Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 20 nr. 149 • 23. juli 2008 Pápi Tórir Peter Jakku var upprunaliga fiskimaður. Seinni kom hann mest at fáast við útróður, hann var ein av teimum royndu út­ róðrarmonnunum í Gøtu. Hann átti næstfyrsta maskinbát í Gøtu. Elias Sofus í Køkinum átti tann fyrsta. Niels Juel Arge hevði eina ferð eina samrøðu við Peter Jakku. Her greiðir hann frá útróðrartúrum, sum vóru sera ymiskir. Hann var eisini á út­ róðri tollaksmessudag í 1913, tá ið tríggir útróðrarbátar í Norðoyggj­um ganga burtur og 19 mans umkomast. Fyrri partur av hesi frásøgn kemur í hesum partinum, meðan seinni partur kemur í komandi parti. Peter Jakku dugdi eisini væl at syngj­a teir gomlu kingo­ sálmarnar. Hann syngur eisini á bandinum teir mest kendu sálmarnar, sum menn sungu í samband við útróður. Fyrsta frásøgnin man vera um aldarskifti. Teir eru farnir frá landi, og Peter Jakku greiðir frá: So sungu teir hatta versið “Dig Jesus vi nu dig kalde op på.” Og tá tóku allir menninir húgvurnar av og løgdu tær á bekkin, um tað so var illveður. So bleiv róð norður eftir. Tá ið vit vóru lidnir at syngja, vóru vit komnir út á Gøtunes. Eg hevði ikki verið fyrr, men eg helt tað vera nokk so langt. Nátt var, so tað sást ikki so væl, hvussu nógv tað leið. So bleiv egnt, meðan summir róðu. So vóru vit komnir norður á Kall. Og tá silgt varð út frá landi byrjaðu teir aftur at syngja, og teir sungu hesi versini: “Nu flyer jeg til din nåde.” So róðu vit longur út á havið, og línan varð sett. Vit settu lýsingasetu. Teir ætlaðu sær at vera har um Kálvdalsfjallið. So var upp aftur tikið, men tað var lítið á. Vit settu um 40 stykkir (á 60 favnar), og tað vóru ikki meira enn seks toskar í part. Tað gjørdist so einki við tað. Men tað var so deiligt veður. So hildu teir ráð um, hvat ið var best at gera, um vit skuldu fara til lands ella royna okkurt annað. Fiskaagn høvdu vit við, steinbít, men sild var eingin. Tað lógu nøkur skip uttanfyri okkum og fiskaðu. Tá hildu teir, at tað var ikki meira enn ein roynd at rógva út til skipini. Vit róðu so út eftir. Tað var nokk so langt at rógva. Fyrsta skipið, vit komu til, var Karon, sum Sámal P. Petersen í Fuglafirði átti. Jóan Jakku hjá Mikkjals Jákup í Fuglafirði var skipari. Teir stóðu allir menninir við snøri. Teir fingu nokk so fitt. So søgdu vit okkara ørindi, um teir høvdu nakað av sild at lata okkum fáa, tí vit ætlaðu at seta niður aftur. Tað var ja, áðrenn hálvtalað var orðið. Ein maður fór niður í ískassan. Hann kom við eini stórari plátu av sild upp aftur. So fóru vit aftur frá borði, summir at rógva, summir at skera agn og aðrir at egna. So snakkaðu teir um, hvar teir skuldu fara at seta niður aftur. Teir hildu at tað var best at fara vestur um Mykinesfjørðin. Vit settu so á Mykinesfjørðin við Stapan um fjørðin. So lógu vit hjá endanum. Vit settu inn í eysturrákið, so fór at reka vestur. Tey næstu skipini innnfyri okkum komu næstan rekandi á okkum, meðan vit lógu hjá boyuni. Teir komu so nær, at teir bjóðaðu okkum umborð at fáa okkum kaffi. Vit løgdu at borði. Eg hevði verið nokk so ringur av sjóverki og hevði ringan hug at fara upp, men eg fór so við hinum. Vit fingu deiligt kaffi frá teimum. Vit gjørdu heldur skjótt av fyri ikki at missa kíkin burtur. Eg kendi skiparan. Tað var Óli Andrias á Rætt frá Gjógv. Eisini kendi eg Jóan Pauli hjá Díriki í Kollafirði og Sørin norðuri við Gjógv, hann var kokkur. So fóru vit aftur í bátin. Tá leið til dragingartíð, og tá fór vestfallið at spekjast. So var drigið og upp­ afturtikið, og tað vóru bara fimm fiskar í part. Tískil fingu vit 11 fiskar í part fyri tvær setur. Men so hoyrdi eg teir snakka um, at nú var eysturvent. So vit fáa eystfallið suður á Gøtunes. Tað var síðan róð dúgliga suður eftir, og tað vísti seg at vit fingu eystfallið. Vit høvdu verið eitt samdøgur burtur. So koma vit heim móti Ennið móti bygdini. Tað var altíð skikkur at syngja eitt vers, tá man kom móti landi. Menninar, sum vóru við, vóru gamli Sámal Jakku hjá Andrassi, Jógvan í Frammistovu, Zakaris í Frammistovu, Per í Jákupsstovu, Magnus í Súnastovu, Jóhannes á Fløtti, Jákup Andreas hjá Duritu, og eg var áttandi maðurin. Allir úr Norðragøtu. Hetta var so mín fyrsti dagur norður á hav. Sigast kann, at hetta var ein serliga góður dagur. Serliga minnist eg til, hvussu hugtikin eg var at lurta eftir teimum, meðan teir sungu. Tí havi eg eisini lagt meg eftur at syngja hesar sálmarnar. Fingu enda Árið ella annað árið eftir fóru vit úr Gøtu krossmessudag tann 3 mai. Ættin var landnyrðingur. Vit komu norður undir oyggjar. Tað var glaðustrok. Tað vendu bátar aftur, ein fyri og annar eftir. Vit róðu norð á Kallsvík og løgdu okkum inn har at egna. Vit skuldu hava dimmingarsetu. Tá var náttin ikki so long. So var liðugt at egna. Vit lógu út á Kall ella út á Krákuna, sum tað var kallað. Tá var seglið sett upp, og vit sigldu út á havleið. So varð sett upp undir dimmið. Tað var slættur sjógvur, men tað var so dánt, at hann førdi seglið út eftir. So varð sett, og vit lógu har, til tað var reiðuliga fullmyrkt. Tá fóru vit at taka línuna upp. Tað var mest sum einki á. Tá ið vit høvdu fingið hálvan reiðskapin, tá fáa vit enda. Vit royna so at rógva aftur og fram at leita eftir boyu, men tá var avtjúknað í kava á landsynningi. Tá møta vit einum báti. Tá er tað Stóri í Leirvík. Hann hevði á sama hátt fingið enda. So skiljast vit, og nú rógva vit á ein kýk. Tá er tað kýkurin hjá Stóra. Teir rógva seg fram á okkara, men hvørgin báturin dró. Stóri gjørdi skjótt av. Tá ið teir einki funnu rendu teir seglið á at sigla til lands. Vit lógu alla náttina. Vit komu til eina ljósboyu. Har andøvdu vit fyri at halda okkum á leiðini. Men tá tað lýsnaði um morgunin, tá kemur ein motorbátur og tekur boyuna upp. Tað var so nógvur vindur av landsynningi, tá vit lógu hjá boyuni. Tá allir átta róðu hildu vit so dánt balans hjá boyuni. Tá ið ein maður slakkaði av, tá dragnaði. Vit høvdu jú róð alla náttina, so onkur var kanska eitt sindur fyrilagstur. Vit lógu so og andøvdu, og tað rak frá. Veðrið var tað sama, og tað var greytasvart í kavaroki. Sum vit liggja, síggja vit eitt koma undan í kavarokinum. Tá er tað ein slupp, ið liggur bakk. Vit vóru skjótir og rendu ein kýk upp í mesanmastrina. Vit sigldu nevniliga við tveimum seglum við áttamannaførunum. Jú, tað var alt fyri eitt teir komu uppá síðuna av okkum. Hetta var Heimdal, eitt suðuroyaskip. Teir tóku okkum uppá sleip og sigldu okkum líka suður á Lorvík. Tá vit komu suður á Kallin, var eitt sindur av aldu. Tá rendi báturin eitt sindur framundir, so stavnurin brotnaði nakað, og so varð báturin drigin upp í Lorvík. Vit fingu tríggjar fiskar í part á hesi hálvu línuni, sum vit fingu aftur. Hálv lína var burtur, men tá skipið kemur norður aftur í hav, tá høvdu teir funnið kíkarnar og høvdu drigið línuna, so tað kom alt aftur. Endurtekur søgan seg? Hesin túrur hevur verið umleið ald­ arskifti. Tá eru so eingin ovveiða av nøkrum, men kortini fáa teir bert 11 toskar í part av tveimum setum í besta veðri. Hetta sigur kanska nakað um ta náttúrligu gongdina í fiskastovnum. Frásøgn hjá Peter Jakku Peter Jakku, pápi Tórir, var royndur útróðrarrmaður. Nesi, stóðu bretsku hermenninir uppstillaðir við „bajonet fixed“ og gjørdu honnør til æru fyri hesar menn, sum høvdu mist lívið í teirra stríði at veiða fisk til Bretlands. Líkskarin mundi vera um 1100 fólk. Tá ið kisturnar vóru komnar til kirkjuna, røkk líkskarin heilt til Gøtugjáar. Til ervið vóru umleið 900 fólk, og tey vóru øll avbygdafólk. Petur hevði keypt ringar Halda f. Gregersen systir Andre­ as Petur, greiðir frá, at Petur var forlovaður við Fridu, dóttir Jákup Andreas á Mýruni. Frida hevði fingið tuberklar. Petur fer saman við verpápanum til Íslands, upp til Hrisey á Norðlandinum, at rógva út á sumri 1943. Tá fáa teir fjarrit um, at nú stendur illa til hjá Fridu. Teir skunda sær heim og náa júst at síggja Fridu dagin fyri, at hon andast. Ætlanin var at tey skuldu gift­ ast, og Petur hevði bílagt ringar á Seyðisfirði. Ein fuglfirðingur tekur ringarnar heim við, men tá er Frida deyð. Bert eitt hálvt ár seinni er tað, at Petur druknar. Ringarnir eru enn hjá ættini. Tað var Halda, sum tók tele­ fonina, tá ið Símun í Ólastovu ringdi og segði frá vanlukkuni. Hann spurdi eftir pápanum, men tá ið hann ikki var inni, fekk Halda boðini. Hetta var sjálvandi skak­ andi. Hetta var serliga syrgiligt nú eitt ungt par í bestu árum var farið bæði tvey. Kristina í Frammistovu í Norðragøtu, systir Haldu, uppkallaði síni tvey fylgj­ andi børn eftir teimum báðum, Frida og Petur. Poul Kristoffur og Johanna. Sonur teirra Óli, doyði í sigling undir krígnum í 1942 Framhald av síðu 19