mikudagur 23. juli 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 149 • 23. juli 2008
4. partur
Til skips
Eg fór til skips í 1937, so eg var
nokk so tilkomin. Tá fór eg við
Vilhelminu, sum tá hoyrdi heima
á Skála. Vit fóru á Suðurlandið.
Eg var so forharmaður um, at
eg var farin, tí eg var so ringur
av sjóverki, at eg ynskti meg at
vera heima aftur. Vit royndu í
Meðallandsbuktini. Eg haldi, at
vit vóru burtur í tríggjar vikur.
Veiðan var 150 skippund. Vit fóru
aftur ein túr og fingu eitt sindur
meira. Tá varð skipið leigað til
Íslands til sildafiskarí. Eg hevði
bert mynstrað fyri Suðurlandið,
so eg slapp ikki við. Skipari var
Poul Huus, sum var systkinabarn
mammu mína.
Eg fór so við Columbus við
Oliver Thomsen, sum var ættaður
úr Norðragøtu. Vit fóru yvir á
Eysturlandið. Tá ið vit komu heim
aftur, fór eg aftur at royna eftir
sild við pápa.
Í 1938 fór eg aftur við Vilhel
minu á Suðurlandið. Men aftaná
tað fór eg við Bearnaise hjá S. P.
Petersen úr Fuglafirði. Hetta var
eitt so stórt skip. Vit royndu við
bátum í Grønlandi og fingu 1.000
skippund. Hon var so stór, at hon
tók væl meira enn tað.
Í 1939 fór eg við Vilhelminu
á sild til Íslands. Kristian Holm
Jacobsen hevði leigað hana. Men
tað var so lítið av sild hetta árið.
Tað riggaði ikki væl hjá okkum
heldur.
Men í 1940 fekk eg kjans við
Kyrjasteini við toskagørnum.
Kyrjasteinur varð roknaður fyri
at vera ein tann besti kjansur í
landinum tá í tíðini. Vanligt var
at keypa gomul skip, og í hes
um tíðum vóru nógvar brúktar
fransaskonnartir bygdar.
Tað vóru einstakir, sum lótu
nýggj skip byggja, serliga í Dan
mark. Jákup Haraldsen, ættaður
úr Elduvík, búsitandi í Fuglafirði,
lat Kyrjastein, sum var 148 brt.,
byggja í Korsør í Danmark. Hann
var roknaður fyri at vera eitt
stásiligt stórt far og var væl størri
enn tær gomlu sluppirnar.
Vit fingu gott 500 skippund.
Síðan var farið til Íslands á sild.
Vit fingu 16.000 mál. Hvørt mál
var 135 kg. Inntøkan var 2.800
krónur. Hetta var góð inntøka
tá. Hendrik í Bug, verfaðir mín,
ættaður frá Gøtugjógv, búsitandi í
Fuglafirði, var skipari.
Í 1941 var eg heima. Skipini
vóru byrjaði at sigla niður við
keyptum fiski. Tá sluppu ungir
dreingir ikki við. Familjumenn
vórðu tiknir fram um. Men í 1942
fór eg aftur við Kyrjasteini. Tá
fóru vit við toskagørnum til ísfisk.
Vit gjørdu tveir góðar túrar undir
Íslandi. Vit fóru síðan á sild um
summarið. Tað gekk væl, og vit
fingu eini 17.000 mál.
Í 1943 vóru vit aftur við gørn
um. Vit fingu aftur tvær ferðir
uppí skipið. Á ísfiski kundi mann
ikki fiska so leingi. Tað mesta var
10 dagar. Vit landaðu í Aberdeen
og settu meginpartin av fólkinum
av í Føroyum, tá ið farið var til
markna.
Í 1944 var eg heima. Tá royndu
vit eftir sild. Tað gav nokkso nógv.
Vanlukkan á Gøtuvík
Hetta ár, 1944, tann 14. februar
hendi ein druknivanlukka á Gøtuvík.
Hendan dagin var eg sjálvur til
útróðrar og minnist dagin sera væl.
Um morgunin boðaði pápi til
útróðrar. Veðrið var av tí allar
besta. Vit vóru fýra mans. Pápi var
formaður. Umframt meg og pápa
vóru Jóhannes Gøthe, á Fløtti,
og sonur hansara Eyði við. Vit
sigldu út á Mjóvanes. Tá spyr pápi
Jóhannes: “Hvar er best at fara”.
Jóhannes svarar: “Tað skal tú ráða
fyri.” So sigur pápi, at vit skulu
fara út á Krossbrekkuna, umleið
ein tíma og trý korter at sigla frá
Mjóvanesi. Tað var soleiðis, at
menn duldu síni mið, fyri at aðrir
ikki skuldu leggjast á tey. Hetta
var eisini galdandi fyri Krosbrekku.
Vit sigla so úteftir. Veðrið er
gott. Nú fer at nærkast á mál,
men tað er ikki miðalýsi. Vit eru
komin út á Skallan. Tá helt pápi,
at vit skuldu kasta. Har vóru
einkultir fiskar, men so fóru vit
á Krossbrekkuna. Pápi leggur á
miðið, og har er í heinta av toski.
Vit eru so har, og nógv er at fáa.
Men nú er vindurin farin at vaksa.
Vit komu at borði við tveimum
fiskum á. Pápi sigur, at “tit kasta
ikki niður aftur.” Hann biður
Johannes og Eyða gera seglið
klárt. Eg fór at stýra, og vit fóru at
sigla. Vit hildu móti Borðoyanesi
fast Gøtunes. Tá ið vit koma
móti Gulenni var Hálsíðan ikki
fráskotin. Har var óslætt, so vit
biðja teir taka og repað seglið. So
nú rópar pápi: “Seglið upp og full
ferð á motorin,” og vit komu heim
um í øllum góðum.
So sigldu vit norð við Líðum,
norð á Háskúlan í Føgrulíð, og
síðan yvir í Galvin. Síðani hildu
vit yvir um ímóti Lorvík. Pápi sigur
so við Jóhannes: “Skulu vit seta
upp?” Jóhannes svaraði, at tað
skuldi pápi ráða fyri. Pápi segði, at
hann helt, at eysturferðin var ikki
komin. Vit fóru og tað gekk væl.
Tá vit komu at landi varð frætt um
vanlukkuna. Teir, ið fórust, vóru
Andreas Petur í Guttastovu og
brøðurnir Poul Kristoffur og Dánjal
Poulsen.
Á sild
Í 1945 fór eg við Boðasteini hjá
Jákup Haraldsen á sildaveiðu.
Men tað var lítið at fáa.
Í 1946 fór eg aftur við Kyrja
steini. Tá fóru vit at salta sild
umborð saman við Boðasteini hjá
sama reiðarí. Vit høvdu nótina og
koyrdu part av sildina umborð á
Boðastein. Bæði skipini saltaðu.
Vit fingu nokk so nógv, og vit
løgdu veiðuna upp í Gøtu.
Tá var sjómarkið farið út í
Íslandi, og tað var ikki loyvt at
koma inn um 3 fjórðingar. Tað var
eitt sindur keðiligt, tí mesta sildin
var innanfyri hetta mark.
Í 1947 var farið við snøri til
Íslands til saltfisk. Vit vóru tveir
túrar og fingu 900 skippund hesar
túrar. Vit vóru væl mannaðir 27
mans.
Vit fóru aftur á sild um heystið.
Tað gekk ikki væl.
Í 1948 gjørdu teir skipið út til
línu. Tá varð Per Gregersen skip
ari. Eg var bestimaður. Vit vóru á
Suðurlandinum og fingu 400 skip
pund. So fóru vit til Grønlands. Har
var ein øgiligur fiskur. Vit høvdu 27
setur, vit fingu 800 skippund.
Í 1949 fóru vit aftur fyrst til
Ísland, síðan til Grønlands, og
hetta er síðsti túrur, eg havi verið
til skips.
Hetta heystið fór eg aftur at
fiska sild við pápa á Skálafjørðin
um, tað var væl at fáa.
Trol og gørn
Nú koma vit til 1950. Vit veiddu
framvegis sild bæði á Gøtuvík og
Skálafjørðinum.
Um summarið fann eg uppá at
fara at arbeiða uppá trol saman
við Hans Petur Nielsen. Hann var
úr Heiðunum, men búði í Fugla
Lagnudagurin í 1944
Nú er Tórir so tilkomin, at hann fer til skips. Hann er eisini á útróðri tann dagin,
tríggir gøtumenn ganga burtur á Gøtuvík. Seinni fer hann at fáast við gørn og
nótir, og hetta gerst hansara lívsstarv
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Døturnar Hjørdis og Katrin rokast í køkinum
Tórir og Fía
Í grannalagnum hjá Tróndi í Gøtu: