Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 140 - 23. juli 2008 Teir eru við at rigga m.a. útgerð til á boripallinum West Phoenix, sum skal bora á føroyska land­grunninum í komand­i ári. Tá teir sóu grein á Portali­ num um pallin send­u teir mynd­ir og tilfar um internetið. Føroyingar í oljuvinnu Jan Müller jan@sosialurin.fo Hóast stórur partur av djúp­ vatnsflotanum liggur, so eru boð eftir føroyingum í altjóða frálandavinnu. Tørv­ ur er á góðum handverkum í heila tikið í oljuvinnuni, og í mong ár hava hundrað­ tals føroyskir handverkarar arbeitt í oljuvinnuni í eitt nú Noregi og Danmark. Teir koma víða um í hesum arbeiði, eitt nú til spennandi uppgávur umborð á bori­ pallum. Men tað er ikki á hvørjum degi, at teir fáa til uppgávu at vera við til at rigga útgerð til á palli, sum í framtíðini skal vera partur av oljuleitingini við Føroy­ ar. Nú um dagarnar fekk Sosialurin teldupost frá før­ oyingum, sum arbeiða umborð á boripalli í Las Pal­ mas. ­Vit síggja à Portalinum eina grein um West Phoenix. Føroyingar eru alla staðni. Eg sjálvur og 4­5 aðrir før­ oyingar eru ì løtuni staddir á Las Palmas umborð á West Phoenix. Vit arbeiða sum mekanikarar umborð. Allir hava tað gott, búgva umborð. Heilsa heima. Hetta vóru orðini, sum stóðu at lesa í telduposti til Portalin/Sosialin í vikuni. Telduposturin var frá Bjarna Berg, sum saman við fleiri øðrum føroyingum arbeiðir umborð á spildurnýggja boripallinum ”West Phoe­ nix”, ið skal bora á føroyska landgrunninum næsta ár. Sosialurin hevur síðani havt samband við føroying­ arnar í Las Palmas, har vit spurdu, hvat teir takast við umborð. Vit prenta svar teir­ ra her: ­Okkara arbeiði er fyri tað mesta at gera broytingar og ábøtur av hydraulik­ útgerðini umborð, tvs. kran­ ar, lyftiútgerð, borigreiðir og annars alt mekaniskt umborð. Tað er altíð ymiskt, sum má broytast, tá tað er nýtt. Vit arbeiða allir fyri eitt danskt felag, og eru í løtuni útleigaðir til MH í Noregi, sum hevur samstarv við Seadrill, eru altso ikki fastir umborð. Vit vóru fak­ tiskt ikki klárir yvir, at tað var hesin, sum skuldi til Føroyar at bora, fyrrenn vit komu her og síðani lósu tað á Portalinum ­Um tað verður hesin pall­ urin, sum finnur fyrstu olj­ una á landgrunninum! ­Tað hugsa vit ikki so nógv um nú men vænti, at vit verða nakað ernir allir, um tað hendur, nú vit hava verið við til at rigga eitt nú boriútgerð til. Bjarni Berg sigur at enda í teldupostheilsanini, at teir hava verið tilsamans átta føroyingar umborð á West Phoenix, nú eru so fimm eftir. Teir seinastu fara heim 3. august. Nakrir hava verið umborð í 4 vikur og nakrir 6 vikur. ­ Myndirnar vit senda til Portal og Sosial vísa, hvus­ su høgt uppi man upplivur at arbeiða og inn á Las Pal­ mas bý, inn yvir havnaøkið, og tá pallurin lá uttanfyri havnaøki her, og síðani felagsmyndina av øllum før­ oyingunum uppi á tyrlupallinum. Bestu heilsanir, føroying­ arnir á West Phoenix. Átta føroyingar á bori- palli í Las Palmas Teir átta føroyingarnir, sum hava arbeitt umborð á spildurnýggja boripallinum West Phoenix, sum skal bora sjeynda brunnin á føroyska landgrunninum næsta ár. Her avmyndaðir á tyrlupallinum til Portalin og Sosialin Boripallurin West Phoenix uttan fyri Las Palmas, har átta føroyingar í fleiri vikur hava gjørt broytingar og ábøtur á eitt nú hydraulisku útgerðina Frá havnalagnum í Las Palmas Umborð á West Phoenix 3.500 sæð ”E elski Førjar” ­ Telefonin í Norðurlandhúsinum hevur gingið heit, síðan tað frættist, at seinasta sýning av E elski Førjar skuldi verða í gjárkvøldið. Men tað verður enn ein sýning í kvøld, mikukvøldið kl 19:30, siga tey úr Norðurlandahúsinum Nú er endaliga avgjørt, at tann allar seinasta eykasýningin í Norðurlandahúsinum av E elski førjar verður mikukvøldið 23. Juli kl. 19.30. Hetta sostatt tann níggjunda sýningin, og tá hava umleið umleið 3.500 fólk sæð ”E elski Føroyar”. Haydn og Grieg á Matiné í Havnar Kirkju Leygardagin verður Matiné í Havnar Kirkju. Tað eru Jona Jacobsen, Andreas Restorff og Malene Thastum, sum fara at spæla tónleik av Haydn og Grieg. Tey bæði fyrstu eru bæði úr Havn. Jona gongur á konservatorinum í Århus, har hon fær frálæru hjá kenda violinspælaranum Kim Sjøgren. Andreas gongur í Keypmannahavn eg hevur Morten Zeuthen sum lærara. Malene Thastum, sum hevur føroyska mammu, er uppvaksin í Danmark. Hon hevur útbúgving sum klaverspælari frá konservartoriinum í Keypmannahavn og arbeiðir dagliga á Musikkskúlanum í Sorø. Konsertin verður endurtikin í Mentunarhúsinum í Fuglafirði sunnukvøldið kl. 20.