týsdagur 22. juli 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
98 Sosialurin 22. juli 2008
2008
Stemningspallur
á Vaglinum
Millum mongu tónleikatiltøkini á ólavsøku verður
ein sonevndur Stemningspallur á Vaglinum, ið fer
at hýsa bæði tónleiki, sjónleiki og øðrum listarligum
innsløgum
Ólavsøkan verður í ár á tremur við tónleikaligum tiltøkum. Eitt av tiltøkunum,
sum verður við fyri fyrstu ferð, er ein fólksligur stemningspallur, sum verður
settur upp á Vaglinum, so hann spælir niðan móti tinghúsinum. Hetta skal
vera ein stemningspallur, sum inniheldur fólka-, popp-, jazz- og kórtónleik,
umframt sjónleik og aðrar listarligar framførslur millum annað við Bárði Persson.
Spælimenninir, Yggdrasil, Uni Arge, Petur Háberg við Bet You Are William,
Tórshavnar Big Band og Eyðun og Terji fara eisini at trína á stemningspallin.
Hugnaligt og fólksligt
Pallurin skal ljóða teir báðar ólavsøkudagarnar 28. og 29. juli, og hvørt innslag
kemur at vera umleið. 25 minuttir. Rundanum kemur alt tað vanliga, hugnaliga,
sum eyðkennir miðbýin á ólavsøku, at vera. So sum pannukøkur, poppkorn og
básar av ymsum slag.
– Tað verður fólksligt og hugnaligt við tí endamáli at fáa meira av lívi í
býin; at fáa tað tónlistarligu síðuna meira við, tí hon er ein so stórur partur
av mentanini, og tað er týdningarmikið at vísa á, sigur Bogi Andreasen,
leiðari á Margarinfabrikkini, sum saman við einum av stjórunum í Five Star
Entertainment, er høvuðsfyriskipari av tiltakinum.
Tað er Tórshavnar Kommuna, sum stendur aftanfyri nýggja tiltakið.
____________________________
Sunneva Háberg Eysturstein