mikudagur 23. juli 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
[ Nr. 140 - 23. juli 2008 ]
Popczynski er uppsagdur
Mánadagin skrivaðu vit her í blaðnum, at Krzysztof Popczynski
eftir øllum at døma hekk í sera klønum trá. Tá hevði formaðurin
í TB, Jóan Petur Olgarsson onga viðmerking, men í morgun
váttar hann, at pólski venjarin er uppsagdur. Tað var í juli í fjør,
at Krzysztof Popczynski og TB skrivaðu undir samstarvsavtalu.
Henda avtala varð longd í oktober. – Málið var, at TB skuldi
vinna seg uppaftur í bestu deildina, men nú kappingin er meiri
enn hálvrunnin, sær tað svart út hjá TB. Liðið liggur nummar
fýra í deildini, átta stig aftanfyri oddaliðið 07 Vestur.
Hondbólturin skal á Balkan
Lutur er kastaður um, hvussu meistararnir í hondbólti skulu møtast í
fyrsta umfari í EHF Cup. FM vinnarar eru Stjørnan hjá kvinnunum
og Neistin hjá monnunum. Kvinnurnar úr Klaksvík skulu spæla
ímóti HK Slovan Duslo Sala úr Slovakia, og menninir hjá
Neistanum skulu spæla ímóti HC Lovcen-Cetinje úr Montenegro.
Neistin skal spæla á útivølli 6. ella 7. september og á heimavølli 13.
ella 14. september. Stjørnan skal spæla á heimavølli 6. ella 7.
september og á útivølli 13. ella 14. september, veit
Hondbóltssamband Føroya at siga í tíðindaskrivi.
– Vit koyra á, ljóðar
tað úr Eysturríki,
har Katrin Olsen
er á venjingarlegu
og fyrireikar seg til
Olympisku Leikirnar
RÓGVING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
13.juli fóru Katrin Olsen,
Julianne Elander og hinum
donsku
luttakarunum
á
Olympisku Leikunum. Har
verður vant av øllum alvi,
soleiðis at øll eru so væl
fyri yvirhøvur gjørligt, tá
leikirnir í Beijing byrjað í
august.
Frá Katrini Olsen frætta
vit, at møðin av álvara er
farin at gera um seg.
– Men soleiðis skal tað
vera og tað gongur framveg-
is væl hjá okkum, letur hon
at. Katrin Olsen sipar til, at
hon og Julianne Elander
fríggjadagin vunnu klass-
iska seks kilometur teinin.
Tær kappaðust við dupult-
scullarin hjá monnum og
tiltikna gullfýrarin. – Vit
vórðu sendar avstað fyrst,
og tað gekk við rúkandi
ferð, ljóðar tað frá Katrini í
Eysturríki, sum saman við
Julianne Elander megnaði
at halda hinar báðar bátarnar
aftanfyri seg allan teinin.
Fáa kapping
Katrin Olsen greiðir frá, at
tey nú fara undir at rógva
stuttar teinar. Tá er tað ofta
trupult at rógva móti mann-
fólkunum, tí hesir eru væl
sterkari.
– Vit kunnu sjálvandi
rógva sjálvar, men tað er
altíð betri at hava onkran at
togast við, heldur Katrin
Olsen fyri. Tískil eru tær
báðar, Julianne Elander og
hon, ógvuliga fegnar um, at
lættvektarin Jacob Armstrup
kemur í dag fyri at rógva
móti teimum, tað ið eftir er
av venjingarleguni.
–
Og
harra-lættvekt
singlescullara passar per-
fekt í ferð til damu-lættvekt
dupultscullara. Jacob er ser-
liga góður á stuttu teinunum,
og tað er júst tað vit hava
brúk fyri at venja, fortelur
Katrin Olsen.
Hon letur annars at, at
veðrið hevur verið gott. Tað
hevur regna eitt sindur, men
mest um næturnar og kvøld-
arnar, so tað hevur ikki
ávirkað venjingarnar stór-
vegis.
Sunnudagin skipar
Bragdið fyri renni
kappingum. Hetta
verður á Skálatrøð og
ikki á Tórsbreyt, sum
annars var ætlað
RENNING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tey ætlaðu at renna á Tórs-
breyt á ólavsøku – um hon
verður liðug áðrenn ta tíð.
Men tað verður hon ikki,
staðfesti Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Tórshavnar
Kommunu
Fyri tveimum vikum síð-
ani segði Heðin Mortensen
við Sosialin, at tey arbeiddu
dag sum nátt fyri at fáa
rennibreytina lidna.
– Og hon skuldi verða
liðug á ólavsøku, segði
hann tá. Men hetta settu
veðurgudarnir ein stoppara
fyri, tí tað skal vera turt, tá
seinasta
hondin
skal
leggjast á Tórsbreyt.
Renna á Skálatrøð
Nú verður so runnið á
Skálatrøð í staðin. Byrjað
verður kl. 18.30, tá vaksin
renna 5 km.
Hóast øll tey vaksnu byrja
í senn, so verður kappast í
trimum
aldursbólkum:
vaksin fødd í 1991 ella fyrr,
vaksin fødd í 1962 ella fyrr
(veteranar), og vaksin fødd
1952 ella fyrr (supervete-
ranar). Hetta er samstundis
síðsta umfar av Grand Prix
kappingini.
Børnini byrja at renna kl.
19.00 tá dreingir og gentur
– 7 ár (fødd 2001 ella
seinni). Síðani renna dreing-
ir og gentur – 10 ár (fødd
1998-1999) sama tein.
Tey størru børnini skulu
renna 3 ferð runt, t. e. 1200
m. Kappast verður í hesum
bólkum: dreingir og gentur
– 13 ár (fødd 1995-1997)
og dreingir og gentur – 17
ár (fødd 1991-1994).
FM í olympisku
kastigreinunum
Hvirlan úr Tórshavn skipar vegna FÍF fyri FM í tei
mum olympisku kastigreinunum komandi
vikuskiftið. Kappingin verður á fyrsta sinni skipað
yvir tveir dagar, har kappast verður í tveimum
greinum hvønn dag.
Leygardagin 26. juli verður byrjað við diskuskasti
og spjótkasti, meðan kappast verður í hamarkasti og
kúlustoyti sunnudagin 27. juli. Kappast verður eftir
altjóða reglum, har øll fyrst fáa trý kast og síðan fáa
átta tey bestu trý afturat. Kappingarnar fara fram á
kastivøllinum við Eysturskúlan, og verður byrja kl.
14.00 báðar dagarnar.
Kappingin er opin, tað vil siga at øll sum eru fødd
í 1992 ella fyrr kunna luttaka. Fyrireikararnir siga,
at tilmelding er á telefon 213775, og at tað gjarna
kann gerast umvegis sms. Men tá verður heitt á
fólk, um at skriva navn, árgang, møguligt felag, og
kappingargreinar, ið kappast skal í. Seinasta freist at
melda til er fríggjadagin 25. juli á middegi.
Katrin
fyrireikar
seg í
Eysturríki
Renna ikki á Tórsbreyt
Julianne Elander og Katrin
Olsen (h.m). eru í hesum
døgum á venjingarlegu í
Eysturríki
Tórsbreyt verður ikki liðug
til ólavsøkurenningina