mikudagur 23. juli 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 140 - 23. juli 2008
Kári greiðir sum
vanligt frá dag fyri
dag
10. juli
Í dag kom Polar Nagtoralik
inn til Nuuk at landa, og í
Sisimiut kom Polar
Amaroq inn at
millumlanda.
11. juli
Í dag var Polar Qrasiut í
Nuuk og landaði. Kappin
var her í Sisimiut og
millumlandaði. Har var alt
fult hjá teimum av toski.
Sjálvt ein 20 fót bingja,
sum er á dekkinum, var
full. Regina C landaði í
Manitsoq.
15. juli
Í gjár var Steffen C í
Manitsoq og landaði. Í dag
kom Lómur inn eftir
kørum. Teir skulla landa í
Illulisat. Teir komu úr
Nuuk, har teir løgdu 130
tons upp av ísaðum
rækjum. Teir skulla landa
har einar tveir túrar. Lómur
verður sendur alla stadir at
landa fyri tíðina
16. juli
Í dag er av allar fagrasta
veðri við nógvum
mýggjabitum, sum eru
ógvuliga svangir eftir at
smakka sær á av blóði.
Kappin kom inn at landa í
morgun. Teir hava knapt
400 tons inni, og Polar
Amaroq er inni í Nuuk og
landar.
17. juli
Í dag er sama veðrið sum í
gjár. Tað er ein øgiligur
hiti og nógv av mýggja
bitum sum leingjast eftir
blóði. Regina C kom inn at
skifta yvirmenn í morgun.
Teir hava rokast har
umborð. Teir hava fiskað
gott 2000 tons í hesi
perioduna, og tað er fyri 28
mill kr. Teir fóru út úr
Manitsok og hava 326
tons, síðani teir komu út
aftur Óført fiskarí, sum
skilst so er hetta tað mesta,
sum teir hava fiskað í eina
periodu. Skipari hetta
tørnið var Jóan Pauli úr
Fuglafirði. Kappin var
útlossaður í morgun. Teir
sigldu í kvøld kl 1800 inn
at leggja seg at taka ímóti
fiski. Støddin er so at siga
bara smátt, sum teir fáa.
Ongin lippu ella
kjálkafiskur er í eini stødd,
sum kann brúkast. Lómur
kom til Illulasat í morgun
at landa. Teir hava 125 tons
inni. Hetta tørnið hevur
Lómur gjørt 8 túrar.
Onkran túr hava teir ligið í
tvey døgn, til teir sluppu út
aftur. Síðst í Nuuk lógu
teir í fýra døgn fyri at fáa
kørini við út aftur. Teir
hava fiskað knapt 1000
tons inntil nú.
18. juli
Í dag er sama veðrið.
Christian Høj, gamli
Suðurvarði, kom inn í
morgun at landa
avhøvdaðan torsk. Teir
hava 130 tons inni, sum
teir hava tikið ímóti frá
jollum uppi við
Kangatsiaq. Teir hava ligið
har í 20 dagar. Onkrar
sjaskdagar hava teir haft,
so jollurnar ikki hava
kunnað komið og avreitt.
Har er uppá sama máta
sum við Kappanum, bara
smátt.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Karl Olavus Dam, úr
Sumba, andaðist á Suð
uroyar Sjúkrahúsi sunnu
dagin 20. juli, 85 ára
gamal. Jarðarferðin verð
ur úr Sumbiar kirkju hós
dagin klokkan 13:00.
Tey, ið vilja minnast Lav
us, kunnu lata Missións
húsinum í Sumba eina
peningagávu, konto í
pengastovnunum.
Tommy Vinther Kjær
bo, ættaður úr Vági, bú
sitandi í Esbjerg, and
aðist hósdagin 17. juli,
46 ára gamal. Bønarhald
verður í Jerne kirkju í
Esbjerg hósdagin 24.
juli kl. 12.30. Jarðarferð
in verður úr Kirkjugarðs
kapellinum
í
Havn
sunnudagin kl. 14.00.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
24. juli. Kristin. Eftir halgisøguni er talan um eina
ellivu ára gamla gentu, sum verður tikin av døgum, av
tí at hon breyt nakrar skurðgudamyndir og gav teimum
fátæku gullið og tað dýra tilfarið, tær vóru gjørdar av.
Annars hava tvær halgar kvinnur 24. juli sum minn
ingardag, Sankta Kristina úr Týrus og Sankta Kristina
úr Bolsena.
Tann 24. juli 2008 hava
Signhild og Poul Midjord í
Lopra verið gift í seksti ár.
Tey giftust tann 24. juli
1948 og fingu saman tvær
døtur, Emma Suffía Maud
og Irena Nina Dagmar. Tey
hava í dag 6 ommu og
abbabørn og 6 langommu
og langabbabørn.
Signhild er ættað úr
Lopra og Poul av Økrum.
Foreldrini hjá Signhild
vóru
Dagmar,
fødd
Kjærbæk, og Niels Bech í
Lopra. Dagmar var úr
Sumba og Niels, vanliga
nevndur Niels á Ongini, var
úr Lopra. Signhild er 3.
seinast
í
einum
systkinaflokki uppá 8, hesi
eru Óli, Jensia, Martin,
Niklas, Emma, Signhild,
William og Eivind. Av
systkinaflokkinum eru 5 í
dag á livi. Martin og Emma
máttu lúta fyri tuberklunum,
tá tey vóru í 20’ unum, og
Óli andaðist sum 67 ára
gamal.
Foreldrini hjá Poul vóru
Anna Suffía, fødd Kjærbo,
og Niels Petur Midjord av
Økrum. Niels Petur, vanliga
nevndur Stóri Petur, er
føddur á Økrum, meðan
Anna Suffía var úr Sumba.
Systkini vóru 9 í tali,
Søren Pauli, Ferry, Niels
Petur (Pedan), Føroy, Hans
Jacob, Erna, Ferry, Poul,
Rudolf og Arthur. Av hesum
eru í dag Hans Jacob, Poul
og Rudolf eftir á lívi. Ferry
andaðist sum smágenta,
meðan hini eru farin, eftir
at tey eru vorðin tilkomin.
Hjúnini hava búð í Lopra
síðan
1948.
Signhild
starvaðist
eitt
skifti
á
spinnarínum í Havn, síðani
í handlinum hjá Poul Bech í
Lopra og hevur arbeitt á
Polarfrost í 26 ár. Poul fór
til skips sum 17 ára gamal
og arbeiddi frá 19471952 á
Hvalastøðini í Lopra. Í
60’unum arbeiddu hjúnini
eitt skifti fisk í Íslandi. Poul
keypti í 1968 bátin “Torri”
saman
við
øðrum,
og
fiskaðu teir við línu og
snellu undir Føroyum og
Íslandi. Fyrst í 80’unum fór
Poul, saman við øðrum,
undir
fiskaaling
á
Lopransfjørði, og bygdu
teir eisini Sláturvirkið í
Ónavík.
Dagurin verður hildin hjá
Ingunn og Heina í Havn
saman við familjuni.
Diamantbrúdleyp í Lopra
Signhild og Poul Midjord
Grønlandstíðindi frá Kára við Stein:
Kappin fær nógvan tosk
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæra
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Emma Hentze
Øravíkarlíð
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkini á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri
góða røkt og umsorgan.
Tøkk til Símun Jacobsen, prest, fyri góð og
troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til Rebekku Mortensen fyri yndisliga
sang hennara í kirkjuni.
Tøkk til sangarar, kirkjutænarar, gravara og tykkum,
ið á ymsan hátt hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Tøkk, øll tit mongu, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað her á fold.
Hjartans tøkk øll somul.
Børnini