Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 - 23. juli 2008 11 Ólavsøkutiltakið, sum í nógv ár hevur verið ein fastur táttur í Keyp­mannahavn, verður aftur í ár hildið úti á Norður­ atlantsbryggjuni mánadagin hin 28. juli Síðani hin 1. februar í ár hevur fyrireikingarbólkurin miðvíst arbeitt við at fáa eina so spennandi og fjøl­ broytta skrá sum tilberð. Hetta má sigast at hava eydnast bólkinum væl. Sum liður í at gera eitt so spennandi tiltak sum gjør­ ligt, varð plakatkapping útskrivað í apríl mánaði í ár. Vinnarin gjørdist Kaj Otto, ið teknaði eina sera snøgga plakat. Professio­ nellu og fremmandu dóm­ ararnir vóru ikki í iva, tá ið vinnarin skuldi finnast. Ólavsøkubólkurin er hvørt ár mannaður við fólki úr føroysku feløgunum í Keypmannahavn. Tey, sum ár hava lyft byrðuna, eru: Hans Petur í Brekkunum, Heini Davidsen, Martin Fjallstein, Judith og Mogens Nielsen, Jóannes Højgaard og Georg Thomassen. Afturat hesum koma eini 25­30 fólk, sum fara at hjálpa til á sjálvum hátíðar­ degnum. Sum nakað nýtt verður hátíðarhaldið bert ein dag, men hinvegin verður dagur­ in á tremur við sera góðum undirhaldi fyri yngri sum eldri. Eitt so stórt tiltak letur seg ikki gera uttan dyggan stuðul, og Ólavsøkubólkurin vil í hesum sambandi senda øllum okkara stuðlum eina stóra tøkk fyri hollan stuðul og hjálp fyri, at tiltakið enn einferð gjørdist veruleiki. Føroyahúsið Atlantic Airways Tórshavnar Býráð P/F Poul Michelsen Norðuratlantsbryggjan Færøernes Turistråd Eikgrunnurin Ólavsøkuskrá Á Norðuratlantsbryggjuni mánadagin hin 28. juli Kl. 14.00: Ólavsøkan byrjar Guðstænasta, Bergur prestur prædikar í listaskálanum á Bryggjuni. Matsøla, grill, poppkorn o. a. á bryggjuni Andlitsmáling Fiskitjørn fyri børn Framsýning við Trónda Paturssyni á Bryggjuni Framsýning í Olivin á 5. hædd “Nætter af lys ­ dage af mørke” Kl. 15.00: Ólavsøkan verður sett á Bryggjuni Hans Petur í Brekkunum heldur Ólavsøkurøðuna, eisini verður felagssangur og føroyskur dansur. Harmonikutónleikur á bryggjuni Kl. 16.00: Kappróðurin á Ólavsøku í Havn sendur yvir hátalarar á Bryggjuni Framsýning fyri skúla­ børnum (møtt verður í móttøkuni á Bryggjuni) Okkara bátar liggja í hylinum Kl. 17.00: Randi Holm framførir Kópakonuna fyri børnum á 5. hædd Kl. 18.00: Bátauppvísing – kappróður, kajakkir Heini Davidsen er frásøgumaður Kl. 18.30: Tónleikur á Bryggjuni Guðrun Sólja Jacobsen syngur og Hylle spælir guitar. Kl. 19.30: Ólavsøkukonsert við Martin Joensen á 5. hædd (entré) Kl. 21.00 Harmonikudansur á 5. hædd (entre) Regin Jacobsen ­ harmonika Flóvin Jacobsen ­ harmonika Andras Danielsen­ bass og sang Kl. 23.00: Midnáttarløta á bryggjuni Midnáttarrøða ­ Heðin Mortensen, borgarstjóri, Midnáttarsangur ­ Ernst Dalsgarð syngur fyri. Fýrverkarí Kl. 00­04: Ólavsøkudansur við Mikkel Thomas Band á 5. hædd (entré) Mikkel Thomas Janus Kampmann Agnar Lamhauge Soleiðis er skráin á Hotel Hafnia á Ólavsøku Leygardagur 26. juli Restaurant Hafnia: ólavsøkumatskrá kl. 18.00-21.30 Hafnia lounge opið frá kl. 14.00 Café Høllin er ikki opin, sum lýst í ólavsøkuskránni. Sunnudagur 27. juli Restaurant Hafnia: Sunnudagsmatskrá kl. 12.00-18.00 ólavsøkumatskrá kl. 18.00-21.30 Hafnia lounge opið frá kl. 14.00 Café Høllin er ikki opin, sum lýst í ólavsøkuskránni Mánadagur 28. juli Restaurant Hafnia: Ólavsøkumatskrá kl. 12.00 – 22.00 Hafnia Lounge opið frá kl. 14.00 Café Høllin: frá kl. 15.00 er leskiligt køkuborð og kl. 17.00 er eisini heitur rættur Týsdagur 29. juli Restaurant Hafnia: Ólavsøkumatskrá kl. 12.00 – 22.00 Hafnia Lounge opið frá kl. 14.00 Café Høllin: kl. 11.00 Ólavsøkuskrúðgongan á stórskíggja. Søla av kaffi o.ø Café Høllin: kl. 12.00 Leskiligt køkuborð og heitur rættur Ólavsøkuhaldið í Keypmannahavn Rætting til Ólavsøkuskránna