Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 • 23. juli 2008 MIÐvIkaN 19 Vit fara í sambandi við frásøgnina hjá Tóri um vanlukkuna á Gøtuvík at endurgeva frásøgn sum Sofus Poulsen, okkara maður í Aberdeen í meira enn 50 ár, skrivaði um hendan tilburð í FF- blaðnum í 2005 Abbi gongur burtur Abbi róði út fyri tað mesta undir seinna heimsbardaga. Veiðan var landað í Syðrugøtu, og Jóan Elias Gregersen, handilsmaður, keypti fiskin, sum síðani var fluttur til Bretland við sluppunum. Umrøddi útróður kostaði abba, Dánjal á Mýrini, lívið, tá ið bátur teirra gekk burtur nærhendis Borðoyarnesi 14. februar 1944. Við honum sjólótust eisini beiggi hansara, Poul Kristoffer Poulsen í úti Guttastovu nevndur, og Andrias Petur Gregersen, sonur Grækaris bónda í Guttastovu. Sjálvur búði eg í Klaksvík um hetta mundið. Veðrið hevði verið av tí besta tann morgunin, og omma hevði tosað við Katrinu Klakk fastur, og hon hevði bert nevnt við hana at ”pápi tín er til útrógvar.” Seinna partin kom ódnarveður - sum eitt byrsuskot - sum tað so ofta hendi, og tað versnaði út á kvøldið. Sjálvur var eg staddur uppi á Vágsheygnum, tá ið tað frættist, at tveir útróðrar- bátar vóru burturgingnir, ein úr Sumba og ein úr Gøtu. Eg kom framvið handilin hjá Kal, J.J. Jacobsen. Myrkalagt var, tí seinni heimsbardagi herjaði enn. Uttanfyri hitti eg ein Norðragøtu- mann og spurdi, um hann visti, hvør hesin Gøtubáturin var, sum var burturgingin. Men hann segði seg ikki vita, hvør tað var. Orðini, sum komu í mítt høvd, vóru „tú vilt bara ikki siga mær tað“. Tá ið eg kom heim á Ziskatrøð, var grátur innanhýsis. Eg segði so beinanvegin, at tey einki skuldu siga mær, tí eg visti, at tað var abbasa bátur! Ólastovubáturin sigldi nakað aftaná teimum. Tá ið teir sóu seglið blíva burtur, fingu teir ein skvamp, sum sløkti motorin. Cecil á Toppafløtuni undir Gøtueiði var við og passaði motorin, og tað gingu um 15 minuttir, til hann fekk motorin í gongd aftur. Í meðan sóu teir Andrias Petur fara drívandi framvið. Hann helt í ein kík, men teir fingu einki gjørt. Seinni - tá ið teir komu framá har abbasa bátur var sokkin, funnu teir líkini av abba og abbabeiggja flótandi á sydvestunum. Teir fingu teir so inn í bátin, og eisini okkurt av tí sum fleyt, t.d. skrínið hjá abba. Hetta var ein syrgilig hending fyri allar familjurnar. Ikki minst fyri okkara, tí omma hevði mist elsta sonin, pápa mín, við „Immanuel“ í 1932 bert 12 ár frammanundan, og nú misti hon mannin bert 57 ára gamlan. Abbabeiggi var 63 ár og Andrias Petur var 26 ár. Tað var ein syrgilig sjón annan dagin eftir, tá ið báðar kisturnar fóru við „Britons Pride“ til Gøtu. Minnist væl, at omma, Sanna fastir og Óluva systir, eisini var við eins og Suffía Gregersen, dóttir Poul Kristoffur. Jarðarferðin Vit báðir John bróðir fóru seinni til Gøtu at fylgja. Tað var kavi, men annars gott veður, tá ið báðar kisturnar fóru í lastbilinum hjá Hans í Bartalsstovu fyrst yvir til Syðrugøtu og síðan í kirkjuna í Norðragøtu. Tá ið bilurin kom framvið turkihúsinum norðuri á Vanlukkan á Gøtuvík Andreas Petur og Frida skuldu giftast. Men tað var bert hálvt ár millum, at tey doyðu í besta aldri Jarðarferðin í Gøtu. Komið verður framvið Turkihúsið Kisturnar fara til Gøtu við Britons Pride. Á myndini er t.h. Suffía, dóttir Poul Christoffer og Sanna, dóttir Dánjal Dánjal og Magnina Poulsen. Tey høvdu mist son við Immanuel í 1932. Nú fór Dánjal eisini á sjónum Framhald á síðu 20