týsdagur 22. juli 2008síða 46
‹ fyrra síða allar 132 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46 Sosialurin 22. juli 2008
2008
Fert tú á ólavsøku?
– Seinast eg var á Ólavsøku í Havn
var einaferð í byrjanini av 90 unum.
Eg fari neyvan aftur á ólavsøku í
Føroyum, men meg minnist, at tá ið
eg fór, legði eg altíð fyri við at hyggja
eftir kappróðrinum. Onkuntíð fór eg
til fótbóltsdyst uppi í Gundadali, men
tað, sum mær dámdi best, var at
spáka í havnar gøtum og hitta vinir og
kenningar. At hugsa sær til, her kundi
tú hitta fólk, sum tú ikki hevði sæð í
mong Harrans ár. Hetta var bæði stuttl
igt og spennandi.
Soleiðis greiðir fuglfirðingurin Ann
finn Hansen frá. Vegna búskaparligu
kreppuna flutti hann saman við konu og
børnum til Danmarkar í 1995. Tey búgva
í eini sera hugnaligari íbúð í Bagsværd
í útjaðaranum av Keypmannahavn.
Børnini, trý í tali, eru flogin úr reiðri, og
frítíðin fer við at sigla við seglbátinum,
sum tey ognaðu sær fyri fáum árum
síðani. Báturin hevur pláss í Svane
møllehavnini, og tá ið høvi býðst, og
vindurin er góður, fara tey á flot.
Ólavsøkan hevur seinastu árini
verið hildin á Bryggjuni úti á Amager,
og soleiðis verður eisini í ár.
– Eg má viðganga, at eg eri ikki
sørt bergtikin av hesum tiltakinum
á Bryggjuni í Keypmannahavn. Um
støðurnar at hátíðarhalda ólavsøkuna
eru avbera góðar. Eins og í Havn hevur
tú møguleikan at keypa tær breyð
við føroyskum viðskera, her er bæði
føroyskur og enskur dansur, andalig
møti og annað, ið hoyrir eini rættari
ólavsøku til. Her havi eg verið seinastu
árini, og mangt er sum bendir á, at
soleiðis verður komandi árini, sigur
Annfinn Hansen at enda.
____________________________
Tekstur: Símun úr Konoy
Útisetin: Annfinn Hansen, Bagsværd
Heldur ólavsøku á Bryggjuni
Fulgfirðingurin Annfin Hansen, ið býr í Bagsværd, gleðir seg til ein føroyskan bita á
ólavsøku á Bryggjuni í Keypmannahavn