mikudagur 23. juli 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
18
nr. 149 • 23. juli 2008
firði. Her var nóg mikið at gera
við at gera nýggj trol. Hetta var
júst tann tíðin, tá ið teir nógvu
trolararnir vóru komnir til landið
aftaná heimsbardagan. Konu
fólkið knýtti trolnetið fyri akkord,
meðan vit riggaðu trolini til. Hetta
gekk hampuliga væl í nøkur ár. Tá
blivu so ringar tíðir fyri trolarar,
og teir flestu blivu eisini seldir av
landinum aftur.
Tá tók sildin við. Føroysk skip
fóru við gørnum at veiða sild
millum Føroyar og Íslands á
sumri. Tá gjørdist nógv arbeiði
av at gera gørn til. Tey gomlu
gørnini vóru bøtt, og nýggj vóru
monterað. Eg átók mær heilar
reiðskapir frá skipunum. Ein
góður kundi var D.P. Højgaard á
Toftum. Teir høvdu eini 10 skip
á sild. Eg vaskaði og turkaði
gørnini og lat tey út til menn til
at bøta heima fyri ein fastan prís
fyri hvørt garn. Hetta var mest
vetrararbeiði hjá eldri monnum,
eisini í Gøtu. Teir sótu vanliga
heima í køkinum og arbeiddu.
Tað hendi ein stór broyting við
gørnum seinast í 60unum. Upp
runaliga var tað bert bummulls
gørn. Fyri tað fyrsta máttu tey
saltast, meðan tey vóru drigin,
serliga seinastu setuna. Men
tey rotnaðu skjótt og hildu lítið.
Men so byrjaðu skipini so við og
við at fáa nylongørn. Tey fyltu
nógv minni og fiskaðu meira. Tey
hildu eisini betri, so tað var minni
arbeiði av teimum.
Seinasta ár, skipini fingu nakað
av sild, var í 1968. Tey royndu
í 1969, men tá var púra einki
at fáa. Tískil fall henda vinnan
burtur. Nú var Hans Petur eisini
farin at eldast og gavst.
Nótavinnan tekur seg
upp
Tá er tað, at nótavinnin tekur seg
upp. Fyrsta kraftblokkaskipið var
Brestir í 1962. Men í 1965 og árini
aftaná eru nógv línuskip, sum fáa
sær kraftblokk. Hetta skapti tørv
á einum nótaverkstaði, sum kundi
bøta nótirnar, tá ið skipini komu
inn. Hetta vant so uppá seg. Eg
keypti turkihúsið hjá Haraldsen í
1967 til hetta endamál.
Virksemið gjørdist enn størri
við størri skipum og eisini størri
nótum.
Nótavirkið var gjørt um til
partafelag. Í 1971 var versonurin
Måns komin uppí virkið.
Sama ár varð nýtt nótavirki
bygt. Hetta var væl útgjørt eftir
tátíðar málistokki. Tá kundu
vit taka nótina beinleiðis av
skipinum inn á virkið. Vanliga
arbeiddu 12 mans, og teir kundu
vera upp til 18. Her mátti ofta
arbeiðast skjótt. Skipini skuldu
hava nótina umborð aftur sum
skjótast. Tá varð arbeitt í fullari
ferð til nótin var liðugt umvæld.
Vit høvdu íslendingar til ar
beiðsformenn. Teir vóru jú vanir
við slíkt arbeiði, og høvdu nógvar
royndir við nótaarbeiði.
Tað vóru eisini nógv íslendsk
nótaskip, sum komu at fáa nótina
umvælda.
Tá fóru vit at hugsa um at
byggja nótaskip. Gøtunes kom
í 1974, bygdur í Noreg. Tróndur
Tróndarson, ættaður úr Skálavík,
var skipari. Gøtunes tók 400
tons. Hetta ljóðar ikki av nógvum
í dag, men hann varð roknaður
sum stórur nótabátur tá. Tey
fyrstu nótaskipini tóku eini 150
tons. Skipini blivu tá størri og
størri. Vit seldu Gøtunes í 1978
og keyptu annan Gøtunes. Hesin
var ein eldri umbygdur norskur
nótabátur, sum tók 1.000 t., og
hann var eisini stórur tá í tíðini.
Vit umbygdu hann soleiðis, at
hann somuleiðis kundi trola eftir
svartkjafti, ið tá varð uppkomin.
Men nú gekst ikki so væl, og
tað var ikki sørt av trupulleikum
heldur. Vit sleptu okkum tí av við
hann í 1981. Samstundis hildu vit,
at vit skuldu gevast við hesum
virksemi, meðan leikur var góður.
Seinni keypti Vónin nótavirkið.
Tíð at gevast
Eg var tískil 63 ár, tá ið eg gavst
við vinnuligum virksemi. Men eg
havi kortini ikki kett meg.
Eg havi gjørt nógv av at ferðast
og havi verið nógvar ferðir í Ís
landi, har eg havi nógvar vinir, ikki
minst frá tíðini við nótavirkinum.
Eisini havi eg verið virkin í
dansifelagnum. Mær dámar væl
at dansa føroyskan dans.
Eg giftist í 1946 við Fíu, sum
var dóttir Katrinu og Hendrik í
Bug. Hann átti og førdi Fame í
nógv ár.
Vit fingu tvær døtur, Hjørdis
og Katrin. Tær eru giftar og eiga
tvey børn í part. Eg eigi nú 4
langabbabørn. Fía doyði 1989. Vit
bygdu í Fuglafirði, men eftir at
eg hevði lagt frá mær, bygdu vit
eini hús í Norðragøtu. Hjørdis og
Måns bygdu omanfyri hjá okkum.
Eg eigi tvey systkin. Jákup
hevur verið fiskimaður alla sína
tíð. Hann búði nógv ár í Danmark,
har hann fiskaði. Nú er hann
búsettur í Vestmanna, haðani
kona hansara Sólrun er. Tey hava
ættleitt Poul Petur.
Astrid flutti niður til Danmarkar.
Hon giftist við Palla Forsberg
Madsen, landsrættarsakførara
í Keypmannahavn. Tey fingu
børnini Gunna, Lisbeth og Elin.
Tøkk og tillukku til
Tórir
Her endar frásøgnin hjá Tórir, og
gevur hon eitt gott innlit í lívið
hjá einum virknum manni, eins og
vit hava fingið eina góða lýsing
av lívinum í Gøtu, og serliga í
Norðragøtu, fyrrrapartin í farnu
øld.
Samstundis hava vit fingið
eina góða lýsing av lívinum í
Blásastovu, sum í dag er tað hús í
bygdini, sum hevur flestar vitjanir
úr øllum heiminum.
Í morgin verður Tórir 90 ára
gamal, vit fara at ynskja honum
hjartaliga tillukku við hesum stóra
degi.
Í komandi parti fara vit at
hava fleiri frásagnir frá gomlu
Norðragøtu.
Skipari var verfaðirin Hendrik í Bug
Turkihúsið hjá Haraldsen sum var fyrsta innilokaða nótavirki hjá Tórir
Tórir var við Kyrjasteini