mikudagur 23. juli 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 140 - 23. juli 2008
Lestrarstevna á Rex
Fríggjakvøldið klokkan 19 skipar MFS fyri einum
kjakkvøldi. Rex verður karmur um árligu lestrarstevnuna,
og á skránni verða framløgur við Norðuratlantsbólkinum
og umboðum úr andstøðuni og samgonguni. Evnið er
útbúgvingarpolitikkurin í Føroyum. Tónleikur og skemt
verður eisini. Øll eru vælkomin, heilsa tey av Res og siga,
at tað er ókeypis atgongd – og tey í MFS vóna at fáa eitt
gott og gagnligt kjak.
Í dag varð málningur
av kendum havnar
manni avdúkaður
í Listaskálanum í
Havn. Málingurin var
av Heðini Mortensen,
borgarstjóra í Havn.
Edward Fuglø hevur
málað málningin
Mynd
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Spenningurin var stórur í
Listaskálanum klokkan 9:30
í morgun, tí boðað varð frá,
at málningur av kendum
havnarmanni fór at verða
avdúkaður, og at viðkom
andi bleiv til staðar, eins og
listamaðurin Edward Fuglø.
Tá løtan nærkaðist, at
málningurin skuldi avdúk
ast, vísti Helgi Fossadal,
stjóri í Listaskálanum, at
siga, at borgarstjórin í
Havn, Heðin Mortensen,
kom at avdúka málningin.
Fegin Hegin
Tá borgarstjórin í Havn
avdúkaði málningin vísti
tað seg, at tað var júst Heðin
Mortensen, ið var avmynd
aður á málninginum.
Heðin Mortensen fegnað
ist um úrslitið, og metti
listamannin vera komnan
væl frá myndini.
Heðin Mortensen segði,
at tað er siður í Tórshavnar
Býráð, at málningur verður
málaður
av
borgarstjór
unum, og hesin var so ein í
røðini.
Síðani 1909 hava 18
býráðsformenn verið, 118
býráðslimir, harav 11 hava
verið kvinnur og ein kvinnu
ligur
borgarstjóri
hevur
verið í Havn, visti Heðin at
siga.
Heðin metti, at onnur áttu
at døma um myndina, men
sjálvur fjaldi hann ikki, at
hann var væl foreintur við
myndina.
Modernaði
politikarin
Listamaðurin
Edward
Fuglø segði, at hann hevur
málað nakrar andlitsmyndir,
ið vóru av Bíbliutýðarunum
Dahl, Danielsen, og Viderø,
og var hetta til frímerkir.
Listamaðurin segði seg
við myndini av borgarstjór
anum í Havn, hava roynt
gera naturalistiskan máln
ing, ið fangaði dynamiska
persónin
og
modernaða
politikaran.
Edward
Fuglø
hevur
sjálvur á málninginum sett
Heðin í ein av kendu „egg
stólunum“, ið er grønur.
Um litirnar í bakgrundini,
tað grøna og hvíta, segði
Edward, at Heðin eisini er
kendur frá ítróttinum, og at
tí eru litirnir viðkomandi.
Persónurin situr meira á
skák og ikki miðskeiðis í
myndini, og skal hetta fáa
ferð á myndina.
Edward hevur nýtt á leið
fýra mánaðir til málningin,
oh hann hevur havt fríar
teymar.
Tórshavnar Býráð hevur
bílagt
málningin,
og
Edward Fuglø segði seg
hava lagt dent á at mála
eina mynd av einum borgar
stjóra, og ikki ein privat
mann.
Málningur av Heðini
avdúkaður
Løgmaður
skrivar Ger-
hardi svar
Løgmaður situr og
orðar eitt skriv, ið
skal vera svar til
Gerhard Lognberg,
ið hevur kravt løg
man eftir svari um
lagnuna hjá Sandoy
artunnlinum innan
klokkan 15.00 í dag
Sandoyartunnil
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í dag situr Jóannes Eides
gaard, løgmaður, og orðar
eitt skriv til partamann
sín, Gerhard Lognberg.
Gerhard Lognberg hevur
sent løgmanni kravboð,
har hann vil hava greitt at
vita, um Sandoyartunnilin
verður gjørdur og nær, og
hvørt hann verður gjørdur
áðrenn Eysturoyartunnilin.
Um so er, og svarið er í
tráð við hesi ynskini hjá
Gerhardi Lognberg, so
sigur Gerhard seg fram
vegis stuðla samgonguni.
Hann vil hava svar innan
mikudag klokkan 15:00.
Løgmaður sigur, at Ger
hard Lognberg fær svarið í
dag, og áðrenn Gerhard hev
ur fingið sítt svar, verður
innihaldið ikki avdúkað.
Róligur løgmaður
Spurdur, um tað er sum
tað skal, at ein tingmaður
soleiðis setir kravboð, og
at løgmaður gongur hesum
á møti við at halda tíðar
freistina, sigur løgmaður,
at hetta metir hann ikki
sum ein trupulleika.
Tað gongur nokk!, Eg
havi nógv at gera í løtuni
og arbeiði undir trýsti, so
eg klári nokk at svara Ger
hardi eisini, um so onkur
annar bara má bíða eina
løtu, sigur løgmaður.
Hann heldur ikki, at
hann nú verður dikteraður
av tingmanni, ið hevur sett
kravboð við tíðarfreist.
Tað er av størsta týdn
ingi at fáa avklárði viður
skiftir, og Gerhard fær sítt
svar innan klokkan 15:00,
sigur løgmaður.
Mikudagin varð málningur av Heðin Mortensen avdúkaður í Listaskálanum í Havn. Edward Fuglø hevur málað
Mynd: Jens Kristian Vang