leygardagur 28. juli 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 143 - 28. juli 2001
Nr. 143 - 28. juli 2001
25
Vilhelm Johannesen
Gott fundarfólk!
Góðu sørvingar, vágafólk
og stevnugestir!
Fyrst skal eg takka hjarta-
liga fyri, at eg varð biðin
um at halda røðu á midnátt-
arsamkomuni á Vestan-
stevnuni 2001. Eg geri tað
fegin og kenni tað sum ein
stóran heiður, at halda røðu
fyri tí stóru mannfjøld, sum
hevur leita sær oman á
Sandin í Sørvági hesa góð-
veðursnáttina.
Hóast eg eri klaksvíking-
ur – føddur, uppvaksin og
búsitandi har, so hevur Sør-
vágur altíð staðið mínum
hjarta nær – verið mín
næsta heimbygd, ella sum
onkur vildi sagt, mín heim-
bygd nr. 2. Sum smá-
drongur kom eg her hvørt
summar. Eg minnist torv-
roykin, ið kom upp gjøgn-
um ljóðarin í hvørjum húsi
í bygdini, og sum beyð mær
vælkomnum til Sørvágs, tá
eg steig út úr bussinum her
uppi á Pølsoyruni.
Eg minnist spæl her á
sandinum. Her uppi á sand-
inum var tað fótbóltur,
hond-bóltur, kapprenning
og lop. Longur niðri á sand-
inum bygdu vit sandborgir,
fangaðu állar og tara-
brosmur, vit vassaðu langt
út eftir sandinum, men
heiman-ífrá vistu vit, at
vandaleysur var sandurin
ikki, tí marrbakkin var har,
og fór vit út av honum, so
var eitt bládýpi undir okk-
um.
Eg minnist eisini at vit
royndu eftir smásílum og
állum, bæði í Stórá og í
Kirkj-ánni,
somuleiðis
minnist eg løtur í Kongs-
hyli og í Djúphyli. Um
kvøldarnar róku vit neytini
heim frá útrakstrinum úti í
Geilini. Eg minnist torv-
arbeiði Norði á Mýrum, eg
minnist aðrar torvheiðar, t.
d. Norði á Nakki, Niðri í
Gyl, í Sortudíki o. s. fr., eg
minnist gongutúrar oman á
vatnið og oman í Vatns-
oyrar, norður á Fjallavatn,
út í Selvík og til Bíggjar.
Og sjónin vit sóðu og fram-
vegis síggja úr Bø gongur
ongantíð frá mær:
Har síggja vit Drangin og
honum undir lið Tindhólm
við teimum fimm tindun-
um: Ytsti, Arni, Lítli,
Breiði og Bogni. Síðani
síggja vit Gáshólm og
Skerhólm. Longst í vestri
síggja vit Mykines, og góð-
veðurskvøldini kundu vit
eisini síggja blunkini frá
vitanum í Mykineshólmi.
Eg minnist eisini løtur, tá
vit vóru á støð úti á Bakka,
har bátarnir ofta løgdu
gylta veiðu upp á land.
Miðini teir royndu tá vóru:
Guttamið,
Grynnan
og
Grunnurin. Guttamið eitur
eftir Guttormi løg-manni,
ið fann hetta mið, eina ferð
hann kom aftur av uttan-
landsferð.
Ein av motorunum, sum
tá róði út úr Sørvági, var
motorbáturin
»Selvík«,
sum kom til bygdina í
november 1914. Tað er
gleðiligt at síggja, at hesin
bátur nú stendur á sand-
inum, er settur í stand og
hevur fingið upprunaligu
útsjóndina aftur. Motor-
arnir og útróðurin er ein
partur av bygdarinnar søgu.
Tí vil eg nýta høvið at fegn-
ast um hetta tiltak, at varð-
veita ein deksbát ella ein
motor, sum vanliga varð
sagt, og harvið tann partin
av søguni her í Sørvági. Eg
skal nýta høvið at ynskja
tykkum tillukku og góða
eyðnu við tiltakinum.
Eg minnist eisini gamlar
menn, sum góðveðurs-
kvøldini sótu á garðinum
fram við vegnum, har
brekkan gongur frá Pøls-
oyruni oman á Sand. Teir
flestu vóru í knæbuksum og
morreyðari troyggju, onkur
í koti, og fleiri høvdu før-
oyska húgvu á høvdunum.
Har sótu teir og skiftu orð
um ymiskar trupulleikar,
bæði heimligar trupulleikar
og um trupulleikar burtur í
heimi, har tosaðu teir eisini
um útróður, um fiskiskap
annars, um føroysku stór-
hvalaveiðuna sum tá var í
sínum vælmaktsdøgum o.
s. fr. Teir bóru og fingu
tíðindi frá hvørjum øðrum.
Eg upplivdi eisini at vera
næmingur í gamla skúlan-
um í Sørvági. Har vóru bert
tvær skúlastovur. Har vóru
einans tveir lærarar og fýra
flokkar. Lærararnir vóru
Dánial Danielsen, vanliga
nevndur DD ella bara lær-
arin, og Napoleum Peter-
sen, vanliga nevndur Pola.
Jú, barna- og ungdóms-
minnini úr Sørvági eru
mong og fjøllbroytt, og
koma ofta fram í mínum
tonkum; hetta eru rík minni
at eiga.
Frá araldstíð komu føroy-
ingar saman í Tinganesi at
halda ting. Seinni gjørdist
hetta ólavsøkan ella tjóðar-
hátíð føroyinga. Uppruna-
liga komu teir saman at
gera lógir, at ansa eftir at
lógirnar vórðu hildnar, at
døma fyri lógarbrot, at
keypa og selja o. s. fr. Men
teir komu eisini saman, tí
teir vildu hittast at loysa
heimsins trupulleikar og at
halda sær at gamni. Teir
tóku brókatøk og róðu
kapp. Hetta var ein náttúr-
ligur partur av mentan før-
oyinga.
Umframt ólavsøkutingið
á Tinganesi í Havn, fóru
føroyingar eisini at halda
ting úti um landið, og søgn-
in sigur, at hvørt høvdinga-
dømi hevði sín tingstað, og
seinni hevur eitt ting verið í
hvørjari sýslu. Søgn er, at
gamli tingstaðurin her í
Vágum, var inni á Gálga,
sum er á markinum millum
Sandavág og Miðvág. Har á
staðnum stendur enn í dag
ein stórur steinur, ið verður
nevndur Gálgasteinur, og
helst
eru
deyðadómar
framdir har. Í søguligari tíð
hevur tingstaðurin í Vág-
um verið á Ryggi í Mið-
vági. Hetta kunnu vit lesa
um bæði í Miðvágs- og í
Sanda-vágssøgu.
Somu bøkur siga, at í 18.
øld hevur Várting verið á
Ryggi í Miðvági, Heystting
hevur verið í Sørvági og
Vetrarting hevur verið á
Steig í Sandavági. Vanligt
var eisini tá í tíðini, at
ástaðarrættur varð settur, t.
v. s. at tingið varð sett á
staðnum, har dømast skuldi
í einum trætumáli. Vit hava
dømi um, at sonevndi
ástaðarrætturin varð settur
við Tjørndalsegg norðan
fyri Vatnsoyrar í 1746, at
taka støðu í einum trætu-
máli millum vestmenningar
og sørvingar øðrumegin og
mið-vingar og sandavágs-
menn hinumegin. Trætan
snúi seg um gøtuna og
gongdina millum Oyrar-
gjógv og Sørvág.
Vit hava eisini onnur
dømir um, at føroyingar
hava leita sær saman til
gaman og álvara. Í summ-
um pørtum av landinum
vórðu onkrar bygdir skýrd-
ar jólabygd-ir, aðrar nýggj-
ársbygdir, uppaftur aðrar
trettandabygdir
ella
kyndilsmessu-bygdir. Hetta
merkti, at hesar ávísu dag-
arnar vóru bygdirnar vertir
fyri vitjandi úr øðrum
bygdum, helst úr granna-
bygdunum. Onkunstaðni í
landinum varð hesin siður
varðveittur heilt inn í 20.
øld. Sum dagarnir siga frá –
teir røkka frá jólum til
kyndilsmessu – var hetta í
vetrahálvárinum
ella
í
dansitíðini.
Í síðsta fjórðingi av 19.
øld, tá tjóðskaparrørslan fór
at gera vart við seg her á
landi, varð tann siður tikin
upp, at skipa fyri útferðum
og
fólkafundum
ymsa
staðni kring oyggjarnar.
Hesir fundir høvdu síni
ávísu endamál. Tey, sum
skipaðu fyri, vildu bjarga
føroysku fólkasálini – ans-
inum fyri føroyska málin-
um, fyri serstøku føroysku
mentanini og fyri nátúrini.
Men tíðin stendur ikki í
stað, og sum sagt verður,
nýggjar tíðir krevja nýggjar
siðir. Gildini, fólkafundir-
nir og dansiferðirnar vórðu
avloyst av summarstevn-
unum.
Ólavsøkan var og er stevn-
an har fólk úr øllum land-
inum komu einaferð um
árið. Men úti um landið
vildu fólk eisini gera sínar
»Ólavsøkur«. Á jóansøku
1899 høvdu vestanmenn
fingið ta hugskot, at skipa
fyri fyrstu fólkafundar- og
ítróttarstevnuni.
Vestan-
menn tá í tíðini vóru vestur-
síðan av Streymoy, Koltur,
Hestur, Skopun, Vágoy og
Mykines. Á hesi stevnu var,
umframt fólkafund sum
vera man, bæði kappróður,
kappríðing, kapprenning o.
a., sum kundi kallast ítrótt-
ur tá í tíðini. Tann stevnan
varð hildin í Miðvági.
Røða hildin á vestanstevnu:
Sørvágur er mín næsta heimbygd
Eina tíð skipaðu suður-
oyingar fyri egnari Ólav-
søku har suðri. Hetta
gjørdu teir til teir fóru at
skipa fyri egnari stevnu á
jóansøku. Fyrsta jóansøkan
var á Tvør-oyri í 1925.
Jóansøkan hevur síðani
verið hildin á hvørjum ári.
Annaðhvørt ár á Tvøroyri
og annaðhvørt ár í Vági. Í
1936 komu norðingar og
klaksvíkingar
við
síni
norðoyarstevnu sum verður
hildin í Klaksvík á hvørjum
ári.
Fyrsta Vágastevnan varð
hildin niðri á vatninum í
1945. Har var kappróður,
kappríðing, kapprenning,
togtogan o. a. Tey fyrstu ár-
ini vóru tað bygdirnar í
Vágum sum stóðu fyri
stevnuni og tí bar hon heitið
Vágastevnan. Seinni skiftið
stevnan ímillum bygdirnar
Sørvág, Miðvág og Sanda-
vág. Og uppaftur seinni
koma Vestmanna við og tá
broytti stevnan navn til
Vestanstevnan.
Nú verða so allar hesar
stevnurnar hildnar á hvørj-
um ári. Fyrst norðoyastevn-
an,
síðan
skálafjarðar-
stevnan,
so
jóansøkan,
varmakeldustevnan, sunda-
lags-stevnan, vestanstevnan
og at enda kemur so sjálv
tjóðarhátíðin Ólavsøkan, ið
savnar fólk úr øllum land-
inum – ja, hon savnar so at
siga alla tjóðina.
Áðrenn eg sleppi hesum
partinum vil eg nýta høvið
til at heilsa og fagna okkara
ítróttarungdómi. Tit seta
ein serligan framúr góðan
dám á allar hesar stevnur-
nar. Úrslitið á oyggjaleik-
unum á Man sigur ikki so
lítið um tykkara ídni og
dugnaskap. Heili 15 gull-
merki, 14 silvurmerki og
12 bronsumerki, umframt
tað, at vit vunnu kapping-
arnar í kvinnufótbólti og
flogbólti fyri kvinnur. Eitt
frálíkt úrslit, sum vit kunnu
fegnast um, og vera errin
av.
Í 1200 ár lógu føroyingar
avbyrgdir úti í Atlandshav-
inum og her varð tann
føroyska fólkasálin skapt.
Við einum støðugum fólka-
tali upp á umleið 5000 upp
gjøgnum miðøldina hava
vit varðveitt og ment okk-
ara mál og okkara mentan.
Her varð tann føroyski
samleikin
(identiteturin)
skaptur.
Útróður og bóndalív,
kvæði og sálmasangur,
landfarsóttir, sjólát, tuberk-
lar í trongum skipslugarum
og stórur barnadeyði hava
skapt eina sterka, men eis-
ini eina viðkvama fólkasál.
Tað viðkvama sæst aftur í
stórum listarligum gávum
innan allar listagreinar. Tað
sterka sæst aftur í okkara
evnum at yvirliva skift-andi
tíðir. Til lands í Íslandi – út-
róður í Grønlandi – við
íslendskum trolarum – við
bretum – við týskarum –
við norðmonnum. Á út-
lendskum arbeiðsplássum
og á fremmandum læri-
stovnum.
Okkara flagg ímyndar tey
samhaldsføstu virðini vit
eiga. At vit varða av hvørj-
um øðrum. At ongin líður
neyð í okkara landi. At vit
taka okkum av teimum
minni mentu og veiku í
samfelagnum. At tær sterku
herðarnar bera tær lutvíst
tyngru byrðarnar. At øll
eiga rættin til eitt virkið lív.
At øll fáa møguleikan at
nema sær útbúgving. Hetta
eru alt virðir, sum gera, at
okkara land telist millum
tey góðu londini at búgva í.
Virðir, sum gera, at vit eru
errin av at vera føroyingar.
Vit eiga ikki at lata
eginsinnið – egoismuna –
fáa fastatøkur á okkum, tí
tá skapa vit eitt sjúkt sam-
felag, sum skjótt fer til
grundar. Vit mugu í góðum
felags-skapsanda skapa eitt
samfelag, har pláss er fyri
øllum. Vit eiga at sannføra
hvønn annan um, at tað ber
til at byggja eitt samfelag
upp í felag, eitt samhalds-
fast samfelag við sjálvsáliti
og sjálvsvirðing.
Men vandi er í hvørjari
vælferð. Tá ferðin er stór, er
týdningarmikið at ansa
eftir, at vit ikki missa
okkum sjálvi burtur, at vit
ikki gloyma tað góða og
gamla, sum vit fingu í arv
frá okkara forfedrum. Eg
kann ikki lata vera við at
taka fram ta vøkru náttúr-
una sum eyðkennir okkara
land.
Í
framtaksferðini
gloyma vit ofta at halda fast
við náttúruvirðini.
Um vit í øllum vinnulívs-
meldrinum drepa lívið í
vøtnunum, dálka firðir og
sund so nógv, at dýralívið
og sjóplantuvøksturin í
fjøruni verður burtur, at
ávís fiska-sløg hvørva og
ikki koma aftur, og annað
týdningarmikið lív á firð-
unum doyr, tá missa vit
meira fyri minni. Okkara
umhvørvi er bygt upp
gjøgnum túsundir av árum,
men nútíðin kann eftir
stuttari tíð oyðileggja so
nógv, at komandi ættarlið
als ikki fáa møguleika fyri
at fegnast um og gagnnýta
hesa gávuna. Lat okkum
altíð minnast, at tað, sum
vit umsita, er ikki ein arvur
ella ein gáva frá okkara for-
fedrum, men eitt lán frá
okkara eftirkomarum.
Fer
framburðshugurin
fyrilitaleyst at hava við sær
dálking og spillu av vøkru
nátúruni t. d. av Sørvágs-
vatni og Fjallavatni og av
fjøllum og dølum her um
leiðir, so kann eftirtíðin av
sonnum kalla okkum nakr-
ar rásnkroppar og tað má
ikki henda. Um allan heim-
in stríðast felagsskapir,
lond og landspartar fyri at
av-marka oyðileggingina av
nátúruni. Vit hoyrdu herfyri
um ósemjuna millum risa-
veldið USA og Europa um
Koyotuavtaluna. Henda av-
tala áleggur øllum londum
at minka CO-2 útlátið, so at
tað innan ávíst áramál er
heilt burtur.
Vísindafólk
duga
at
síggja, at bera vit okkum
ikki skilagott at, so er stór-
ur vandi fyri, at okkara
ættarlið fer at ræna framtíð-
ina frá teimum, sum aftaná
koma og skulu búleikast
her. Sjálvandi skal okkara
lítla tjóð eisini vera við í ar-
beiðnum at verja heims-
samfelagið móti týning. Vit
kunnu ikki longur siga, at
vit eru so fáment, og at tað
lítla, sum vit dálka, bert er
ein evarska lítil dropi í tí
stóra hav-inum. Spurning-
urin er ikki, hvussu fáment
vit eru, men heldur er
spurningurin hvørja sjálvs-
virðing vit hava, og hvørja
virðing vit hava fyri jørðini
og okkara upphavi.
Fyri at tríva í eitt av teim
aktuellu málunum, skal eg
her móti endanum nevna, at
í farnu viku varð fyrsti
borðurin settur í føroysku
undirgrundina. Um nakr-ar
mánaðar fáa vit so at vita,
um olja er í undirgrundini,
og tey flestu vóna, at so
verður og fegnast um og
síggja fram til, at svarta
gullið fer at spríkja burtur
úr havbotninum. Men sum
orðatakið sigur: Tað er
vandi í hvørjari vælferð.
Og her kann vandi eisini
vera á ferð.
Gera vit onki fyri at verja
okkum, er stórur vandi fyri,
at oljuvinnan fer at koma
føroyska samfelagnum aft-
ur um brekku. Ein vandi er,
at peningaumfarið í sam-
felagnum gerst alt ov stórt
við tí úrslitið, at vit fáa eina
ótálmaða nýtslu, at sethúsa-
prísirnir og prísirnir á
byggijørð rúka upp í loft, at
vit fáa stórt hall á handils-
javnanum og gjaldsjavnan-
um, at tað almenna, komm-
unurnar og tað pri-vata fara
at gera alt ov stórar og
kostnaðarmiklar íløgur við
tí
úrslitið,
at
okkara
høvuðsvinna
og
onnur
framleiðsluskapandi og út-
flutningsfremjandi vinna
verður sindrað.
Um oljuvinnan gerst um-
fatandi, og kemur at fevna
um eitt drúgt áramál, eru
eisini aðrir og størri vandar
á fer. Tá verður vandi fyri,
at vit koma í ta støðu, at
ongin longur dugur at
fiska. At ongin longur dug-
ur at framleiða vøru til út-
flutnings burtur úr ráfiski.
At ongin dugur at arbeiða í
landbúnaðinum, í ídnaði,
sum ikki hevur beinleiðis
við oljuvinnuna at gera, og
hvat skulu vit gera við olju-
ídnaðin, tá oljukeldurnar
eru tómar? Sannleikin er
tann, at avleiðingarnar av
oljuvinnuni, um vit ikki
binda um heilan fingur nú
beinan vegin, kunnu gerast
heilt óhugnaligar.
Bera vit okkum rætt at,
kann oljuvinnan verða til
stórt gagn, bæði fyri okk-
um, sum nú liva, og fyri tey
komandi ættarliðini. Hon
kann gagna føroyska sam-
felagnum langt inn í fram-
tíðina. Men bera vit okkum
skeivt at, er stórur vandi
fyri, at hendan vinnan sum
frálíður førir okkum út í
stóra neyð og armóð. Hon
kann gera enda á føroysku
tjóðini. Og her eiga vit at
vera á varðhaldi. Vit eiga at
sláa manngarð um okkara
mál, okkara mentan og
okkara siðsøguliga arv.
Hetta er helst størsta av-
bjóðingin føroysku tjóðini
hevur verið fyri nakrantíð.
Hetta er ein avbjóðing til
fólkið í Føroyum – til før-
oysku tjóðina.
Nú eru vit í veitslulagi.
Ungdómur og manndómur
og eldra fólkið, sum hevur
lagt arbeiðsdagin afturum.
Vit eru savnað til ítrótt. Tey
yngru luttaka og hini
hyggja
at. Vit
syngja
saman, tala saman, heilsa
uppá hvønn annan o. s. fr.
Vit hittast í eini aðrari tíð
og á ein øðrvísi hátt enn
forfedrarnir. Men hugurin
at hittast er hin sami, og vit
føroyingar eiga eisini í
framtíðini at kenna okkum
sum teir grannar, ið koma
hvørjum
øðrum
við.
Grannar sum hava gleði av
at hittast, at tala saman,
syngja saman og syrgja
saman, tá tær tungu løt-
urnar í lívinum koma.
Lat meg enda við at
ynskja Guðs signing yvir
land og fólk og at ynskja
tykkum øllum eina fram-
haldandi
góða
vestan-
stevnu.
Takk fyri!
C
M
Y
K
25
24