mikudagur 23. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 140 - 23. juli 2008
Umhvørvisátakið hjá
Sosialinum, Heimsins
reinasta oyggjaland,
hevur havt stóra
ávirkan, og heili tvær
kommunur hava tikið
átakið til sín og eru
farin at rudda.
Umhvørvi
Bjørk K. Olsen
bjork@sosialurin.fo
Fyri einum mánaða síðan
gjørdi
Sosialurin
eitt
umhvørvisátak, Heimsins
reinasta oyggjaland, har
kannað varð, um Føroyar
veruliga eru heimsins rein
asta oyggjaland. Myndir
eru tiknar frá almennum
vegum, har rusk og órudd
sæst. Myndirnar hava verið
regluliga í blaðnum, og eisi
ni í dagsins blað á síðu 16
21.
Kommunur rudda
Tórshavnar
og
Sunda
kommuna hava tikið átakið
til og hava sett átak í verk í
kommunum. Kommunurnar
hava sett í verk eina
umhvørvisverkætlan,
har
øll almenn øki og øki hjá
kommununi
skulu
vera
ruddað innan eina tíðar
freist. Tíðarfreistin hjá Tórs
havnar kommunu fór 7.
juli. Fyrsta átakið hjá komm
uni var at burturbeina bilar
uttan nummarplátu. Heðin
Mortensen,
borgarstjóri,
sigur, at hann skilur als
ikki, at borgarin ikki burtur
beinir
óbrúkiliga
bilin,
hóast hann fær 4000 kr.
fyri, um hann fer niðan á
brennistøðina.
Ongar nummarplátur:
burtur
Nú freistin er farin, koyrdu
vit í gjár runt kommuna at
vita, hvussu stóð til við
óruddinum. Hóast nakrir
bilar standa eftir, ið nú
verða burturbeindir, má eg
siga, at eg haldi, at lýsingar
nir hava ávirkað. Fólk hava
longu verið runt og burtur
beint bilarnar, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu. Allir
bilar í Tórshavnar kommunu
uttan nummarpátur verða
tiknir komandi dagarnar.
Eg eri imponeraður av,
at so nógv longu er tikið
burtur, sigur borgarstjórin.
Náttúran skal
eisini ruddast
Næsta stigið hjá Tórshavnar
kommunu verður at fáa
óruddið burtur úr náttúr
uni.
Vit fara eisini at lýsa við
hesum og seta eina freist á.
Umhvørvisdeildin fer síðan
at boða frá, at órudd skal
takast burtur ymsastaðni,
um eigarin ikki hevur gjørt
tað áðrenn. Eg haldi tað
vera eitt frálíkt átak, Sosia
lurin er komin, tí at myndir
siga so nógv, og vit skulu
taka hetta til okkum og vera
jalig og rudda. Heðin Mort
ensen sigur eisini, at tað
altíð er nóg mikið at burtur
beina, og tí skulu læra av
hesum og beina burtur bein
anvegin.
Sunda kommuna arbeiðir
eisini við einari umhvørvis
verkætlan.
Sunda kommuna
burturbeinir
Vit arbeiddu við hesum,
áðrenn Sosialurin kom við
átakinum. Vit hava spurt
okkum fyri, hvat manna
gongdin er. Á myndunum
hjá Sosialinum er alt ikki
órudd – tað er bara útgerð,
ið er tveitt ymsa staðni, so
tað sær út sum órudd. Vit
hava sett eina lýsin í bløðun
um, um at fólk, ið hava
órudd á økjum hjá Sunda
kommunu, skulu burturbei
na hetta áðrenn ólavsøku.
Tað er fleiri, ið longu hava
sett seg í samband við okk
um, ið fara at burturbeina,
sigur Heðin Zachariasen,
borgarstjóri í Sunda komm
unu.
Óruddarin gjaldar
fyri ruddingina
Um eigarin ikki ruddar
áðrenn ásettu tíðina, fer
kommunan inn at rudda, og
eigarin kemur at gjalda fyri
ruddingina, sigur borgar
stjórin.
Vit fara í framtíðini at
gera so, at vit gera ein leigu
sáttmála við tey, ið leiga
øki frá Tórshavnar komm
unu, har tey hava ábyrgdina
av at hava økið ruddiligt,
men um hetta ikki verður
hildið, fer kommunan eisini
her inn og ruddar, og eigarin
gjaldar, siður Heðin Zachar
iasen.
Vit kunnu sjálvandi ikki
fara inn á privat øki og siga,
hvat tey skulu gera, men vit
hava givið teimum eina
áheitan um at rudda, sigur
borgarstjórin.
Kommunan
meinar tað
Vit ætla okkum at halda,
tað vit lova, og alt skal rudd
ast. Vit meina nakað við
tað. Vit koma eisini at stram
ma mannagongdirnar upp
viðvíkjandi
vinnulig
virksemi, ið leigar frá
kommununi. Fleiri hava lon
gu boðað okkum frá, at tey
fara at burturbeina órudd,
sigur borgarstjórin í Sunda
kommuni, Heðin Zacharia
sen.
Vit ætla at liva upp í lýs
ingina: óruddið skal burtur.
Heðin og Heðin:
Óruddið skal burtur
Fiskaprísirnir fara upp
Ta seinastu tíðina eru fiskaprísirnir farnir spakuliga uppeftir, skrivar Fiskaren. Teir høgu oljuprísirnir
eru ein ørsøk til, at prísirnir fara upp. Nógvastaðni bæði í Ruslandi, Chile, Norra, Íslandi, Japan,
Canada og her hjá okkum liggja stórir partar av fiskiflotanum av teirri einfaldu orsøk, at tað loysir seg
ikki at fiska, tá ið oljuprísurin er so høgur. Goymslurnar í Kina eru eisini um at tømast, tað fer
væntandi eisini at ávirka fiskaprísin. Í USA hava stór búnaðarøki fyrr í summar ligið undir í vatni, tað
fer at gera, at teirra framleiðsla verður munandi minni enn fyrr mett. Tá hugsað verður um fiskamjøl,
so er alneyðugt at prísirnir á soya og raps, eisini fara upp, tí sum vituligt er, so kappast fiskamjøl altíð
við tær búnaðarvørurnar. Eisini verða prísirnir ávirkaðir av dollaranum, serliga síðani fiskamjøl og olja
verða handlað í dollarum. Tá prísurin á fiskamjøli fór upp fyri tveimum árum síðan, skiftu nógvir
bøndur, sum nýta mjøl til fóður, frá fiskamjøli til soya, raps og mais. Nú sær út til at prísirnir á
fiskamjøli aftur eru kappingarførir, við búnaðarvørurnar, skrivar FF Skagen í síni nýggjastu útgávu.
Órudd á Oyrabakka í Sunda kommunu
Mynd: Álvur Haraldsen