týsdagur 22. juli 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. juli 2008 45
2008
rtanum á býnum
á. Tað ger skránna meira variereraða og
gevur okkum møguleikar at leggja fleiri
sjangrur inn, sum ikki hava verið við
fyrr, sigur Jóhannus á Rógvu Joensen.
Betri í allar mátar
– Ólavsøkukonsertin hevur nokk
ongantíð verið so illa umtókt, sum í
fjør. Hetta var av tí, at tað var ikki nóg
nógvur kapasitetur at fyriskipa hana,
og hon varð tí latin til kommersiell
endamál. Hetta fara vit at royna, alt vit
kunnu, at gera gott aftur í ár; í øllum
førum at gera okkara besta og fáa
áhoyrararnar at kenna seg væl, ímeðan
hon er. Eitt nú taka vit serligt fyrilit til
fólk í koyristóli og seta øki av til tey.
Vit arbeiða eisini við at fáa skeinkiloyvi
og at skipa eina ordiliga góða barrsølu,
sum ikki hevur køir men er skjót og
gevur góða tænastu. Yvirhøvur hava vit
endurskoðað alt konseptið og roynt at
funnið fram til, hvussu vit kunnu betra
allar frontar, sigur nýggi formaðurin.
- Eitt eventuelt yvirskot av konsertini
ferð til at stuðla tónleikarum og ymsum
tónlistarligum verkætlanum. Vit hava
til dømis ein stóran trupulleika í
infrastrukturinum her í landinum við,
at tað er alt ov dýrt at ferðast út á
bygd; við bussi, bátum, gjøgnum tunlar
og so framvegis. Har vilja vit fegin
stuðla bólkum í at fara út at spæla.
Fløguútgávur vóna vit eisini at kunna
veita stuðul til í komandi framtíð. Og
vit vilja fegin fáa FUTT involverað í
føroyskt music export, tá tað er komið
upp á beinini, sigur Jóhannus á Rógvu
Joensen.
Virksemið verður økt
- Tíðin er farin frá tí, sum var, og
framyvir fer FUTT at virka nógv meira
aktivt fyri tað føroyska tónleikalívið. Vit
eru í samstarvi við G! Mini og Samvit,
har vit í felag fara at halda ráðstevnur.
Síðani eru vit í gongd við at leggja til
rættis skeið, har tónleikarar millum
annað kunnu læra at brúka CODA.
Vit fara at hava ymsar fyrilestrar um
tónleik og um, hvussu man klárar
seg úti i heimi. Í november kemur
Mezzoforte trummuleikarin her at
undirvísa. Umframt hesi tingini ætla vit
eisini at skipa fyri gamlamannadansi í
november. Og so fara vit at hava onkrar
nisjukonsertir bæði her í Havn og úti
á bygd fyri bólkar, sum annars ikki
hava so góðan møguleika at spæla á
teimum støðunum, sum eru, sigur nýggi
formaðurin.
– Generelt skal tað koma meira av
røring í tónleikalívið. Vit hava fingið
stuðul frá Mentanargrunninum uppá
20.000kr, sum vit millum annað fara
at brúka til at skipa fyri konsertum í
útjaðaraøkinum. Vit fara eisini at byrja
at lobby'a fyri festivalar og onnur stór
tiltøk, sum eru mvg skyldug og royna
at fáa Mentamálaráðið at revurdera
tað. Við øllum hesum vóna vit at kunna
fáa ein meira aktivan leiklut fyri tann
føroyska tónleikamarknaðin, greiðir
nýggi formaðurin í FUTT, Jóhannus á
Rógvu Joensen frá.
____________________________
Tekstur: Sunneva Háberg Eysturstein
Myndir: Álvur Haraldsen
Dagfinn Joensen, Rani Christiansen, Franklin Henriksen, Frans Galán og Jóhannus á Rógvu eru við í nevndin í FUTT, sum hevur sett sær fyri at fáa meira røring í tónleikalívið í Føroyum
Nýggja FUTT nevndin er:
Formaður: Jóhannus á Rógvu
Joensen
Næstformaður: Frans Galán
Kassameistari: Franklin Henriksen
Skrivari: Rani Christiansen
Nevndarlimir: Jaspur Guttesen,
Pætur Magnussen og Dagfinn
Joensen