Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 140 - 23. juli 2008 Bilar til Summar Festivalin Eins og í fjør hevur Summarfestivalurin gjørt eina avtalu við Ivan Bilar um, at teir eru veitarar av bilum til festivalin. Ivan Bilar gevur Summar Festivalinum bilar til láns í sambandi við festivalin, og fyrsti bilurin er longu tikin í nýtslu. Tað er ein Mitsubishi Colt 1.5 Cabriolet. Meðan festivalurin er, fær Summar Festivalurin eisini aðrar bilar at ráða yvir frá Ivan Bilum. Ivan Bilar umboða millum annað Citroen, Mitsubishi, Mercedes, Jeep og Chrysler. Finn Baldvinsson, sølumaður hjá Ivan Bilum, handaði Erik Biskopstø lyklarnar til Colt-bilin, eftir at avtalan millum partarnar varð gjørd. Útoyggjafelagið á Ólavsøku Útoyggjafelagið hevur arbeitt við at útvega høli at hava kunning og sølu av heimavirkaðum vørum á ólavsøku. - Tað hevur nú eydnast okkum, og vit eru so heppin, at hølið liggur í hjartanum í Havn, á Áarvegnum beint við Hotel Hafnia, skrivar felagið á heimasíðu síni. Tað eru ung av útoyggj, ið taka sær av hesum tiltaki, og eru tey errin av, at útoyggjarnar eisini hava eitt andlit á ólavsøku. Oyggjarnar í Útoyggjafelagnum eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Koltur, Hestur, Skúvoy og Stóra Dímun. Loyvisnevndin hevur í seinastuni havt úr at gera við at viðgera skeinkiloyvi. Fleiri liggja framvið at sleppa at skeinkja á ólavsøku, men Loyv­ isnevndin roynir at halda eftir Skeinking Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Nú nógvu ólavsøkugestirnir skjótt fara at tysja til Havnar at halda ólavsøku, er áhugin fyri at sleppa at skeinkja øl sera stórur. Fleiri hava vent sær til Loyvisnevndina um at fáa hissiniskeinkiloyvi til ólavsøkudagarnar, og er talan bæði um innandura- og uttanduraskeinkiloyvir. Vit hava í seinastuni sæð, at alsamt fleiri hava tikið møguleikan fyri at fáa utt- anduraskeinkiloyvi til sín, og hevur hetta verið sera væl móttikið av gestunum. Síðan rúsdrekkalógin varð liberaliserað í 2006, og loyvi hevur verið til at geva hissin- isskeinkiloyvi til støk tiltøk so sum stevnur og festivalar, har einki permanent skeinki- loyvi er, hava alsamt fleiri roynt at nýtt henda møgu- leikan. Til hesa ólavsøkuna er einki øðrvísi. Fleiri hava vent sær til Loyvisnevndina at spyrja seg fyri, og fleiri hava eisini søkt um at fáa hissiniskeinkiloyvi. Royna at halda eftir Í ár verður ólavsøkan longri enn vanligt, og tískil er møguleiki fyri at sølan í ár verður sera stór. Og helst er tað júst orsakað av hesum, at áhugin fyri at skeinkja øl á ólavsøku er sera stórur. Øll vilja hava sín part av stóru peningakøkuni, og tá verða náttúrligani nógvar umsóknir um at sleppa at skeinkja. - Vit hava fingið fleiri fyri- spurningar, og vit hava eis- ini viðgjørt nógvar umsókn- ir uppundir hesa ólavsøkuna. Men vanlig mannagongd er at ikki veita hissiniskeinki- loyvi á støðum, har perman- ent skeinkiloyvi er framman- undan. Tískil hava vit havnað 4 ella 5 umsóknum um hissiniskeinkiloyvi til hesa ólavsøkuna, og royna harvið at halda eftir við skeinkiloyvunum, sigur Birta Biskopstø, forkvinna í Loyvisnevndini. Nógvir pengar skifta hendur á ólavsøkuni, og fleiri vilja hava part av stóru peningakøkuni. Men Loyv- isnevndin hevur vanliga mannagongd tá tað kemur til at veita hissiniskeinki- loyvi, og tískil hava tey havnað fleiri av umsóknun- um, sum koma inn. - Vit royna at fyribyrgja meir ella minni tilvildarligari sølu av rúsdrekka. Tað skal gjarna ikki verða soleiðs, at tú kanst seta tær eina búð upp og selja pylsur, og har- við eisini fáa loyvi til at skeinkja øl. Har eru nógvir faktorar, ið spæla inn, tá loyvi skal verða givið til at skeinkja øl og annað rús- drekka, so sum hvat øki talan er um, hvussu ferðslan er á staðnum og um inngirð- ing er. Og vit royna sum frægast at halda skil á, soleiðs at talan ikki verður um meir ella minni tilvildar- liga sølu, greiðir Birta Biskopstø frá. Fleiri skeinkiloyvi hesuferð Tó verður vandi ikki fyri at ólavsøkan verður minni váttlig enn vanligt. Fleiri útiskeinkiloyvi eru komin afturat í Havnini, serliga í Vágsbotni, har bæði Hvonn og Café Vágsbotn nú hava útiskeinkiloyvi. Harafturat verður nógv lív í Miðbýnum, og væntandi verða nógv fleiri fólk í Miðbýnum í ár, enn vanligt. Seinastu árini hevur ein verulig cafémentan tikið seg upp í Føroyum, og alsamt fleiri útskeinkingarloyvi eru eisini givin í Havn. Hetta er nakað, fólk veruliga hava tikið til sín, og í dag eru sera nógvar caféir og klubbar í býnum. So hóast Loyvis- nevndin roynir at halda eftir, koma nógvu ólavsøkugestir- nir eftir øllum at døma ikki at ganga tystir í ár. Fleiri vilja skeinkja á ólavsøku Seinastu árini hevur verulig cafémentan tikið seg upp í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang Alsamt fleiri vilja selja øl á ólavsøku