leygardagur 28. juli 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 28. juli 2001
23
Klaksvíkingar knýta
vónirnar til, at
summarsteðgurin og
afturkoman av Kurt
Mørkøre skal geva
nýggjan íblástur
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
KÍ hevur tikið mangt takið í
ólavsøkufótbóltinum. Tað
hevur ofta verið lagt nógv
fyri, men tað er ógvuliga
langt síðani, at tað hevur
staðið so nógv upp á spæl
hjá KÍ á ólavsøku, sum tað
ger hesa ferð.
Tá landskappingin í fjør-
uti árunum var øðrvísi
skipað, enn hon er nú, vóru
finaludystirnir okkurt árið
spældir á ólavsøku, og tá
var KÍ ofta partur av
finaluni um føroyameist-
araskapin.
Røkka ella støkka
Hesa ferð er ikki so væl
vorðið hjá KÍ. Tað hevur
skorist so mikið illa hjá
teimum í landskappingini,
at eingin møguleiki er har
at røkka einari endastøðu,
sum kann bera atgongd til
Europa Cup við sær. Tí er
steypafinalan og sigur í
steypakappingini
einasti
møguleikin fyri atgongd til
UEFA Cup.
– Tað er heldur einki at
ivast í, at tað hevði komið
sera væl við í landskapp-
ingini, um vit høvdu vunn-
ið steypafinaluna.
Tað
heldur
skilagóði
veteranurin, Harley Bert-
holdsen. Síðani landskapp-
ingardystin á Svangaskarði
1. juli hevur hann drigist
við ein skaða í fótliðnum.
Mikukvøldið royndi hann
at spæla fyrra partin av 1.
hálvleiki í venjingardyst-
inum ímóti GÍ á Tórsvølli.
Tað gekk ikki væl, og í gjár
sá Harley ikki ljóst upp á
sína luttøku í finaluni.
Heldur tú, at tað er
møguleiki fyri, at KÍ kann
koppa B36?
– Tá vit spældu ímóti
teimum í landskappingini,
gekk tað javnt á í 1.
hálvleiki. Eftir at vit fingu
ein mann útvístan, gjørdist
tað klassamunur, og teir
vunnu 5–0. Men hesa ferð
er talan um ein nýggjan
dyst, sum hevur heilt øðr-
vísi fyritreytir. Sjálvandi er
B36 favorittur at vinna,
men nú hava vit betri
møguleikar at avgera dyst-
in, enn vit høvdu fyri seks
vikum síðani. Eg hugsi
fyrst og fremst um, at vit
hava fingið Kurt Mørkøre
aftur á liðið. Hann hevur
evnini at fáa mál so at siga
burturúr ongum. At skora
hevur altíð sera stóran
týdning, og ikki minst í so-
vornum dysti er tað týd-
ningarmikið, heldur Harley
Bertholdsen og minnir aftur
á finaluna millum B36 og
KÍ fyri tveimum árum síð-
ani:
– Teirra bóltspæl fleyt í
hvussu so er eins gott og
kanska betri enn okkara í 1.
hálvleiki. Men tað vóru vit,
sum stutt undan steðginum
fingu hol á, og tá Kurt
Mørkøre beinanvegin eftir
steðgin økti til 2–0, vóru
tað vit, sum fingu eyka
orku og harvið høvdu yvir-
skotið, meðan B36 varð
trýst niður. Vit mugu bara
vóna, at tað eisini hesa ferð
fer at laga seg soleiðis, men
tað er púra greitt, at tað
verður sera torført.
– Undir venjingini í vik-
uni hevur tað verið hugaligt
at síggja, hvussu væl Kurt
Mørkøre
og Alexander
Djordjevic
beinanvegin
hava funnið saman. Vit
vóna, at hetta fer at skapa
tyngd í álopspartin, og so
mugu vit longri afturi á
vøllinum syrgja fyri at
halda tættari, enn tað higar-
til hevur verið gjørt í lands-
kappingini.
Ungir og eldri
Hjá
KÍ
er
finaluliðið
samansett av spælarum í
øllum aldrum. Millum teir
mest garvaðu eru Jan Joen-
sen og Harley Bertholdsen.
Tað er sera ivasamt, um
hesir báðir vera tøkir, tá KÍ
aftur fer at spæla seg í eina
steypafinalu.
KÍ hevur eisini fleiri
yngri spælarar, sum hava
spælt seg til meiri ella
minni føst pláss á liðnum.
Her verður hugsað um
Hjalgrím Elttør, sum hevur
bitið seg fastan á besta lið-
num, Atla Danielsen, sum
hevur spælt nógv seinastu
tíðina, og so um Símun
Joensen, sum er vorðin
fastur maður í ár. Hann
verður kortini ikki nógv við
afturat í ár. Tað er ikki heilt
greitt, um hann verður við,
tá KÍ komandi sunnudag
skal spæla landskappingar-
dyst í Gundadali ímóti HB.
Men tað er greitt, at hann í
vikuni eftir tann dystin fer
til USA at vera í eitt lítið ár.
Aðrir ungir KÍ spælarar,
sum í ár hava verið á besta
liðnum, eru Erling Fles og
Rógvi Laksáfoss.
Men í morgin verður
størsta ábyrgdin løgd á
royndu menninar, og ímill-
um teirra er liðformaðurin,
Allan Joensen, ein hin
týdningarmiklasti. Allan
hevur verið skaddur sein-
astu tíðina. Teir hava spart
hann eitt sindur undir venj-
ing, men í hesi vikuni hevur
hann vant við fullari ferð.
Liðformaðurin verður við.
Spurningurin er í hvørjari
ketu Tomislav Sivic ætlar at
brúka hann. Allan styrkir
um verjupartin, miðvøllin
og um álopið.
Fyrireikingarnar
Nú eru tað tvær vikur síð-
ani, at klaksvíkingar fóru at
venja á nýggja graslíkinum,
sum teir eru væl nøgdir við.
Mikukvøldið vóru teir á
Tórsvølli, og í gjárkvøldið
skuldu teir út á Svanga-
skarð. Har skuldu teir venj-
a, sova og aftur venja. Í dag
gongur leiðin norður aftur,
og so fara teir aftur um
Leirvíksfjørð fyrrapartin í
morgin.
Klaksvíkar
kommuna
vísir ítróttinum stóran ans.
Tað er vorðið siður, at lið-
ini, sum standa fyri týd-
ningarmiklum
dystum,
verða bjóðaði í býráðshøll-
ina til ábit og hugna. So-
leiðis var tað eisini í hesi
vikuni. Hóskvøldið vóru
bæði menninir og kvinn-
urnar hjá KÍ til háborðs hjá
kommununi. Borgarstjórin
hevur í hesum samband-
inum bara ein hatt – tað
hevði verið verri, um HB
hevði verið mótstøðuliðið,
tí so hevði verið neyðugt
við pápa hattinum! – með-
an vara borgarstjórin hevði
fleiri
hattar
at
velja
ímillum. Men sambært
hann sjálvan, so var tað ikki
FSF bossa hatturin, sum var
uppi á, men heldur Klaks-
víks húgvan, tá hann royndi
at seta mót í KÍ liðini.
Seinnapartin í morgin
verður tað FSF formaðurin,
sum verður vertur fyri
finalunum báðum.
Tórsvøllur fer á ólav-
søku at verða karmur
um steypafinaluna í fót-
bólti fyri aðru ferð
Ársins fótbóltsdystur
higartil verður á ólav-
søku. Tá fara KÍ og B36
at spæla steypafinalu,
og roknað verður við
sera nógvum fólki.
Forsølan av atgongu-
merkjum hevur gingið
sera væl, og um veðrið
verður til vildar er ikki
óhugsandi, at Tórs-
vøllur verður stappaður
við fólki.
Sjálvur vøllurin er í
góðum standi, og sein-
astu dagarnar hevur for-
maðurin í Grunninum
Tórsvøllur,
Poul
Michelsen, hjúkla um
grasteppið.
Umframt
steypa-
finaluna skal Tórsvøllur
eisini hýsa dystinum
millum HB og Hvid-
ovre, sum verður spæld-
ur leygarkvøldið.
ek
Tórsvøllur
til reiðar
Poul Michelsen hevur seinastu dagarnar hjúkla um
grasvøllin á Tórsvølli
Allan Joensen og teir í KÍ kunnu bjarga sær árinum, um teir vinna steypafinaluna á ólavsøku.
Mynd: Álvur Haraldsen
Finalan skal bjarga kappingarárinum
23
22
Nr. 143 - 28. juli 2001
Bæði umborð á Søl-
mundi og Stráluni
halda teir, at tað eru
fleiri aðrir møgu-
leikar fyri vinnarum,
enn teir báðir bátar-
nir, sum kappast um
FM heitið
6-MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
Eingin kapping seinnapart-
in í dag verður so avgerandi
fyri meistaraskapin, sum
tann ímillum 6–manna-
førini við monnum. Strálan
er tvey stig undan Søl-
mundi, og tað er greitt, at
annar hesi báturin verður
meistari.
Men bæði formaðurin
umborð á Sølmundi, Petur
Hansen, og formaðurin um-
borð á Stráluni, Kristian
Kristiansen, vísa á, at tað
ber væl til at ímynda sær, at
onkur annar bátur fer at
troðka seg heilt fram í
oddin í ólavsøkuróðrinum:
– Tað hevur verið tætt
allar ferðirnar. Bara sekund
og minni enn tað hava verið
munurin ímillum bátarnar,
og tí kann tað fara fleiri
vegir. Riddarin hevur í
fleiri
kappingum
verið
frammarlaga leingi. Nú er
teinurin væl styttri, enn
hann plagar at vera, so tað
kann hugsast, at teir verða
vandamiklir. Og so er tað
Páll Fangi, sum rættuliga
tykist hava funnið stevið
tær seinastu ferðirnar, vísa
teir báðir á.
Fyritreytirnar stóran
týdning
Strálan hevur 30 stig, og
Sølmundur hevur 28 stig.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at Sølmundur skal
vinna, um hann sjálvur skal
gera meistaraskapin av.
Strálan, sum vann FM
heitið í fjør, hevur bestu
kortini á hondini. Undan
ólavsøkuróðrinum í fjør
varð víst á, at Strálan
ongantíð hevði vunnið á
ólavsøku. Nú ber ikki til at
vísa á hetta, tí Strálu-
menninir vunnu ólavsøku-
róðurin í fjør.
Men tað hevur gingið eitt
sindur upp og niður hjá
Stráluni og Sølmundi í ár.
Bátarnir hava so at siga
skiftst um at vunnið.
– Vit halda, at líkindini
hava havt nógv at siga. Tá
tað hevur verið eitt sindur
ófriðarligt, hevur tað ikki
roynst so væl hjá okkum.
Manningin hjá okkum er
lættari, enn hon er t. d.
umborð á Stráluni, og vit
hava ein lættari bát. Tað
hevur eisini sæst aftur, tá
tað hevur verið mótvindur,
meðan tað hevur roynst væl
hjá okkum, tá hann hevur
verið undan, sigur Petur
Hansen umborð á Søl-
mundi.
Umborð á Stráluni vísa
teir á, at tað sjálvandi hevur
týdning, at Sølmundur bara
vigar 200 kilo, meðan bát-
urin hjá strandingum vigar
295 kilo. Og so skal tað
leggjast afturat, at miðal
vektin á Strálu monnunum
er eitt sindur hægri, enn
hon er umborð á Sølmundi.
Kenna teinin
Bæði teir umborð á Stráluni
og teir umborð á Sølmundi
hava verið á Havnarvág í
hesi vikuni og róð túsund
metra málið, sum bara er
900 metrar, nakrar ferðir.
– Stýrimaðurin hjá okk-
um, Jákup Vágsheyg, hevur
róð kapp við bátum í Havn-
ini í átta ár, so hann veit,
hvat tað snýr seg um í
ólavsøkuróðrinum,
vísir
formaðurin umborð á Søl-
mundi á.
Teir eru kortini ikki heilt
álvuligir í NSÍ:
– Vit eru tveir, sum hava
verið eitt sindur slakkir
tveir dagar í hesi vikuni,
men nú eru vit komnir fyri
okkum aftur. Tað er sjálv-
andi ikki so gott, men vit
vóna ikki, at tað fer at bila.
Umborð á Stráluni vita
teir væl, hvat teir skulu fáa
betri tak á, enn teir hava
havt:
– Á so stuttum teini
hevur tað so sera stóran
týdning, at starturin er
góður. Higartil í ár hevur
starturin hjá okkum verið
syndarligur so at siga
hvørja ferð. Vit hava ikki
gjørt annað síðani vestan-
stevnuna enn at venja start-
in, so nú vóna vit, at hann
fer at eydnast hesa ferð,
sigur Kristian Kristiansen,
bátsformaður umborð á
Stráluni, sum liggur best
fyri og harvið hevur góðan
møguleika at endurvinna
FM heitið, sum teir vunnu í
fjør.
Tað stendur til at bresta í spenningi
Eingin kapping seinnapartin í dag verður so avgerandi fyri meistaraskapin, sum tann ímillum 6–mannaførini við monnum.
Strálan er tvey stig undan Sølmundi, og tað er greitt, at annar hesi báturin verður meistari
6-mannafør dreingir
1. Strálan
1G
30
2. Sølmundur
28
3. Riddarin
20
4. Páll Fangi
9
5. Snopprikkur
4
6. Gongurólvur
3
7. Fortuna
2
8. Fuglfirðingur
0
9. Kollfirðingur
0
10. Lómur
1G
0
11. Hósvíkingur
0
12. Víkingur
0
Havnabáturin og
kvinnurnar umborð á
Páll Fanga liggja
fremst í kappingini
um plássini í Silly-
kappingini
KAPPRÓÐUR
Eyðun Klakstein
Umframt ólavsøkusigurin,
gull og FM kappast nakrir
av kappróðrarbátunum eis-
ini um útlendskar avbjóð-
ingar.
Seinastu árini hava før-
oyskir kappróðrarbátar ver-
ið við í kapping á Silly
oyggjunum, og í ár skulu
tvær manningar finnast.
Menninir kappast um
annað plássið, og har hevur
Havnabáturin munin í løt-
uni.
10-mannafarið
úr
Havn hevur vunnið allar
róðrarnar í ár, og tí eru teir
tvey stig frammanfyri Nev-
ið Reyða, sum eina róðurin
var nummar tvey. Strálan er
eisini við í kappingini og
hevur 30 stig.
Skalt tað eydnast Nev-
inum Reyða at taka Havna-
bátin, so skal 8-mannafarið
úr Klaksvík vinna sín róð-
ur, meðan Havnabáturin
ikki skal gerast nummar
eitt.
Treytirnar hjá Stráluni
eru enn harðari.
Kvinnur úr Klaksvík
Hjá kvinnum eru tað mann-
ingarnar úr Klaksvík, sum
stríðast um plássið í kapp-
ingini á Silly.
6-mannafarið Páll Fangi
hevur munin áðrenn sein-
asta róðurin. Tær hava
vunnið allar róðrarnar í ár,
og hóast 5-mannafarið Fíp-
an Fagra eisini hevur av-
rikað tað sama, so hevur
Páll Fangi munin í sek-
undum.
Kappingin er tí hørð um
ferðina til Silly, og á stutta
málinum á ólavsøku er
møguleiki fyri, at teir
bátarnir, sum hava vunnið
alt ár, verða tiknir.
Róðrarsamband Føroya
skipar eisini fyri eina kapp-
ing millum dreingjamann-
ingarnar. Vinnarin av hesi
kapping sleppur til Sorø-
kappingina í Danmark.
Í løtuni er Tjaldrið á odda
í hesi kapping, meðan Blik-
ur er næstur. Tað eru tó sjey
stig millum bátarnar, so
nógv skal til, áðrenn Tjaldr-
ið verður tikið.
U17 landsliðið við
dreingjum fer týs-
dagin til Danmarkar
at luttaka í norður-
lendskari kapping,
sum verður hildin í
Vejle
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein
U17 dreingjaliðið fer fyrst í
komandi viku til Dan-
markar at luttak í NM fyri
landslið.
Á ferðini til Danmarkar
skal
dreingjalandsliðið
spæla ímóti Englandi, Nor-
egi og Finlandi. Harafturat
verða teir avgerandi dyst-
irnir.
Mathias Davidsen hevur
úttikið spælararnar, sum
skulu á ferðina til Dan-
markar, og teir eru: Bergur
Midjord, Ingi Højsted, Jón-
as Tor Næs, B36, Jóhan
Petur Poulsen, B68, Tumm-
as Pauli Olsen, B71, Marni
Djurhuus,
EB/Streymur,
Bárður H. Joensen, Eli
Thorsteinsson,
Gunnar
Nielsen, Páll M. Joensen,
Rókur F. Jespersen, HB,
Magnus Skorðalíð, LÍF,
Justinus R. Hansen, NSÍ,
Hanus Thorleifsson, Skála,
Rasmus Nolsøe, TB, Allan
Kjærbo, Poul N. Poulsen,
Símun Samuelsen, VB.
U17 ferðalagið fer til
Danmarkar týsdagin, og
teir verða burtur í eina
viku.
U17 landslið til
Danmark
Hørð kapping um
útlendsku avbjóðingarnar
C
M
Y
K
22