mikudagur 23. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 140 - 23. juli 2008
Trolarar umvældir
Høgaberg og Fagraberg, sum partrola eftir pelagiskum
fiski, hava verið til umvælingar í summar, men nú líður
arbeiðinum so væl, at skipini ætlandi fara aftur til
fiskiskap um mánaðarskiftið. Høgaberg stendur á
bedingini á Tórshavnar Skipasmiðju, meðan Fagraberg
hevur ligið við bryggjuna í Fuglafirði. Tá umvælingarnar
og ábøturnar eru lidnar, fara skipini væntandi at leita eftir
sild. Tað fara hini uppisjóvarskipini ætlandi eisini.
Íslenskur fiskur reinur
Fiskur, sum er veiddur undir Íslandi, hevur munandi
minni av ymsum dálkingarevnum í sær enn fiskur, sum
er veiddur aðrastaðni í Evropa. Tað er niðurstøðan í
einari frágreiðing um dálkingarevni í íslendskum fiski,
og sum byggir á kanningar, sum vórðu gjørdar í árun
um frá 2003 til 2006. Millum annað vístu kanningarn
ar, at tað var lítið blýggj, kyksilvur og kadmium í
ísloendskum fiski, og at mongdin var langt niðan fyri
hámarkskravið hjá ESlondunum, skrivar Vísir.
Tað er lítið av skaðiligum evnum í íslendskum
fiski
(Mynd: Vísir)
Upp undir Ólavsøku
letur upp nýggj fram
sýning um føroysk
klæðir á Føroya Forn
minnissavni. Fram
sýningin nevnist Frá
gerandisklæðum til
føroyskan búna
Á framsýningini verður ser
ligur dentur lagdur á før
oyska kvinnubúnan. Nøkur
mannfólkaklæðir og eldri
gerandisklæðir eru eisini
við. Endamálið við fram
sýningini er at lýsa, hvussu
klæðir við sama sniði sum
búnin hava verið nýtt í eldri
døgum, men á øðrvísi hátt
enn búnin í dag. Frá at vera
gerandisklæðir eru klæðini
í dag vorðin føroyskir bún
ar.
Elstu klæðini eru frá uml.
1850, men framsýningin
varpar eisini ljós á nýtsluna
av føroyskum búnum í dag.
Millum annað verður kjóli
hjá Eivør Pálsdóttir við,
sum lýsir, hvussu hon nýtir
búnan í listarligum høpi. Á
heysti í fjør skipaði Føroya
Fornminnssavn fyri mynda
tøku av kvinnum í egnum
búna, sum høvdu latið seg í
sum tær plaga. Myndirnar
sýna búnar úr ymsum til
fari, við ymsum litum og
mynstrum og lýsa sera væl
tey fjølbroytni, sum ser
merkja føroyskar búnar í
dag.
Til børnini verða tekniørk
av gentu og drongi í før
oyskum búna at seta litir og
gera mynstur á. Eisini vera
gamlar dukkur í føroyskum
búnum og gerandisklæðum
sýndar fram.
Framsýningin Frá geran
disklæðum til føroyskan
búna letur upp 26. juli kl.
10. Í sambandi við upplat
ingina bjóðar savnið kaffi,
juice og smákøkur. Fram
sýningin er í framsýningar
hølunum í Brekkutúni 6 í
Hoyvík.
Saman við íslending
um hava tvey feløg
í Suðuroy stovnað
virki, sum skal turka
fiskahøvd og ryggir
Fiskaídnaður
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Í næstum fara millum 15 og
20 fólk at arbeiða á einum
virki, sum fer at turka fiska
høvd og ryggir í Vági.
Íslendska felagið Arak
hevur saman við Delta Sea
food á Tvøroyri og HES
Byg í Vági stovnað smá
partafelagið Faroe Apama.
Bæði stjórin og nevndar
formaðurin eru íslendingar.
Tom Silvurdal í Vági,
sum saman við Hans Egil
Olsen
umboðar
tann
føroyska partin í nevndini,
sigur, at tað nýggja virkið
fer ikki at líkjast tí í Leirvík.
Eitt nú verður turkiskipanin
afturlatin. Tom Silvurdal
sigur, at talan er um rættiliga
dýra útgerð, men at hon er
neyðug fyri at lúka um
hvørvistreytirnar.
Nýggja virkið fer at halda
til í leigaðum hølum í Vági,
og væntandi fara millum 15
og 20 fólk at arbeiða har.
Nýtt turkivirki í Vági
Spæliplássið á Jørunds
gøtu í Klaksvík er nú prýtt
við einari vakrari fótbólts
mynd, sum vísir yngri og
eldri
fótbóltsspælarar.
Spæliplássið við Mylnu
gøtu er prýtt við myndum
av plantum, fugli og fiski,
og á spæliplássinum undir
Klakki eru tað myndir úr
griksku søguni, sum eru
myndaevni. Tað er lista
kvinnan Armgarð Absa
lonsen, sum hevur málað.
Armgarð gongur á lista
skúla í USA, men hevur
verið í heima og hildið
summarfrí. Hon hevur
verið við í fleiri listafram
sýningum í Klaksvík.
Armgarð málar
spælipláss
Framsýningin leggur serliga dent á tann føroyska kvinnubúnan
(Mynd: Føroya Fornminnissavn)
Vágbingar fara nú at turka fiskahøvd
og -ryggir
Armgarð Absalonsen málar á spæliplássinum mundir Klakki
(Mynd: Dávur Wintherr)
Frá gerandisklæðum til føroyskan búna