leygardagur 28. juli 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 28. juli 2001
21
Lykilin til sannfør-
andi sigrarnar hjá
Havnarbátinum
higartil í ár hevur –
umframt heilt nógva
venjing – sambært
bátsformannin verið
neyðuga virðingin
fyri næsta róðrinum
og mótstøðumonnun-
um
10-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Havnarbáturin hevur verið
einastandandi í ár. Tað eru
manningarnar umborð á
hinum 10–mannaførunum
samdar um. Og tað er eing-
in ivi um, at tað eru FM
vinnararnir
umborð
á
Havnarbátinum, sum eru
stórfavorittar at vinna á
ólavsøku. Um teir gera tað,
so verður talan um eitt
verdugt punktum fyri eitt
frágera gott róðrarár hjá
teimum.
– Tað nyttar lítið hjá
okkum at hava skoðsmálið
frá kappingarneytunum og
áskoðarunum við okkum út
á málið. Vandin lúrir alla
tíðina, at tú ikki skalt taka
uppgávuna, sum stendur
fyri framman, í tí álvara,
sum tað er alneyðugt at
taka hana, um eitt gott úrs-
lit skal spyrjast burturúr.
Tað er bátsformaðurin á
Havnarbátinum, sum vit hava
í telefonini. Magni Brøðra-
berg og bátsfelagarnir vandu
mikukvøldið
síðstu
ferð
undan ólavsøkuni. Í hesi
vikuni hava teir vant teinin av
Argjahøvda og inn undir
Skipafelagið aftur og aftur.
Teir hava róð ímóti Knørri og
Kollfirðingi. Føturnir eru á
bekkinum allan teinin, og tað
hevur gingið væl.
Í dag eru síðstu fyrireik-
ingarnar á skránni, og tær
eru sinniligar:
– Vit hittast fyri at eta
saman, áðrenn vit fara at
ganga í skrúðgonguni, tá
ólavsøkan verður sett. Ein
av bátsfeløgunum býr ikki
so langt frá, har bátarnir
standa, so eftir at ólavsøkan
verður sett, fara vit bein-
leiðis heim til hansara, og
so verður alt sett inn upp á
at savna hugsanirnar um
sjálvan róðurin. Vit halda
tað vera sera týdningarmik-
ið, at vit eru felags um
hetta. Ein partur av hesum
er, at vit mugu gloyma at
dúva uppá, at tað hevur
gingið so væl higartil í ár.
Nú snýr tað seg bara um
ólavsøkuróðurin,
sigur
Magni Brøðraberg.
Long fyrireiking
Nú kappingarárið er um at
vera liðugt, kunnu teir um-
borð á Havnarbátinum líta
aftur á eitt langt róðrarár:
– Vit fóru undir styrkis-
venjingar longu í januar, og
tá fóru vit eisini regluliga at
renna. Vit fóru ikki í bátin
fyrrenn flaggdagin, men tá
vóru vit í góðari konditión.
Einar tveir dagar undan
flaggdegnum runnu vit úr
neystinum í Álakeri og til
Kirkjubøar og aftur. Tað er
25 kilometrar, og tað klár-
aðu vit við ein glans, sigur
bátsformaðurin, sum eisini
hevur eina frágreiðing til
tað, sum verður sagt um, at
Havnarbáturin flýtur so
serliga væl og gongur so
lættliga og uttan, at tað á
nakran hátt sær óstortligt
út:
– Vit brúktu nógva tíð tær
fyrstu vikurnar upp á at
finna røttu javnvágina um-
borð. Hetta hevur t. d. nak-
að við stødd og vekt á
monnunum at gera, soleiðis
at teir tyngru eru longri
frammi í bátinum og teir
lættaru longri afturi. Fyrstu
tíðina róðu vit ofta langar
teinar fyri at finna rætta
áralagið og róðrarlagið, og
tá tað var komið upp á pláss
fóru vit uppundir norðoyar-
stevnuna at venja interval-
venjing.
Tit høvdu umleið somu
manning í fjør, men tá gekk
ikki so væl?
– Tað er partvís rætt.
Síðani í fjør havav vit skift
umleið helmingin av mann-
ingini út. Í fjør var tað ikki
fyrrenn heilt stutt undan
norðoyarstevnuni, at vit
fóru umborð á Havnarbát-
in. Vit høvdu vant við Ørvi,
og vit høvdu rættað okkum
inn eftir tí bátinum. Tíðin
umborð á Havnarbátinum
gjørdist ov stutt. Tað er so
sera ymiskt, sum bátarnir
eru. Í ár hava vit havt
møguleika at fáa skil á tí,
sum vit ikki høvdu tíð til í
fjør. Og so mugu vit ikki
gloyma, at vit hava ein
fínan stýrimann, sum so
serliga væl megnar at bera
okkum fram.
Fleiri ætla sær
at bjóða av
Havnarbáturin er stór favo-
rittur av vinna ólavsøkuróð-
urin, og tað verður sjálv-
andi eitt vónbrot, um bátur-
in, sum higartil hevur
vunnið allar róðrarnar, ikki
fer at megna at vinna í
heimasjógvi.
Men Magni Brøðrarberg
sigur seg rokna við kapping
frá
Vestmenninginum,
Eysturoyinginum og Nóls-
oyinginum. Hann veit at
siga, at nólsloyingar hava
skift eitt sindur av fólki, og
at Nólsoyingurin hevur
gingið væl í venjingini upp
undir ólavsøkuna.
Umborð á Vestmenningi-
num hava teir ætlað sær at
vunnið ein róður í ár. Nú er
seinasti møguleikin, og
Vestmenningur hevur ofta
staðið seg væl á ólavsøku.
– So er tað Eysturoying-
urin. Hann hevur í undan-
farnu kappingunum ofta
fingið góðan start og verið
væl við á fyrra helmingi-
num av teimum tvey túsund
metrunum, vísir formaður-
in á Havnarbátinum á.
Rúni Lamhauge er báts-
formaður umborð á Eystur-
oyingi. Hann er partur av
manning, sum tók við, eftir
at nýggi báturin hjá teimum
hevði vunnið allar róðrar-
nar í 1998 og í 1999. Tað
eru nakrir fáir av gomlu
manningini umborð, meðan
helmingurin roynir seg á
øðrum ári, og ein einstakur
ikki hevur róð á ólavsøku
áður:
– Tað gekst einki serliga
at manna bátin í vár. Undan
norðoyarstevnuni høvdu vit
bara vant í fýra vikur. Tá
var konditiónin ikki góð,
men hon er batnað nógv.
Tað hevur hilnast betri hjá
okkum, tá hann hevur verið
ímóti, enn tá hann hevur
verið undan. Tað kemst av,
at vit í miðal eru væl tyngri,
enn teir eru umborð á t. d.
Havnarbátinum.
Okkara
miðalvekt er 87 kilo, með-
an teirra er 80 kilo. Vit
vóna sjálvsagt, at tað verð-
ur mótivindur í ólavsøku-
róðrinum. Í kappingunum
higartil hevur vindurin fyri
tað mesta verið undan,
staðfestir Rúni Lamhauge.
Eysturoyingurin kappast
við Vestmenningin
um
næstfremsta plássið í FM
kappingini. Vestmenningar
eru betri fyri í tí kappingini.
Um Eysturoyingur skal
vera vísur í at vinna silvur-
merkini í FM kappingini,
so er neyðugt hjá teimum at
vinna á ólavsøku. Men tað
verður torført. Sjálvt um
teir undan róðrinum royna
at kobla úr og leggja allar
sigrarnar og øll stigini eftir,
áðrenn teir fara í bátin, so
mugu teir umborð á Havn-
arbátinum finna seg í, at øll
onnur rokna teir sum favo-
rittar.
Sigrarnir liggja eftir heima við hús
Vandin lúrir alla tíðina, at tú ikki skalt taka uppgávuna, sum stendur fyri framman, í tí álvara,
sum tað er alneyðugt at taka hana, um eitt gott úrslit skal spyrjast burturúr, sigur Magni
Brøðraberg, bátsformaður á Havnabátinum
Tær umborð á Søl-
mundi hava nógv at
vinna aftur, og hjá
manningunum í
Havnini skal nógv til,
áðrenn tær kunnu
vinna á teimum í
Klaksvík
6-MANNAFØR
KVINNUR
Jóannes Hansen
Eingin ivi er um, hvør er
best í kvinnukappingini.
Páll Fangi hevur vunnið
allar róðrarnar, og í dag
skulu tær seta trumf á eitt
framúr gott kappingarár.
Um talan verður um
síðsta róðurin yvirhøvur
við hesi manningini er ikki
heilt greitt. Men tað er stór-
ur møguleiki fyri, at onkrar
av róðrargentunum fara at
leita sær aðra staðir í út-
búgvingarørindum, og so
fer at verða tosað í Klaks-
vík um góðu 2001 mann-
ingina – akkurát sum tað í
níti árunum hevur verið
tosað um manningarnar,
sum vunnu FM við Páll
Fanga í 1986 og í 1987 og
aftur í 1989 og í 1990.
Kappast um silvur
Onkra ferðina hevur mun-
urin aftur til næsta bátin
verið trý sekund. Tað er
umleið eina bátslongd.
Men ofta hevur munurin
verið tvífalt so langur, og á
vestanstevnuni
var
tað
einki, sum bendi á, at nakar
av hinum bátunum á ólav-
søku skuldi taka Páll
Fanga.
– Venjingin hjá okkum
hevur víst seg at hava verið
nóg holl til at vinna fimm
teir fyrstu kappingarnar.
Nú uppundir ólavsøkuna
hava vit hildið okkum til
tað, sum hevur roynst so
væl higartil. Vit hava ikki
verið í Havn og vant, men
vit vita, at teinurin er
styttri, enn hann hevur
verið á hinum stevnunum.
Tað hevur við sær, at vit
hava tey tøkini færri á
lunninum. Startspurturin
og endaspurturin verður
eins langur, sum teir hava
verið undanfarnu ferðirnar.
Hetta
sigur
Beinta
Klakkstein, sum er ein av
kvinnunum umborð á Páll
Fanga.
Hvørjum báti rokna tit
við at fáa mestu kappingina
frá á ólavsøku?
– Vit frætta norður til
Klaksvíkar, at tær venja
nógv, og at tær siga, at nú
ætla tær at taka okkum. Vit
hava kappast mest við Jarn-
bard og Sølmund, so vit
mugu rokna við størst
kapping frá teimum, men
tær umborð á Leirvíkingi
hava eisini verið framvið
fleiri ferðir, og so skulu vit
ikki avskriva hvørki Gong-
urólv ella Hvessing.
Tær umborð á Sølmundi
hava størsta partin av kapp-
ingarárinum verið best fyri
í kappingini um silvurkrón-
urnar. Men á vestanstevn-
uni fingu tær einki stig.
Tær hingu eftir í startinum,
og tær vóru sera harmar
um, at róðurin ikki varð
skotin av. Sølmundur hevur
framvegis møguleika at
vinna silvurmerkini, men
so skal vilja meiri enn illa
til hjá Jarnbardi á ólavsøku.
Páll Fangi kennir seg hóttan
Støðan 10-mannafør
1. Havnarbáturin
1G
35
2. Vestmenningur
23
3. Eysturoyingur
1G
21
4. Nólsoyingur
15
5. Skálabáturin
1G
11
6. Suðuroyingur
11
7. Vágbingur
0
Støðan 6-mannafør
kvinnur
1. Páll Fangi
35
2. Jarnbardur
22
3. Sølmundur
18
4. Gongurólvur
11
5. Víkingur
8
6. Leirvíkingur
8
7. Riddarin
1G
4
8. Hvessingur
3
9. Fortuna
1
10. Lómur
0
11. Snopprikkur
0
21
20
Nr. 143 - 28. juli 2001
Steypavinnarar
Menn 1955–2000
1955:
HB
1956:
TB
1957:
HB
1958:
TB
1959:
HB
1960:
TB
1961:
TB
1962:
HB
1963:
HB
1964:
HB
(ísafjarðarbikarið ogn hjá HB)
1965:
B36
1966:
KÍ
1967:
KÍ
1968:
HB
1969:
HB
1970:
kappingin strikað
1971:
HB
1972:
HB
1973:
HB
(ísafjarðarsúlan ogn hjá HB)
1974:
VB
1975:
HB
1976:
HB
1977:
TB
1978:
HB
1979:
HB
1980:
HB
(ísafjarðarsúlan ogn hjá HB)
1981:
HB
1982:
HB
1983:
GÍ
1984:
HB
1985:
GÍ
1986:
NSÍ
1987:
HB
1988:
HB
(ísafjarðarsúlan ogn hjá HB)
1989:
HB
1990:
KÍ
1991:
B36
1992:
HB
1993:
B71
1994:
KÍ
1995:
HB
1996:
GÍ
1997:
GÍ
1998:
HB
(løgmanssteypið ogn hjá HB)
1999:
KÍ
2000:
GÍ
HB
25 ferðir
TB
5 ferðir
KÍ
5 ferðir
GÍ
5 ferðir
B36
2 ferðir
VB
1 ferð
NSÍ
1 ferð
B71
1 ferð
Kvinnur 1990–2000
1990:
HB
1991:
B36
1992:
Skáli
1993:
B36
1994:
B36
1995:
B36
1996:
HB
1997:
B36
(steypið ogn hjá B36)
1998:
HB
1999:
HB
2000:
KÍ
B36
5 ferðir
HB
4 ferðir
Skáli
1 ferð
KÍ
1 ferð
B36 liðið fer í kvøld
úr Havnini og inn á
Svangaskarð, har
síðstu fyrireiking-
arnar skulu gerast til
steypafinaluna
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað fer at kennast sum ein
serliga søtur biti, um tað
seinnapartin í morgin fer at
eydnast B36 at vinna løg-
manssteypið. Teir í árstals-
felagnum hava nógvu tey
seinnu árini fingið skotið í
skógvarnar, at stuðlarnir á
liðnum fyrst og fremst hava
verið spælarar, ið hava
verið uppaldir í øðrum
feløgum, meðan røttu B36-
arnir meiri ella minni hava
verið ífylla.
Tað hava verið nógvir
spælarar í B36, sum eru
komnir aðra staðni frá. Og
tað er einki at ivast í, at teir,
sum eru komnir úr øðrum
feløgum, og sum nú eru á
B36 liðnum, høvdu pyntað
um á øllum hinum liðunum
í bestu deildini. Heðin á
Lakjuni, Magni á Lakjuni,
John Petersen, Arnbjørn
Danielsen og Pól Thor-
steinsson eru allir góðir
spælarar, og ivaleyst vera
teir allir ella næstan allir
ímillum teir fyrstu ellivu
hjá Piotr Krakowski í
morgin.
Men tað er samstundis
ein royndur lutur, at eitt
nýtt ættarlið av evnaríkum
spælarum, sum eru upp-
vaksnir í B36, hevur í
morgin møguleikan at vera
við til at vinna fyrstu stóru
kappingina í bestu deildini
fyri barndómsfelagið.
– Eg var við, tá B36 vann
meistaraskapið í 1997. Síð-
ani tá eru fleiri av teimum,
sum eg spældi saman við í
yngru deildunum, komnir
afturat. Vit vunnu nógv í
yngru deildunum, men vit
hava einki vunnið í 1. deild,
síðani javnaldrarnir hjá
mær komu upp í bestu
deildina.
Tað sigur Jákup á Borg,
sum hevur verið fastur
maður á B36 liðnum fýra
tey seinastu árini, og sum
má metast millum avgjørdu
stuðulsspælararnar
hjá
B36. Ein av spælarunum,
sum hann sipar til, er Her-
bert í Lon Jacobsen, sum
undan summarfrítíðini var
nógv skaddur, men sum nú
er tøkur aftur. Hann er sera
skjótur og avgjørdur verju-
spælari, og tað er rættuliga
sannlíkt, at hann verður
settur at taka sær av Kurt
Mørkøre.
Ein annar av nýggja B36
ættarliðnum er Kenneth
Jacobsen, og ein triði er
Klæmint Matras. Saman
við Tróndi Vatnhamar, sum
í fyrstuni var neyðloysn í
málinum, men sum nú er
vorðin upplagda fyrsta val-
ið, eru allir hesir fastir
menn á liðnum. Ein annar
av nýggja B36 ættarliðnum
er Fróði Clementsen, sum í
fyrraárið var í B68 og fekk
sær royndir sum 1. deild-
arspælari.
– Hjá okkum øllum hevði
tað verið framúr at vunnið
løgmanssteypið á ólavsøku.
Hetta er eisini síðsti møgu-
leikin hjá onkrum av spæl-
arunum í hesum umfar-
inum at vinna nakað við
B36, tí bæði Herbert í Lon
Jacobsen og Jan Guttesen
vera ikki so drúgvir eftir
summarsteðgin. Teir skulu
niður í útbúgvingarørind-
um, veit Jákup á Borg at
siga okkum.
Fara úr
høvuðsstaðnum
B36 hevur vant dúgliga
síðstu vikurnar. Sunnudag-
in vunnu teir 4–0 á ÍF, og
síðani tá hava teir ikki spælt
dyst.
Pól Thorsteinsson hevur
verið burturi í summarfrí.
Hann var fyrstu ferð til
venjingar aftur mikudagin.
Allir eru tøkir. Einasta lítla
ivamálið var í gjár Jákup á
Borg:
– Eg vóni sanniliga, at
tað fer at bera mær til at
spæla. Í síðstu løtu í venj-
ingini hóskvøldið fekk eg
ein løst í fótliðin, men tað
skal nógv til, áðrenn eg
gevi skarvin yvir. Eg rokni
við, at fysioterapeuturin
fær bilbukt við skaðan.
Í
gjárkvøldið
skuldu
B36arnir leggja síðstu hond
á venjingarnar uppundir
finaluna. Í dag fara teir at
ganga í skrúðgongu, tá
ólavsøkan verður sett, og so
hava teir fingið boð um at
møta aftur seint í kvøld.
– Tað er ikki tí, at venj-
arin ikki hevur álit á okk-
um. Tað er meiri tað, at tað
verður mett, at vit í ólav-
søkumeldrinum ikki fara at
fáa høvi at savna hugs-
anirnar hjá okkum um
finaluna. Tí fara vit úr
Havnini
leygarkvøldið
klokkan tíggju. Vit fara inn
á Svangaskarð, har vit
skulu kobla úr og hvíla
okkum, so vit vera so væl
fyri, sum tað ber til, tá vit
koma suður aftur til final-
una.
Leikluturin nyttar
einki
Tá vit líta at støðutalvuni
eftir tey fyrstu tíggju um-
førini í landskappingini, so
er skjótt at koma eftir, at
B36 hevur favorittleiklutin
í finaluni. Men tað leggur
Jákup á Borg ikki nógv í:
– Landskappingin og
steypakappingin eru púra
hvør sítt. Tað sæst kring
allan knøttin. Vit kunnu
eisini venda tí tann vegin,
at KÍ hevur í ár staðið seg
betri í steypakappingini,
enn vit hava gjørt. Vit fara í
hvussu so er ikki á vøllin
við tí í huganum, at vit fyri
stuttum vunnu nógv á KÍ í
Gundadali, og at vit eru
betri fyri í landskappingini,
enn teir eru.
Dysturin á stólunum
Finalan millum B36 og KÍ í
morgin verður fyrsti týdn-
ingarmikli dysturin á Tórs-
vølli millum tvey føroysk
lið. Eftir atgongumerkja-
søluni at døma, so verður
fullsett.
– Tað
hevur
stóran
týdning fyri avrikið, at tú
kennir, at áskoðararnir taka
dyggiliga á og liva við. Í
finaluni fyri tveimum árum
síðani var tað eingin ivi um,
at tað vóru klaksvíking-
arnir, sum vóru óførari at
dríva á sínar spælarar, enn
áskoðararnir hjá okkum
vóru at dríva á okkum. Eg
vóni og rokni faktiskt eisini
við, at okkara áskoðarar
fara at geva ljóð frá sær
hesa ferð, so tað ikki bara
verða KÍ róp at hoyra í
Gundadali
á
ólavsøku,
heldur Jákup á Borg.
Nýtt B36 ættarlið kann
vinna fyrstu kappingina
Jan Joensen og Arnbjørn
Danielsen dystast á ólavsøku
um Løgmanssteypin
C
M
Y
K
20