Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 [ Nr. 140 - 23. juli 2008 ] Fantastisk kensla Hóast runavíkingar einu løtuna vóru sera bjartskygdir fyri víðari luttøku í kappingini, so staðfesti liðskiparin Óli Hansen, at kenslan var fantastiskt eftir dystarlok. – Vit eru sera, sera glaðir um hendan sig­ urin. Vit hava vunnið á georgisku meistaralið­ num, sum eru yrkisleik­ arar, so tað er óført. Tit vóru sera ágang­ andi í fyrra hálvleiki, og tit høvdu møguleik­ ar at økja um leiðsl­ una. Iðra tit tykkum ikki um, at tað ikki eydnaðist at hótta leiðsluna hjá teimum av álvara? – Jú, sjálvandi. Men vit eru glaðir fyri hend­ an sigurin. Tá vit løgdu okkum á odda høvdu vit eisini trúnnað á, at tað kundi lata seg gera. So líðandi út á seinna hálvleik hugsaðu vit kanska meira um bara at varðveita leiðsluna, vit høvdu. Ikki tí, vit royndu eftir steðgin eisini, men blivu ongan­ tíð vandamiklir, sigur Óli Hansen. Leikliga stóð NSÍ einki aftaná fyri georg­ isku meistararnar í gjár. Í fyrra hálvleiki vóru føroyingarnir omaná, meðan hvørki av liðunum av álvara søkti at eftir hvíldina. Grundleggjandi mun­ urin var veðurlagið. – Tað vóru fyrst og fremst 20 hitastig á muni. Tað var ein stór broyting. Fyrsta hálva tíman á útivølli fingu vit trý mál ímóti okk­ um, og so ræddi fyrst og fremst um at gera ósigurin so lítlan sum gjørligt. Graslíkið var eisini ein fyrimunur hjá okkum hesaferð, men tað var grasvøll­ urin eisini hjá teimum, so har er einki at fara eftir, staðfestir lið­ skiparin hjá NSÍ, Óli Hansen. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Men bara í fyrra hálvleiki, tá NSÍ eisini skoraði einasta málið, sum fall í dystinum í gjár. Í seinna hálvleiki tók Dynamo Tbilisi yvir aftur, og spældi seg trygt víðari FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Framgongdin hjá føroysku feløgunum á altjóða leik­ vallum hevur verið støðug seinnu árini. Tíðin har skrædlini var gerandiskostur seinast í nítiárunum er burt­ ur. Tað staðfesti NSÍ eina ferð enn í gjár, tá runavík­ ingar í regninum í Gunda­ dali vann á georisku meist­ arunum Dinamo Tbilisi. Sigurin broytti lítið í saml­ aða úrslitnum, har gestirnir vunnu seg víðari við trimum málum móti einum. Løgdu væl út Vónirnar fyri víðari luttøku vóru ongar hjá runavíking­ um undan dystinum. Dina­ mo Tbilisi vann sannførandi á heimavøllinum. Tá klokk­ an nærkaðist átta í gjár­ kvøldi vóru teir fáu hundrað áskoðararnir hinvegin bjart­ skygdir. Og tað var ikki løgið. Føroyingarnir vóru nær­ lagdir og ágangandi í fyrra hálvleiki. Fleiri ferðir eydn­ aðist at spæla seg til vandamiklar støður móti stinnu georgisku verjuni. Øssur Dalbúð og Hjalgrím Elttør stóðu seg væl úti í hvør sínum borði, meðan vongverjin í vinstru, Einar Hansen, ikki smæddist við at taka lut í framrættaða spælinum. Eftir áhaldandi trýst, uttan málmøguleikar, eydn­ aðist NSÍ at leggja seg á odda. Károly Potemkin vann aftur ein av sínum fleiri nærdystum, áðrenn Øssur Dalbúð fór til stroks í høgru. Hann legði bóltin fyri føturnar á Hjalgrími Elttør, sum uttan trupul­ leikar sendi framvið málverj­ anum. Møguleikarnir vóru eisini at økja um leiðsluna. Øssur Dalbúð var ótrýstur, tá hann ikki fekk skot á innleggið frá Boga Løkin, meðan heimaliðið ongantíð gjørd­ ist veruliga vandamikið eftir deyðbóltsstøðurnar. Gestirnir ressast við Tað bleiv tó ongantíð so spennandi, sum vónað og væntað var. Rainer Zobel, venjari, hevur helst givið leikarunum nøkur borgarlig orð í hálvleikinum. Tað var í øllum førum eitt mest sum hamskift lið, sum trein á vøllin til seinna umfar. Leik­ liga vóru gestirnir omaná, meðan framvegis var trupult at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá runavíkingum. Vandamestu royndina átti Levan Khmaladze eftir lítlari løtu, tá Jens Martin Knudsen – uttan topphúgvu – bjargaði á tvørtræið. NSÍ hevði ikki neyðugu orkuna at søkja at eftir hvíldina, og so smátt mistu leikarar og áskoðarar trúnna á, at tað ómøguliga var gjør­ ligt. NSÍ vann við einum máli móti ongum, sum geva Før­ oyum kærkomin stig í al­ tjóða høpi. Altjóða uppgáv­ an hjá føroyameistarunum er av á hesum sinni, og nú skulu runavíkingar savna tankarnar um landskapp­ ingina. NSÍ – Dynamo Tbilisi 1-0 (1-0) Georgisku meistararnir niður á knæ NSÍ – Dinamo Tbilisi 1-0 (1-0) Dinamo Tbilsi vann samanlagt 3-1. Seinni dystur í fyrsta innleiðlandi umfari av Champions League. Týsdagin 22. juli klokkan 19.00 á ovara vølli í Gundadali í Tórshavn Dómarakvartett úr Finnlandi: Tero Nieminen,Miikka Poikselka, Jan-Peter Aravirta og Heikki Pajunen. UEFA eygleiðari úr Onglandi: Adrian Titcombe UEFA dómara eygleiðari úr Litava: Jonas Braga 1-0: Hjalgrím Elttør, 16. NSÍ: 1. Jens Martin Knudsen – 2. Aco Pandurovic, 8. Johan Troest Davidsen, 3. Óli Hansen, 12. Einar Hansen – 14. Bogi Løkin, 6. Milan Petric (18. Sjúrður Jacobsen, 75.), 7. Nenad Stankovic – 16. Øssur Dalbúð (13. Klæmint Olsen, 83.), 9. Károly Potemkin (15. Filip Jacobsen, 83.), 10. Hjalgrím Elttør Gult kort: Eingin Venjari: Johan Nielsen Dinamo Tbilisi: 12. Didier Janvier Ovono Ebang – 22. Shota Kashia, 7. Guram Kashia, 4. Aleksandr Intskirveli, 20. Giorgi Nergadze – 49. David Odikadze, 8. Levan Khmaladze, 18. David Digmelashvili, 21. Oleg Gvelesiani (5. Jishkariani, 90.) – 23. Nikoloz Pirtskhalava (16. Milos Krshko, 46.) – 11. Mate Vatsadze (14. Kantaria, 80.) Gult kort: Vatsadze 35., Nikoloz Pirtskhalava 43. Venjari: Rainer Zobel FAKTA um dystin Runavíkingar vóru omaná í fyrra hálvleiki, og áskoðararnir vóru bjartskygdir fyri víðari luttøku í hálvleikinum. Soleiðis skuldi tó ikki ganga Mynd: Jens Kristian Vang