar aftan fyri teg«? var vanligi spurningurin, til tann seinast komna. »Ja, Charles er á veg«, var standard svarið, vísandi til Charles Gade, ið sum kunnugt ikki sær fram um nøsina... N å, men vit kasta so lut, tá klokkan er komin hartil. Eg fái Røðina, sum er sessur nummar 10. Nummar tólv er Urðarendi, einki at reypa av. Ellivu er undir Túgvusteini, og hann tók Jens. Sjálvur sat eg í Røðini, við Klumpi­Dumpa undir mær í Jákupssessi. Klumpi­Dumpi er Rúni, og eitt eyknevni, sum gamli lærarin óforvarandi kom at kalla hann. Og tað hekk við. Soleiðis í hvussu er, at eg kalli hann tað enn. Vit sótu so har. Fleygaðu tað, ið kom framvið. Byrðurin var ikki so galin, lágur í ættini, so tað var ikki so gott hjá okkum høgrahandaðu. Sera stutt er millum Røðina og Jákupssess, so vit gingu eitt sindur í millum, Klumpi­Dumpi og eg. Hann hevði eina blandaða vodka, og eg hevði eina óblandaða whiskey av einum ella øðrum slagi. So lagið var gott frá morgunstundini av. H inir sótu longur suðuri á Urðini. Ivan í Bakkanum og Rene í ovara sessi í Hvíturðini. Grúviliga nógv betri fleygamenn enn eg, so tað var bara gott, at teir fingu teir sessirnar. Nå, men vit sótu so har. Nutu góða veðrið. Fleygaðu tað, vit kundu, uttan beinleiðis at telja. Gingu sum sagt ímillum, eg og Klumpi­Dumpi. Eg oman í Jákupssess, hann niðan í Røðina. Einaferð, eg taldi, hevði eg fingið væl oman fyri 90, og tá kom veruliga ondin í meg, tí nú sá eg, at fyri aðru ferð í lívinum hevði eg møguleika at koma úr bjólgi – tað vil siga, koma upp um hundrað. Eg sat nú stívur og fleygaði. Taldi umaftur hvørja ferð, eg fekk ein aftrat. Var ikki longur so glaður fyri vitjanirnar hjá Klumpi­Dumpa, men tað eydnaðist. Eg kom úr bjólgi. 101 fóru í posan. Tá var lag á manni. Vit fylgdust heim á Bólstað. Komu framvið Túgvusteini, har Jens hugagóður sat. Hann hevði tev. Er farin undir grønu torvu nú. Sótu so har við ánna, fløskurnar gingu runt. So nú við eitt kemur Rene heim í dalin. Ringir eftir báti, tí teir hava fingið so nógv har suðuri, yvir 200 í part, minnist meg rætt. Fartelefonin rakk ikki so langt tá. Nei, har skal eingin bátur koma eftir mær. Fyri fyrstu ferð í lívinum havi eg fingið meiri enn eitthundrað, og teir skal eg sanniliga bera heim á egnum ryggi. So vit fylgjast heim, Klumpi­Dumpi, Jens, Anfinn Brekkstein – sum hevur konu úr Nólsoy – og eg. K om her, sigur Jens, lat meg bera taskuna hjá tær. Hann visti sum var, at fløskan lá í taskuni. Vit gingu so heim­ eftir móti bygdini. »Huff«, sigi eg, lat okkum hvíla nú. »Nei«, sigur Jens, vit ganga eitt sindur aftrat. Hann hevði tikið leiðsluna. Og Anfinn var eisini komin úr bjólgi sama dag, so vit endaðu hjá vermóður hansara, áðrenn vit komu víðari. Nólsoyingurin vann ikki hendan ólavsøkuaftan, men vit feiraðu tað kortini, at eg var komin úr bjólgi. Og Anfinn við. Soleiðis kunnu vit eisini halda ólavsøku – á bygd. ____________________________ Tekstur: Leo Poulsen Mynd: Rógvi Laksáfoss Við fleygastong á ólavsøku Hann vildi ikki fara heim, hann hevði eitt ánilsi. Og rætt var, hann kom upp um teir hundrað við fleygastongini hendan ólavsøkuaftan, og so var snapsur á skránni