Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juli 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 143 - 28. juli 2001 Nr. 143 - 28. juli 2001 17 Handan eina lýsing, fjalir ein søga seg. Tað er bert sjáldan, at vit geva okum far um hetta. Hvør hugsar t.d. um lagnurnar aftanfyri, tá djór verða latin vegna flyt- ing ella brúðarklæði verða seld óbrúkt. Sosialurin seti sær fyri at hyggja nærri handan eina lýsing, har ungir havnar- dreingir søkja guitar- leikara TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Í góðveðrinum hósdagin leitaði blaðmaðurin niðan í Svanga í Havn. Avtalað var gjørd við tveir ungar tónleikarar, ið vóru menn- inir handan eina lýsing í Sosialinum, har teir sókn- aðust eftir guitarleikara. Avgjørt var at svara uppá lýsingina, ikki fyri at bjóða guitarkunnleika fram, men fyri at kaða afturum lýsing- ina og kanna, hvat ungir tónleikarar í dag takast við, hvat teir droyma um og hvørjar ætlanirnar eru. Eitt bilhús við talinum 35, sigur blaðmanninum, at her er tað, at tónleikararnir halda til. Og ímyndin av einum garagubólki troðkar seg fram, men garagan er stongd. Á einum lofts- kamarið í einum húsum í Svanga í Havn hittu vit teir báðar Sigurd Justinussen og Jan Jensen. Sigurd leikar trummur og Jan leikar bass. Vilja nú víðari Teir báðir tónleikararnir eru 15 ára gamlir og vilja fegnir finna ein guitarleikara. - Vit hava ikki spælt so leingi, men hava tó roynt hetta við at vera í bólki. Eittnú vóru vit báðir og ein limur í bólkium Sideeffect í bólki saman, greiða Sigurd og Jan frá, meðan ein vinmaður teirra, ið eisini er inni, høviskur spyr, um hann skal dempa. Hann situr og spælir við Play- Station. Maðurin úr Sideeffect hevði tó ov nógv um oyruni og tók seg aftur. Nú vilja Sigurd og Jan víðari og sóknast tí eftir guitar- leikara. Teir báðir ganga í Musikkskúlanum í Djóna- stovu. Hetta ger, at teir eis- ini hava rætt at venja har. Einasta krav er, at teir spæla til PopTop konsert og hesar treytir eru teir væl nøgdir við. Til seinastu PopTop konsert leiktu Sigurd og Jan við bólkinum Cement. Spæla rock á enskum Spurdir, hvat slag av tón- leiki teir leika, siga teir, at talan er um rock. - Vit eru ungir, so tað undrar kanska ikki, at vit spæla rock. Men tó kann fingraspæl og okkurt akkustiskt eisini koma ímillum. Men talan er ikki um nakað dreingjaorkestur sum soleiðis. Heldur ikki um blues ella main stream, staðfesta báðir. Sigurd skrivar orð og løg og Jan hevur eisini roynt seg. - Vit hava roynt at skriva løg. Tekstirnir eru á ensk- um, sigur Sigurd, men hann veit ikki júst hví. Tað er bara so, at honum dámar betri tað enska, enn før- oyska. - Tað er stuttligt at spæla okkurt, ið ein sjálvur hevur gjørt. Tað er ein av orsøk- unum til, at vit vilja gera ein bólk, siga Sigurd og Jan. - Eg byrjaði at spæla í skúlanum. Tað var stuttligt og tað er tað enn, sigur Jan. Báðir eru samdir um, at stuttleikin, og tað at vera við og vera í umhvørv- inum, er stuttligt og er drív- megin. Jan byrjaði við at leika guitar, men skifti síðani til bassin. Sigurd hevur ikki leikað trummur so leingi, men trummur hava verið í húsinum leingi, tí stóri beiggin átti tær. So var náttúrligt, at Sigurd royndi seg. Hann vónar at sleppa at læra nótar , men hann hevur ringar royndir av at standa í bíðirøð. Hann stóð í 3 ár til klaver við Musikk- skúlan, men vónar, at bíði- tíðin er styttri til trummur. Dreymar Hvat droyma ungir tónleik- arar í Føroyum í dag um? Sigurd og Jan eru álvars- menn og teimum nýtist ikki langa umhugsunnartíð og teir halda seg ikki aftur. - Øll siga, at tey vilja gerast kend. Hetta hevur sjávsagt nakað at siga og er í huganum. Men mær dám- ar væl at spæla og tað er tað, ið hevur týdning. Blíva vit kendir, so er tað fínt, sigur Sigurd. Ja, so er fínt, tekur Jan undir, men minnir á, at lívið undir hattinum hjá stórum feløgum ikki altíð er stutt- ligt, men kann vera bundið og kravmikið. PopTop konsertin er ikki stór, men tó... - Fyri okkum, ið leika, er hon stór. Prix Føroyar er størsta tiltakið í Føroyum innan tónleik og liggur sjálvsagt í huganum, sigur Sigurd, sum tó ikki ljóðar, sum hetta er nakað, ið hann enn hevur hugsað um av álvara. - Prix Føroyar er eitt gott stað at koma sær fram. Ein góð lopfjøl, metir Jan. Fingu svar Teir báðir hava fingið svar uppá lýsingina. Ein bólkur, ið júst vantar ein bassleikara og ein trummuleikara, hevur sett seg í samband við teir og hetta eru teir spentir uppá. Spurdir, um teir ikki eru bangnir fyri at missa seg sjálvar burtur, við at fara uppá ein bólk, siga teir, at tað eru teir ikki, men at teir tó hava havt hugsanina frammi. - Vit vilja ikki broytast og ynskja ikki at broyta nakr- an. Men riggar tað ikki, so gerst ikki við. Men tað gongur nokk, tí vit kunnu spæla eitt sindur av hvørj- um og tað kunnu hinir vón- andi eisini, sigur Sigurd. Enn hendir tó einki, tí ikki fyrr enn skúlin byrjar fatur, sleppa teir inn aftur í venjingarhølini í Djóna- stovu. Einki navn Enn hava Sigurd og Jan einki navn funnið, ið teir kunnu nýta til ein bólk. - Tað er sera trupult at finna. Vit royndu tað við Sideeffect. Vit høvdu brain- storm, men funnu einki nýtiligt, siga teir báðir. Teir eru tó samdir um, at navnið skal rigga á enskum og føroyskum, um gjørligt. Sum dømi nevna teir Krit, ið er navn á øðrum bólki. Eisini skal talan vera um okkuret við meining í, okk- urt, ið hugsast skal um. Okkurt, ið setur hugsaninar í gongd. - Onkur bólkur í USA hevur funnið onkra reglu í onkrari gamlari Inkabíbliu, ella líknadi, sigur Jan og dylir ikki, at hetta metir hann vera á rættari leið. Uttan mun til, hvat navn- ið verður, so verður stuttligt at vita, hvat kemur burturúr hjá monnunum handan lýs- ingina eftir guitarleikara. Fara teir at leika á PopTop konsert, á Prix Føroyum ella gerast teir kendir úti í heimi? Tá tíðarinnar tám lýsir í, fæst at vita, hvat framtíðin hevur at bjóða monnunum handan lýsingina. Livst, so spyrst! Tutl hevur endurút- givið útgávu við Harkaliðnum, so henda nú er tøk á fløgu TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Tutl hevur givið út aftur útgávuna, ið kom við Harkaliðnum í 1971. So- statt er henda plátan við Harkaliðnum nú tøk á fløgu. Annika, Jógvan Telling Joensen, Jógvan Dahl og Kári Mouritsen komu í 1971 á marknaðin við hesi útgávuni. Harkaliðið var virkið hesa tíðina, men er tó ikki gloymt. Og, fyri at vera við árstíðina, so spratt bólkurin meira og minni úr kabarettumhvørvinum og leikti fleiri kabarett- vísur, ið gjørdust fólka- ogn. Nei, gloymd eru tey ikki. Hetta prógvaðu t.d. konsertirnar, ið bólkurin hevði fyri eini 8-9 árum síðani, har tey aftur fóru á pall, eftir støðg í áravís. Harkaliðið leikar á fløguni 11 løg. Nevnast kunnu Í búri, Eitt kvøldi so síðla, Í dans og Á mønu hjalsins. Øll løgini eru tó løg, ið flest øll kenna og er tí at fegnast um henda møguleika at hoyra gomlu upptøkurnar á fløgu. Menninir handan lýsingina Harkaliðið á fløgu Sigurd og Jan eru menninir handan lýsingina, har sóknast verður eftir guitarleikara. (Mynd: Dagfinn Olsen) Lýsingin, ið fekk forvitnu blaðfólkini at fregnast um søguna aftanfyri Sangur fyllir nógv í tilveruni hjá Kathy Chiavola. Sjálvt teldu- postadressan ber boð um hetta. Hon er kathy-sing-one. LISTASTEVNA Birgir Kruse Kathy Chiavola er klassiskt skúlað at syngja operu, men hevur valt sær blue- grass sum øki. Hetta slagi av tónleiki er grundað av Bill Monroe, sum á sinni yrkti »Blue moon of Kentucky«. Kathy Chia- vola, sum hevur stóran á- huga fyri tónleikasøgu, var hin síðsta at syngja saman við Bill Monroe innan hann doyði. Søguligu upptøkur- nar eru við á fløguni »The Harvest« frá 1995. Á somu fløgu medvirka eisini Chet Atkins, sáli, Emmylou Harris og Vince Gill. Nú verður høvi at hoyra Kathy syngja herheima. Bluegrass er grein av amerikanskum country tón- leiki, sum stavar úr Ken- tucky, róptur the Bluegrass State. Tað vóru Bill Mon- roe and the Bluegrass Boys, sum skaptu henda lívliga tónleik, sum verður leiktur á streingjaljóðføri sum banjo, fiól, gittar, dobro og mandolin. Mett verður, at bluegrass byggir á fólka- tónleik úr Appalakkufjøll- um, men hugsan og virki Monroe’s kann í ávísan mun knýtast at bebop og tí samtíðar jazz tónleiki, har improvisatiónir eru van- ligar. Kathy Chiavola hevur í fleiri førum verið kosin ár- sins navn innan bluegrass. Tey fólk, ið virkin eru innan hesa tónleikagrein, leggja alstóran dent á at varveita tónleikin og at bera henda siðaarv víðari, bæði á palli og á fløgu. Rætt sum við kvæðunum herheima. Í hesum sam- bandi hevur Kathy Chia- vola fingið hópin av virðis- lønum. Kathy vaks upp í Kansas býi og fekk scholarship á Oberlin Conservatory of Music, har hon leyk prógv í voice, rødd og ræddarvenj- ingum. Síðani hevur hon lisið á lærda háskúlanum í Indiana og hevur sungið operu. Kathy Chiavola hevur í mong ár arbeitt sum ræddarvenjari, m.a. hjá Vince Gill og medvirkar á fløgum hjá Garth Brooks og Kathy Matthea. Hetta sæst í lítillætna heimi hennara í Nashville, har køkurin ar avtikin við platinplátum. Rødd Kathy’s, ið ummælarar stutt og greitt kalla »the voice«, er eisini at hoyra í so yms- um samanhangum, sum til guðstænastu í BBC og í lýsingum hjá MacDonalds. Fyrsta fløga Kathy’s í egnum navni róptist »Labor of Love« og kom í 1993. Onnur fløgan »The Har- vest« kom í 1995 og í vár kom nýggjasta fløgan »From where I stand«. Henda fløgan fekk ser- stakliga gott ummæli og varð kosin spotlight album í bretska blaðnum Country Music People. Kathy smæðist ikki fyri at vera rættuliga persónlig. Á nýggjastu útgávuni minnist hon mannin Randy Howard, sum doyði í fjør og á fyrstu fløguni, sum hon ognar mammuni, hoyra vit eina gamla upptøku úr barnaheiminum. Kathy er eisini við á einu hugtakandi savnsfløgu við sangum hjá Hank Williams, ein av hornasteinunum undir modernaðum tónleiki, tað verið seg country ella rock and roll. Útgávan, sum kom í 1995, rópast »A Picture of Hank - the new bluegrass way«. Við sær á Føroyaferðini hevur Kathy Chiavola egna trio. Talan er um Brent Truitt, sum spælir mando- lin, Markie Saunders á akustiskan bass og Richard Bailey, sum spælir banjo. Fyrra kvøldið spæla tey fýra í nýggja Mentunar- húsinum í Fuglafirði og kvøldið eftir í konsert- høllini í Norðurlandahúsin- um. Í báðum førum fara Dupultkvartettin í Ebe- nezer og Ragnar í Vík at verða gestir á pallinum hjá Kathy og teimum. Tað er bretska plátu- felagið Demon Records, sum umboðar Kathy Chiavola í Evropa. Syng, Kathy, syng Kathy avmyndað millum Carl Jackson og tann kenda Vince Gill, sum hon hevur verið ræddarvenjari hjá. C M Y K 17 16