Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juli 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

B36 er stórfavorittur undan finaluni, men hagtølini siga, at tað liðið, sum er betri fyri í landskappingini, ikki altíð vinnur steypafinaluna LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Áhugin fyri steypafinaluni ímillum B36 og KÍ er rættuliga stórur. Spurning- urin er, um áskoðarametið stendur fyri falli. Eingin ivi er um, at nógvir áskoðarar fara at møta upp ólav- søkudag, men hvussu stórt áskoðaratalið verður er sjálvandi treytað av veðri- num. Størsta áskoðarafjøld- in higartil til ein fótbólts- dyst í Føroyum var, tá Før- oyar vunnu 2–1 á heima- vølli ímóti Malta. Tað var 8. juni í 1997, og tað sóu 6.642 áskoðarar. At metið fyri steypa- finaluna stendur fyri falli er einki at ivast í. Hagtølini eru eitt sindur ivasom, men nógvu tey seinastu árini hevur størsta áskoðara- fjøldin verið tey, sum í fyrraárið hugdu at finaluni ímillum somu feløg, sum spæla finaluna ólavsøku- dag. Ta ferðina vóru trý túsund eygnavitni til 3–1 sigurin hjá KÍ á B36. Lítla søgu Hvørki B36 ella KÍ eiga serliga nógvar steypasigrar. Tað eru tíggju ár síðani, at B36 vann steypafinaluna. Síðani tað í 1955 var farið undir steypakappingina hava teir bara vunnið tvær ferðir – ísafjarðarsúluna í 1965 og løgmanssteypið í 1991. KÍ hevur vunnið steypa- kappingina fimm ferðir. Klaksvíkingar vunnu løg- manssteypið í 1966 og í 1967, og teir hava vunnið løgmanssteypið í 1990, 1994 og í 1999. B36 omaná Hóast teir í B36 neyvan leggja serliga nógv í heitið, so er hesa ferð eingin ivi um, at B36 er favorittur. Teir hava verið sannførandi í landskappingini, har teir bara hava tapt ímóti GÍ, og teir gjørdu rættuliga av við KÍ, tá liðini hittust í lands- kappingardysti í Gunda- dali. Tað var 17. juni og í 7. umfarinum, at B36 vann 5–0 á KÍ. Undan summarsteðgin- um gekk tað sum eftir ánni hjá B36, sum er næst- fremst, meðan tað gekk sera striltið hjá KÍ, sum er á sætta plássi. Sunnudagin spældi B36 ímóti ÍF. Árstalsfelagið vann 4–0. KÍ legði miku- kvøldið síðstu hond á dystarvenjingina undan steypafinaluni. Teir spældu á Tórsvølli ímóti GÍ. Gøtu- menn restaðu umleið helm- ingin av spælarunum, sum higartil í ár hava verið fastir menn á liðnum, men kortini vunnu teir 3–2. Millum spælararnar, sum ikki vóru við mikukvøldið, vóru Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Leivur Hansen, Poul Ennigarð og Helgi L. Petersen. Eftir 1. hálvleik stóð á jøvnum 1–1. Í 2. hálvleiki royndu klaksvíkingar eina rúgvu av spælarum, meðan GÍ alla tíðina spældi við so at siga sama liði. Millum áskoðararnar til tann dystin vóru B36 venj- arin, Piotr Krakowski, og fleiri av B36 spælarunum. Nú uppundir finaluna venur B36 í Gundadali. KÍ skal fríggjakvøldið og leyg- ardagin venja á Toftum. Leygarkvøldið, tá onnur vera á ólavsøku, er ætlanin at klaksvíkingar skulu hvíla seg í Klaksvík, og so fara teir suður fyrrapartin ólav- søkudag. Ikki altíð eftir bókini Men hóast B36 er upplagd- ur favorittur, og hóast tað hevur roynst illa hjá KÍ higartil í ár, so er tað væl hugsandi, at talan verður um eina spennandi finalu, har úrslitið ikki er givið frammanundan. Hagtølini í níti árunum siga, at tað er ikki altíð tað liðið, sum er betri fyri í landskappingini, tá finalan verður spæld, sum vinnur løgmanssteypið. Síðsta dømið um hetta var finalan í fjør. HB var nummar eitt á støðutalvuni, og GÍ var á sjeynda plássi. Men Óli Hansen skoraði í 20. minutti, og HB megn- aði ikki at svara aftur. Tey seinnu árini hava tað ofta verið bestu liðini í landskappingini, sum hava verið í finaluni. Í fyrraárið vann KÍ bæði landskapping og steypakapping, og tað gjørdi HB í 1998. Í 1997 vann GÍ 6–0 á VB. Tá var VB á triðja plássi og GÍ á fjórða plássi í lands- kappingini. KÍ hevur eina ferð áður víst, at eitt lið niðarlaga á støðutalvuni kann standa seg væl í steypafinaluni ímóti einum ovari støddum liði. Í 1994 vann KÍ 2–1 í finaluni ímóti B71. Tað var ta ferðina, at Jákup Mikkel- sen, sum spældi seinasta dystin fyri KÍ, skoraði upp á brotsspark. Tá finalan varð spæld, var B71 fremst í landskappingini (tað hava teir ikki verið síðani tá), meðan KÍ var á sjeynda plássinum. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað gongur ikki altíð eftir bókini. Um tað fer at gera tað ólavsøkudag ella ikki fer kanska metstór áskoðarafjøld at vera vitni til. Upplagdi vinnarin hevur onkuntíð verið vónbrotin Nr. 143 • leygardagur • 28. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Jákup á Borg hevur fleiri ferðir misnýtt ímóti KÍ, og klaks- víkingar hava mis- nýtt fleiri ferðir í ár FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað kemur ikki fyri í øllum finalum, men sum í øllum øðrum fótbólts- dystum er møguleiki fyri, at tað í finaluni í morgin verður bríkslað fyri brotssparki. Spurningurin er so, hvør skal taka uppgáv- una á seg úr ellivu metrum. Tá B36 og KÍ spældu finalu fyri tveimum árum síðani, fekk B36 brots- spark. Jákup á Borg varð settur at skjóta, og bólt- urin fór langt omanfyri málið: – Tað var púra við síð- una av. Eg ætlaði at skjóta flatt niðri við stólparótina, men bólt- urin fór omanfyri málið og mitt fyri. Eg rakti púra skeivt, staðfestir Jákup á Borg, sum minnist aftur á, at Jens Kristian Han- sen stutt eftir misnýtta brotssparki minkaði um munin til 3–1: – Um eg hevði havt skorað, so hevði støðan verið 3–2, og so høvdu teir seinastu tíggju min- uttirnir verið meiri spennandi, enn teir gjørdust. Jákup á Borg roknar ikki við, at tað verður hann, sum fær møgu- leikan, um B36 fær brotsspark í morgin: – Eg havi skotið brots- spark í ár, men seinast misnýtti eg. Vit vunnu 5–0 á KÍ, men tá støðan var 0–0, bjargaði mál- verjin brotssparki frá mær. John Petersen plag- ar at standa klárur, tá eg onkra ferðina havi mis- nýtt, so tað rokni eg bara við, at hann ger hesa ferð eisini. Misnýtt fleiri ferðir Klaksvíkingar hava verið heilt illa vornir úr ellivu metrum í ár. Harley Bertholdsen hevði verið tryggur brotssparksskjútti, tá hann misnýtti ímóti HB. Hann fekk møguleikan at gera tað gott aftur ímóti NSÍ, men eisini ta ferð- ina misnýtti hann. Síðani fekk KÍ brotsspark ímóti NSÍ og tá skoraði Alex- ander Djordjevic. Tá klaksvíkingar í síðsta umfarinum undan s u m m a r s t e ð g i n u m spældi í Gøtu, fekk KÍ brotsspark, tá støðan framvegis var 0–0. Alex- ander Djordjevic varð aftur settur at skjóta, men skotið var so mikið vána- ligt, at Hallur Hansen hevði ongar trupulleikar at bjarga. Mikukvøldið spældi KÍ venjingardyst á Tórs- vølli ímóti GÍ. Tá fekk KÍ brotsspark. Kurt Mørkøre varð settur at skjóta, og sum so mang- an áður, so var hann tryggur úr ellivu metrum. Tí er eingin ivi um, at tað verður leigusveinurin úr Sogndal, sum verður settur at skjóta, um KÍ fær brotsspark í morgin. John og Kurt skulu skjóta brotsspørkini Hóast B36 er upplagdur favorittur, og hóast tað hevur roynst illa hjá KÍ higartil í ár, so er tað væl hugsandi, at talan verður um eina spennandi finalu, har úrslitið ikki er givið frammanundan 19 18 Nr. 143 - 28. juli 2001 - Hetta er mentan á hægsta stigi. Hetta er rein list. Eg havi lisið bløð í nógvum av heimsins londum og má siga, at eg havi ikki sæð skarpari teknara enn Óla P, sigur eitt av “offrun- um” hjá teknaranum Óla Petersen, Tór- bjørn Jacobsen, fyrr- verandi mentamála- ráðharri FRAMSÝNING Jan Müller Hóast fyrrverandi mentan- armálaráðharrin Tórbjørn Jacobsen mangan hevur staðið fyri “skotum” í tekn- ingunum hjá Óla P á bak- síðuni í Sosialinum farna árið, so dylur hann ikki fyri, hvussu nógv hann virðismetir tekningarnar ella listagávurnar hjá sama Óla P. - Eg taki tað ómetaliga positivt soleiðis sum Óli hevur teknað meg. Teir flestu politikararnir longj- ast eftir at blíva teknaðir, men summir blíva bara ikki teknaðir. Hví eg verði lut- falsliga so nógv teknaður hevur kanska nakað við handa rasaríharran at gera sigur nógv umrøddi eystur- oyingurin, sum sigur seg keypa Sosialin kvøldið fyri blaðið kemur út fyri at hyggja eftir baksíðuni. Tað sama roknar hann við, at flest onnur eisini gera. Óli Petersen er ein framúr eygleiðari heldur Tórbjørn Jacobsen. Hann er ein betri eygleiðari enn teir flestu politikararnir er, og hann fær oftani tann samanhangin, sum man sjálvur situr og hugsar um. Og tá er maðurin ikki bara ein teknari men ein veru- ligur politiskur eygleiðari. - Eg havi lisið bløð í nógvum av heimsins lond- um og má siga, at eg havi ikki sæð skarpari teknara enn Óla P. - Onkur heldur, at Óli P traðkar í so nógv á full- veldisfólk og ta kós hesi hava valt, meðan onnur halda tað vera heilt náttúr- ligt, at hann er “eftir” teim- um, sum sita við valdinum. Hvussu uppfatar tú Óla P í hesum høpi? - Tað er so upplagt, at teir, sum sita í landsstýr- inum, hava teir nakað uppá seg, eru teir, sum fyrst og fremst standa fyri skotum. Eingin er feilfríur, so teir skulu rokna við, at serliga feilirnir teir gera verða eyg- leiddir og skrásettir beinan- vegin. - Onkur hevur skýrt Óla P at taka í so nógv partí við samríkjaflokkunum? - Tað haldi eg ikki. Blaðar tú aftur í tíðina, tá t.d. Atli Dam var løgmaður, so eru nógvar tekningar av honum, sum ikki eru so positivar og sum avgjørt ikki taka partí fyri Javn- aðarflokkinum. Nógvar av Edmundi, tá hann sat sum løgmaður, eru eisini rætti- liga beiskar, so javnvágin er so nøkunlunda. Tórbjørn heldur tað tí heldur ikki vera so løgið, at Høgni Hoydal er so nógv teknaður og fær toyggið, tí hann hevur jú verið tann sentrali persónurin í øllum fullveldismálinum. -Høgni hevur eisini eitt rættiliga sjáldsamt høvd í og við at hann er so skarpur og tí er hann nokk so góður at tekna. Og Óli ger sum allir karrikaturteknarar, hann dregur tað serstaka fram, og tað haldi eg eisini Høgni má kunna liva við. Fyrrverandi landsstýris- maðurin sigur víðari, at ein andstøða hevur ikki somu møguleikar fyri at profilera seg og tí ivist hann heldur ikki í, at kemur Javnaðar- flokkurin í landsstýrið í eini komandi samgongu, so fer Jóannes Eidesgaard at fáa nakrar beiskar avsmyrjing- ar, sum eisini allir politik- arar hava uppiborið av og á. - Og hvussu hevur hann tá rakt teg og tínar egin- leikar? - Hann hevur dugað tað sera væl men kanska hann ger tað nógv ógvusligari enn veruleikin er sum tá hann í mínum rasaríi ger ein knút á gólvlampuna. Tað er kanska nakað nógv av tí góða. Men kanska ser- stakliga í hasi tekningini við kortspælinum hevur hann fangað akkurát mann- in, sum kanska hevur nokk so góðan hug at spæla við- hvørt eisini í politikki og arga kanska. Tað er ein partur av spælinum. Tórbjørn Jacobsen heldur tað vera heilt undrunnar- vert, at Óli kann blíva við at finna nýggj motiv at seta fólkini í. - Tað boðar frá einum ótrúligum fantasii, sum bert tey fægstu menn- iskju hava. Hjá teimum flestu teknarunum hevði eisini verið uppbrúkt eftir stuttari tíð. Eg fati ikki, at maðurin kann blíva við og við í áravís. Rein list - Hvar vil tú plasera ein teknara sum Óla P í ment- anarhøpi? - Hetta er mentan á hægsta stigi. Hetta er rein list. Og verður væl eisini roknað sum ein listagrein aðrastaðni. Eg haldi eisini tað er óført, at Sosialurin gevur tekningarnar út í bókunum, so tær kunnu varðveitast til eftirtíðina. At blaða gjøgnum eina slíka teknirøð eftir einum ári gevur tær eina haldgóða mynd av tí, sum fór fram tað árið. Og tað at hann hevur so nógv at tekna sigur eisini, at tað hendir nógv í føroyska samfelag- num. Tað skal vera mín vón, at vit fara at síggja tekning- arnar hjá Óla í mong mong ár aftrat. Eg havi so ikki sæð nakran, sum kann taka arvin upp eftir hann. Og tað verður væl ótrúliga trupult, tá man kann siga, at hann er á heimstøði. Tað verður ringt at finna hansara líka millum hesi 45.000 menn- iskjuni. Óli er tann fullkomni karrikaturteknarin. Og hetta at seta orð saman at sampakka við tekningini er eisini nakað, sum eyðkenn- ir hansara genialitet. Tann besta Nógv hava plettskotini verið so tað er ringt at taka dagar ímillum, hvør nú besta tekningin hjá Óla P hevur verið seinasta árið. Tó er Tobbi ella Tórbjørn Jacobsen, fyrrv. menta- málaráðharri ikki í iva. Honum dámar avgjørt best tekningina “Tobbmált”, tá hetta vælsignaða málið um bandupptakaran hevði ver- ið fyri og fundur hevði ver- ið í Tjóðveldisflokkinum um málið. Tá kom tekning- in, har Høgni Hoydal situr ógvuliga grískur hinumeg- in borðið, meðan teir sita og spæla kort og har hann ætlaði at geva Tobba eitt av kortunum, sum vit kenna tey í fótbólti. Tá spyr hann, um Tobbi hevur stolið tað reyða kortið, men tað liggur jú í stikkunum, sum Tobbi hevur fingið øll. Klemmuposin liggur undir stólinum hjá Tobba og nógvar gitingar hava verið um, hvørjar klemmur hava verið í honum. - Onkur helt, at nokk so nógvar av teimum kundu kroystast upp á fólka- flokkin, um tað kom hartil. Og tað er kanska nakað um tað heldur Tórbjørn sjálvur. - Mær dámar sera væl ta tekningina men annars haldi eg, at handan við mentamálarásaríi er sera stuttlig. Hin er kanska meira sigandi. Seinni eru nógvar kom- nar aftrat og hóast hann nú ikki er so sjónligur á tí po- litiska leikpallinum longur, so ger hann kortini um seg í aðrar mátar. Og tað hevur Óli P eisini fingið við. M.a. í seinastu tekningini “Tobb- gun” nú um dagarnar, sum snýr seg um Fregnir og Tobba. Tekningarnar hjá Óla P í Sosialinum hetta seinasta árið eru allar á framsýn- ingini í Smiðjuni í Lítluvík, sum lat upp fríggjadagin kl. 16. Hon heldur fram leyg- ardag og sunnudagin frá k. 14 til 20 og letur so aftur mánakvøldið. Tobbi um Óla P: Listamaður á altjóða støði Tórbjørn Jacobsen, fyrrv. mentamálaráðharrri við eini av tekningunum hjá Óla P, sum honum dámar best Mynd Jan Müller C M Y K 18