leygardagur 28. juli 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 143 - 28. juli 2001
Nr. 143 - 28. juli 2001
13
UMSÓKNARSVAR
Rúnar Reistrup
Um brævbjálvin er tunnur
er tað eitt nei, men er bræv-
bjálvin tjúkkur er tað allar-
helst eitt ja. Eitt nei fyllir
nevniliga oftast bara eitt
ark, meðan tað við einum
játtandi svari plaga at fylgja
onnur skjøl.
Ein av komandi døgun-
um, helst mánadagin, fáa
hundraðtals
føroyingar
bræv frá »Den Koordiner-
ede Tildmelding« (KOT)
har boðað verður frá, um
tey hava fingið pláss á teirri
útbúgving, sum tey fyrr í ár
vónrík hava søkt um, ella
ikki.
Grundreglan um hvussu
man sær á brævbjálvanum,
um hann inniheldur eitt
játtandi ella noktandi svar,
fer uttan iva at liggja langt
frammi í huganum hjá
teimum, sum mánamorgun-
in fara at telja minuttir til
postboðið kemur við bræv-
inum.
Men fyri tey flestu er tað
við blandaðum kenslum, at
tey lata brævbjálvan upp, tí
eitt játtandi svar merkir
ikki, at lívið frá nú av verð-
ur sól og hunangur. Fyri tey
flestu merkir tað samstund-
is eitt brátt farvæl til fam-
ilju, vinir og tryggu um-
støðurnar heima. Tí skot-
bráið er stutt og longu um
ein mánað skulu tey sita
klár í onkrari skúlastovu
ella fyrilestrarhøll í Dan-
mark. Og áðrenn tað skulu
tey finna sær okkurt stað at
búgva og annars renna frá
Peri til Pól fyri at fáa alt tað
formella viðvíkjandi flyt-
ingini í rættlag.
Hjá nøkrum tykist alt
hetta so møtumikið og
ótrygt, at eitt noktandi svar
kann kennast sum ein lætti.
Fyri tey flestu er noktandi
svarið tó ein tungur biti at
svølgja. Men teimum nytist
ikki at fella í fátt beinan-
vegin, tí um skjótt verður
farið fram, ber oftast til at
koma inn á onkra aðra út-
búgving.
Í teimum báðum greinun-
um niðanfyri verður greitt
frá hvat nú er at gera, ann-
aðhvørt tú hevur fingið játt-
andi ella noktandi svar í
brævinum frá KOT.
Slapp eg inn ?
Hvørt ár er søgan tann sama. Postboðini bera brøvini frá »Den Koordinerede Tilmelding« út um ólavsøkuna, vónríkir umsøkjarar lata tey upp,
og har endar felags søgugongdin hjá teimum, sum hava søkt um upptøku á hægri útbúgvingarstovnum í Danmark. Fyri summi er ólavsøkan so
at siga oyðiløgd, meðan onnur beinanvegin byrja at pakka
Fært tú játtandi svar,
merkir tað eisini at tú
skalt flyta av landi-
num, og tá er nógv
ymiskt tú skalt minn-
ast til og hugsa um.
Her er ein uppskrift
uppá at flyta niður at
lesa.
JA
Rúnar Reistrup
Hevur tú fingið játtandi
svar er góð orsøk til at frø-
ast. Frammanfyri bíðar ein
spennandi tíð, sum ikki
altíð er so ljósareyð, men
har stutt er ímillum avbjóð-
ingarnar. Tær fyrstu standa
longu í durinum og tú skalt
beinanvegin byrja at fyri-
reika teg. Á hesum spaltum
verður greitt frá nøkrum av
tí, sum tú skalt gera kom-
andi mánaðin.
Vátta svarið
Fært tú játtandi svar frá
KOT, so er tað fyrsta tú
skalt gera at vátta at tú
tekur ímóti útbúgvingartil-
boðnum. Hetta skal gerast
skrivliga, og oftast er freist-
in stutt, so tað skal gerast
beinanvegin. Ert tu sloppin
inn á dreymaútbúgvingina
er lætt at taka hesa avgerð,
men ert tú komin inn á eina
av teimum lægri prioriter-
aðu útbúgvingunum, er or-
søk til at hugsa seg væl um
og kanna eina eyka ferð
hvat hendan útbúgvingin í
veruleikanum snýr seg um,
áðrenn tú sendir váttanina
til KOT.
Íbúð
Tú skuldi gjarna havt søkt
Kollegiekontórið í býnum,
tú ætlar tær til, um íbúð ella
kamar fyri minst tveimum
mánaðum síðan. Hevur tú
ikki tað, so ger tað nú, men
vænta ikki at fáa nakað áðr-
enn tú flytir niður.
Stórt trot er á íbúðum í
teimum størru donsku lestr-
arbýunum, og tí mást tú í
fyrstu atløgu taka tað, tú
fært. Seinni kanst tú so
flyta í okkurt betri. Søk tey
kollegiuni, ið hava styttst
bíðitíð, um tú ikki hevur
nakað stað at búgva, tá tú
kemur niður.
At gera í Føroyum
Áðrenn tú stingur í sekkin
og fert til Danmarkar, eru
nøkur formell og minni for-
mell viðurskifti, tú skalt
minnast til at avgreiða.
Tú skalt fara inn á
kommunskrivstovuna í tín-
ari kommunu at siga for-
melt farvæl. Tvs. at tú skalt
melda flyting úr kommuni.
Far síðan inn á gólvið hjá
Toll- og Skattstovuni. Har
skalt tú søkja um at »var-
veita fulla skattskyldu í
Føroyum sum lesandi«.
Hetta gevur tær góðar
skattaumstøður tá tú kemur
heim aftur í feriunum at
arbeiða. Ætlar tú tær ikki at
arbeiða? Søk kortini – tú
kanst ongantíð vita hvussu
stórt peningatrotið kann
gerast.
Finn útav hvussu tú skalt
fáa tíni ting niður. Fylla tey
bara ein stóran plastikposa,
kanst tú sjálvur bera tey.
Fylla tey nakað meir er
Postverkið tann frægasta
loysnin, men skalt tú hava
nógv ting við, so spyr flutn-
ings- og farmafeløgini.
Av teimum minni for-
mellu tingunum, sum skulu
gerast áðrenn tú fert avstað,
kunnu nevnast at keypa
Grønu sangbók og nakrar
góðar føroyskar fløgur, fáa
email adressurnar hjá øll-
um teimum, tú kennir, og
syrgja fyri at tú eigur nóg
mikið av peningi at hava
við. Tí tað kostar at flyta,
og tað kann ganga lang tíð
áðrenn SU setir nakað inn á
tína bók.
Komin til Danmarkar
So skjótt tú ert komin til
Danmarkar (innan fýra
dagar) skalt tú fara inn á
kommunuskrivstovuna
í
tínum nýggja heimbýi og
siga formelt halló. Tað inni-
ber at tú meldar teg inn í
kommununa og harvið fært
eitt
»sygesikringsbevis«
við einum CPR nummari.
Hav altíð tað gula »syge-
sikringsbevis« uppi á tær,
og lær teg beinanvegin CPR
nummarið uttanat, tí í Dan-
mark er hetta meira umráð-
andi enn at tú dugir títt
navn. Tú sleppur nærum
ikki at keypa eina pylsu utt-
an at upplýsa »títt numm-
ar«.
Á kommunuskrivstovuni
fært tú skjøl, ið skulu brúk-
ast til at velja lækna og
tannlækna. Vel onkrar bein-
anvegin. Tú kanst altíð
skifta seinni.
Tá tú hevur fingið títt
CPR nummar er tíð at fara í
bankan at biðja um eina
konto. Far í ein av smærru
bankunum, um tú vilt hava
góðar umstøður. Størru
bankarnir
kunnu
finna
uppá at krevja kontoavrit
og lønaruppgerð úr Føroy-
um og nokta tær Dankort
og VISA fyrstu nógvu mán-
aðirnar.
Við kontonummari og
CPR nummari kanst tú nú
fara á SU skrivstovuna at
útfylla umsóknarblað um
útbúgvingarstuðul. Søk eis-
ini um SU lán, um tú hevur
brúk fyri tí. Men ansa eftir.
Lán skulu gjaldast aftur og
mugu tí ikki gerast ov stór.
So hevur tú avgreitt tey
“kravdu”
viðurskiftini.
Men enn er okkurt eftir.
Ætlar tú tær at arbeiða í
Danmark, er tað eitt gott
hugskot at fara inn á Toll-
og Skatt í nýggju kommuni
at biðja um Føroyafrádrátt.
Serligar reglur eru galdandi
um hvør hevur rætt til
hendan skattafrádrátt, so
kanna um tú hevur rætt til
hann, áðrenn tú fert til Toll
og Skatt. Ein góður máti at
kanna hetta er at ringja til
»Ráðgevingina fyri føroy-
ingar í Danmark« (tlf. 31
23 99 80). Hon er har til tað
sama.
Tað kann vera eitt gott
hugskot at tekna trygging.
Ikki minst um tú keypir tær
nýggja súkklu, tí tað eru
onnur enn tú, sum halda at
hon er flott og gjarna vilja
eiga hana. Tekna eina »ind-
bo-forsikring«. Hon umfat-
ar eisini súkkluna.
Hevur tú enn ikki funnið
nakað at búgva í, so kanst
tú fara framvið Kollegie-
kontórinum í býnum at
kæra tína neyð. Tað hjálpir
onkuntíð væl.
Fert tú aðrasataðni enn til
Keypmannahavnar at lesa,
finnast
føroyingarfeløg,
sum lesandi føroyinar, eins
og tú, mynda. Melda teg
inn í føroyingafelagið í tín-
um býi.
Eisini er tað eitt gott hug-
skot er at tekna seg sum lim
í MFS, sum er felag teirra
føroysku lesandi. MFS hev-
ur skrivstovur í øllum teim-
um størru lestrarbýunum í
Danmark.
Byrja útbúgvingina
Tá útbúgvingin byrjar fært
tú allarhelst eitt størri ella
minni kultursjokk. Hini í
flokkinum (danirnir) ljóða
helst longu sum tey hava
gingið har í tvey ár, men tað
hava tey ikki, og tey eru
líka ósikkur og óvitandi
sum tú. Tey duga bara nak-
að væl betur at tosa og lata
sum um tey vita.
Syrg fyri at læra nøkur av
teimum at kenna og far við
tá tey møtast eftir skúlatíð.
Fá vinir á útbúgvingastovn-
inum og far fyri guðs skyld
við á »hyttetúrin«, eisini
um tú ikki tímir.
Les nógv og møt væl
upp, men enda ikki sum
turkatræ tó. Hav eitt lív við
síðuna av lesnaðinum.
Um tú fært játtandi svar
Hóast tú fært nokt-
andi svar við posti-
num, so nýtist slagið
ikki at vera tapt.
Gamaní, tú sleppir
neyvan at lesa tað,
sum tú ætlaði, men
har eru aðrir møgu-
leikar, og kanska ert
tú kortini á veg niður
at lesa
NEI
Rúnar Reistrup
Tað fyrsta tú skalt gera, um
tú fært eitt noktandi svar
inn ígjøgnum brævsprekk-
una, er at kanna um talan
kann vera um ein feil. Hev-
ur tú søkt ígjøgnum kvotu 1
og umsóknin harvið bara
verður mett eftir karakter-
miðaltalinum, er lætt at
kanna um talan er um ein
feil. Á internetsíðuni hjá
ivuC (www.ivuc.dk) stend-
ur hvat miðaltal tann sein-
ast upptikni umsøkjarin
hevði, og er títt miðaltal
hægri enn tað, so er møgu-
liga talan um at KOT hevur
gjørt ein feil.
Hevur tú søkt ígjøgnum
kvotu 2 er eitt sindur verri
at síggja, um talan er um
ein feil, men um tú heldur
tað vera løgið og órímilgt,
at tú ikki ert uptikin, so
loysir tað seg at ringja til
KOT og spyrja.
Fært tú at vita at talan
ikki er um nakran feil, men
kortini er vísur í tínari søk,
ber til at klaga.
Aðrir møguleikar
Verður tú ikki upptikin á ta,
ella tær, útbúgvingarnar,
sum tú hevur søkt, kanst tú
velja at byrja á onkrari aðr-
ari útbúgving. Hetta letur
seg gera, tí at tað altíð eru
nakrar útbúgvingar, sum
hava so fáar umsøkjarar at
har er pláss fyri fleiri. Vilt
tú hava eitt av hesum pláss-
um ræður um at vera skjót-
ur.
Ring ella skriva beinan-
vegin til ivuC (tlf. 35 32 29
14) og bið um at fáa listan
yvir tær útbúgvingar, sum
enn hava pláss fyri fleiri
lesandi. Kanna so hvat
hetta eru fyri útbúgvingar
og um nøkur vekir tín
áhuga. Um tú finnur eina,
so skriva aftur til ivuC og
bið um pláss.
Ljóðar hetta ov møtu-
mikið ber altíð til at venda
sær til ráðgevingina hjá
LFÚ og heita á tey um at
fáa
listan
yvir
leys
útbúgvingarpláss til vega
frá ivuC.
Tey, sum ikki søktu um
upptøku á útbúgvingar-
stovnum í Danmark áðrenn
freistina 1. juli, men nú
kortini hava hug at fara nið-
ur at lesa, kunnu eisini
sleppa inn á hendan hátt.
So fært tú eitt noktandi
svar við postinum, ella
søkti tú ikki tá tíðin var til
tað, hevur tú kortini møgu-
leika at byrja lestur í Dan-
mark 1. september í ár.
Keldur:
Altjóða Skrivstovan
og MFS
Um tú fært noktandi svar
C
M
Y
K
13
12