Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 140 - 23. juli 2008 tíðindi Gjógv hesaferð Gjógv og Funningur Funningur Gjógv Gjógv Lagt til rættis: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Funningur 10. partur Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við myndatólinum og sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í náttúrini. Hetta er 10. partur í røðini við misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland« Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á alfara vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst ígjøgnum myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast av teimum ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu myndirnar vóru úr høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk koma upp á land ella seta kós ímóti, eftir at vera lend í Vágum. Í øðrum partin vóru vit í grannabygdunum fyri norðan, Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu, sum fyri kortum hevði umhvørvisviku, og í triðja parti stóðu bygdirnar vestan- og norðanfyri, Kirkjubø, Velbastaður, Syðradalur og Norðadalur, fyri skotum. Myndirnar í fjórða parti vóru myndir av Signabø, úr Kollafirði, Hósvík, við Áir og úr Hvalvík, og í fimta parti Saksunardali og Saksun. Sætti partur var frá Nesvík, av Langasandi og úr Haldórsvík, men ikki úr Tjørnuvík. Har var nevniliga onki at seta fingur á. Síðani vóru vit á Oyri, ið hevði so nógv órudd at bjóða uppá, at bygdin fekk alla opnuna. Næstseinast høvdu vit myndir av Oyrabakka, frá Norðskála og úr Svínáum, sum eisini hoyra til Sunda kommunu. Seinast vóru vit í teimum tveimum bygdunum í Eiðis kommunu, Ljósá og Eiði. Í dag hava vit otað okkum til norðastu bygd í Sunda kommunu, Gjógv og yvir um til Funning, sum frá 1. januar fer upp í Runavíkar kommunu. Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við ferða- vinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at hava reint umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn mátistokk hava tey fólkini brúkt, ið hava útnevnt oyggjar okkara til henda fornemma heiður? Um tey yvirhøvur hava verið her og hugt upp á umstøðurnar, so er ivaleyst gjørt skjótt av. Og hava hesi verið varug við tey túsundtals tonsini av burturkasti, sum sløðist runt allastaðni? Um so er, kann hetta valla hava talt við í grundarlagnum fyri metingini. Annars má standa ómetaliga illa til í øðrum oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum. Tað var í øllum førum ikki torført at fáa eyga á óruddið ígjøgnum myndatól okkara. Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar ferðir betri, enn tað ger í londum, har trø og annar vøkstur kann fjala ein stóran part. Nøkur vøkur sjón er hetta ikki, og fyri mong man tað tykjast óskiljandi, at fyritøkur, stovnar, kommunalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við at seta gamlar maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær á slíkan hátt. Ringast er við havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki, bóndagarðar, jarðarbrúk og í niðurløgdum grótbrotum, har onki mark tykist vera fyri skilaloysinum. Og hvør hevur ábyrgdina fyri, at hetta kann lata seg gera? Tosað verður nógv um nýggjar brennistøðir, tí orkan er ov lítil, men hesar megna onki at gera við gamalt jarn. Tað má tyrvast ella flytast av landinum. Herferðin hjá Sosialinum tykist longu hava givið úrslit. Síðani blaðið fór í gongd við at vísa á órudd og burturkast, hava Tórshavnar og Sunda kommunur álagt øllum at rudda upp á kommunalum vegum og økjum. Eisini í dag lata vit myndirnar tala, og tað halda vit fram við. Í feriutíðini nú í juli mánaða gera vit hetta eina ferð um vikuna, men í august fara vit aftur at vísa myndir av burturkasti og óruddi fleiri ferðir um vikuna. Gjógv Heimsins reinasta