mikudagur 23. juli 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 140 - 23. juli 2008
Eitt stórt tal av javn
aðarfólki í Sandoy
og í Skuvoy hava
boðað frá, at tey
melda seg úr Javn
aðarflokkinum,
vil flokkurin ikki
tryggja teimum, at
farið verður undir
undirsjóvartunnilin
seinast í 2010. For
maðurin í Javnaðarfel
agnum í Sandoy er ein
av teimum
Undirsjóvar
tUnnilin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Gongur Javnaðarflokkurin
við til at útseta undirsjóvar-
tunnilin, verður tað hansara
deyði í Sandoynni og í Skúv-
oynni.
Tað er formaðurin í Sand-
oyar Sýslu Javnaðarfelag,
William Davidsen, púra
sannførdur um.
Javnaðarfelagið hevur við-
gjørt málið um Sandoyar-
tunnilin, og niðurstøðan er,
at felagið tekur fult undir við
tí, sum tingmaðurin í oynni,
Gerhard Lognberg, hevur
ført fram í hesum máli.
Felagið tekur somuleiðis
fult undir við kravinum frá
Gerhardi Lognberg um at
fáa greitt svar frá løgmanni,
um farið verður undir tunnil-
in seinast í 2010, ella ikki.
Ein slík trygd frá løg-
manni er treytin fyri at varð-
veita Gerhard Lognberg í
samgonguni, og tað er
sostatt eisini treytin fyri, at
samgongan varðveitir meiri-
lutan í løgtinginum, sum
støðan er nú.
At røddir so hava verið
frammi seinastu dagarnar
um at fáa Sjálvstýrisflokkin
upp í samgonguna fyri at
útplasera teir báðar sandoy-
artingmenninar, er ein heilt
onnur søga.
Endin á
Javnaðarflokkinum
Men vil Javnaðarflokkurin
ikki stuðla Gerhardi Logn-
berg í kravinum um at fáa
undirsjóvartunnil nú, sær
William Davidsen ógvuliga
svart upp á framtíðina hjá
flokkinum í Sandoynni eins-
væl og í Skúvoy.
Hann ivast ikki í, at tað
fer at verða ein ógvuliga
dýr søga fyri Javnaðarflokk-
in í Sandoy og úr Skúvoy.
Men sostatt verður tað eis-
ini ein dýr søga fyri Javnað-
arflokkin sum heild í øllum
landinum, tí hann hevur
altíð staðið sterkur í Sandoy
og Skúvoy og fingið nógvar
atkvøður, sum muna rætti-
liga væl, tá ið valúrslitið
skal gerast upp í øllum land-
inum.
- Fær Gerhard Lognberg
ikki undirtøku frá sínum
egna flokki, og vil Javnaðar-
flokkurin ikki tryggja okk-
um, at vit fáa undirsjóvar-
tunnilin nú, eri eg fullvísur
í, at tað verður endin hjá
Javnaðarflokkinum í Sandoy
og í Skúvoynni, sigur hann.
Hann ivast ikki í, at tekur
Javnaðarflokkurin
ikki
undir við at vit fáa tunnilin
nú, fer tað at verða ein sonn
fólkaferð av javnaðarfólki í
Sandoynni og í Skúvoynnni,
sum fara at flýggja úr
Javnaðarflokkinmum.
- Seinastu tíðina hevur
eitt stórt tal av limum í Javn-
aðarfelagnum í Sandoy og
Skúvoy ringt til mín og boð-
að greitt frá, at tekur
flokkurin ikki undir við, at
vit fáa tunnilin nú, melda
tey seg úr flokkinum og
venda honum bakið.
William Davidsen ivast
ikki í, at hetta fer at kosta
Javnaðarflokkinum
eitt
umboð á løgtingi.
Formaðurin rýmur
Sjálvur hevur formaðurin í
Sandoyar Sýslu Javnaðar-
felag gjørt sína støðu púra
greiða.
- Tekur Javnaðarflokkurin
ikki undir við, at vit fáa
tunnilin nú, fari eg frá sum
formaður felagsins, og eg
meldi meg somuleiðis úr
Javnaðarflokkinum,
sigur
William Davidsen.
Hann sigur, at hann hevur
skilt á nevndarliminum í fel-
agnum,
sum
umboðar
Skúvoy, at bæði hann og
skúvoyingar sum heild hava
somu støðu, og at teir fara
at melda seg úr, fáa teir ikki
undirtøku í flokkinum.
- Men tað hava heilt
nógvir aðrir limir, bæði
yngri og eldri limir, boðað
frá somu støðu.
- Vit hava onki fingið í
Sandoynni í tvey valskeið,
og vit finna okkum ikki í hes-
um longur, samstundis sum
fólkatalið alsamt minkar.
- Verður tunnilin útsettur,
stúri eg fyri, at tað fer at
seta ferð á eina sanna fólka-
flyting úr oynni, leggur
William Davidsen afturat.
Tjóðveldis-
fólk skifta
hest
Tekur Tjóðveldið
ikki undir við at
vit fáa undirsjóvar
tunnilin nú, fer tað
at kosta dýrt, er
Meiken Krabenhøft
sannførd um
Undirsjóvar
tUnnilin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vil Tjóðveldið ikki taka
undir við, at vit fáa undir-
sjóvartunnilin í Sand-
oynna nú, fer tað at vera
eitt ógvuliga stórt bakk-
ast fyri hann í Sandoynni
og í Skúvoynni.
Meiken Krabenhøft er
forkvinna í tjóðveldisfel-
agnum í Sandoynni, og
hon ivast ikki í, at tekur
flokkurin ikki undir við,
at
undirsjóvartunnilin
kemur nú, fer tað at kosta
honum dýrt í atkvøðum í
Sandoynni og í Skúv-
oynni.
- So ivist eg ikki í, at
veljarin heldur fer at royna
okkurt annað fyri at vita,
um tað hjálpir, sigur hon.
Tjóðveldisfelagið
í
Sandoy hevur ikki við-
gjørt støðuna, men for-
kvinnan er sannførd um,
at fær veljarin ikki tað,
hann vil hava við teimum
umboðum, hann hevur
valt á ting, fer veljarin
bara at skifta hest á næsta
vali fyri at vita, um ein
nýggjur hestur roynist
betri.
Hon sigur, at veljarin
setir sítt álit á, at undir-
sjóvartunnilin kemur nú,
men verður tað av ong-
um, ivast hon ikki í, at
tjóðveldisveljarar
í
stórum tali fara at venda
sær til aðrar flokkar á
næsta løgtingsvali.
Tað er vanliga prátið
ímillum fólk, leggur hon
afturat.
Sjálv hevur hon ikki
gjørt upp við seg sjálva,
hvørja støðu, hon fer at
taka, vil flokkurin ikki
stuðla einum undirsjóvar-
tunli beint nú.
Sandoyingar og skúvoyingar
flýggja úr Javnaðarflokkinum
Vil restin av Javnaðarflokkinum ikki stuðla Gerhard Lognberg og tryggja Sandoyingum undirsjóvartunnil, fer tað at forkoma
flokkinum í Sandoynni og Skúvoynni. formaður floksins á staðnum er ein av teimum, sum rýmir
Kappast at gera sang til Trølla Pætur
Trølllapætur og omman fara skjótt at geva út nýggja trøllafløgu, og tey mangla nakrar
nýggjar góðar barnasangir, sum børnini sjálvi kunnu skriva. Trøllini heita tí á øll børn um at
lata smáar fittar yrkingar, sum tey sjálv hava gjørt – tí øll børn duga jú at ríma og at yrkja.
Hugskotið er, at børnini finna upp á orðini, so skal Trøllaomman gera løg til og fara í studio
at spæla inn. Sangirnir kunnu vera um alt millum himmal og jørð. Tann, sum eigur bestu
yrkingina, vinnur eina ógloymandi løtu saman við Trøllapæturi og Trøllaommuni. Okkurt
annað gott verður eisini at vinna, siga trøllini. Nøvnini á vinnandi børnunum verða at síggja á
heimasíðuni hjá trøllinum fríggjadagin 21. august. www.tp.fo